Skip to main content

Útgávur

Kokkulárapi
Kokkulárapi

KOKKULÁRAPI er yrkingasavn, sum Alexandur Kristiansen hevur skrivað. Alexandur er orðasnillingur, og tað prógvar hann enn einaferð við hesum savninum – skemtingarsamur og…

Súlan - Bókstavaørk
Súlan - Bókstavaørk

Ætlað til at venja bókstavin og tosa um skrivikós, áðrenn og samstundis sum tey skriva í skrivibókina.

Plakatir eru í trimum ymiskum litum, har myndirnar og bókstavirnir úr øllum kortunum…

Súlan - Vit skriva
Súlan - Vit skriva

Vit skriva er ætlað at nýta í skrivifrálæruni í 1. flokki. Børnini læra at skriva teir stóru og smáu bókstavirnar, samstundis sum tey læra at lesa teir.

KÚLVURNAR spæla sjónleik

KÚLVUBÓK 2 til Hervør, Høgni og hini
KÚLVURNAR spæla sjónleik
KÚLVURNAR spæla sjónleik

Kúlvubøkurnar eru ætlaðar sum ískoytistilfar til Hervør, Høgni og hini – lesibók til annan flokk.

KÚLVURNAR í ballón

KÚLVUBÓK 1 til Hervør, Høgni og hini
KÚLVURNAR í ballón
KÚLVURNAR í ballón

Kúlvubøkurnar eru ætlaðar sum ískoytistilfar til Hervør, Høgni og hini – lesibók til annan flokk.

Súlubók - Eg dugi at lesa

Súlubók við lixi
Súlubók - Eg dugi at lesa
Súlubók - Eg dugi at lesa

Eg dugi at lesa er ein fitt bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Hon hevur lix-talið 7,2.

Hetta er fyrsta av seks bókum við lixi, sum avtalað er gjørd um.

8 venjingarhefti til Súluna
8 venjingarhefti til Súluna

Hesi 8 venjingarhefti til Súluna eru ætlað at venja ta fyrstu lesingina. Teksturin er ljóðrættur í mest møguligan mun, og tey hava eitt lix-tal og eitt let-tal…

Súlubók 6 - Sólin sá gás í á
Súlubók 6 - Sólin sá gás í á

Súlubók 6 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu tíggju bókstavirnar í Súluni.

Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin…

Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta flokk
Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta flokk

Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta er fyrsta bókaheildin í røðini um Hervør og Høgna.

Bókin er ætlað sum grundbók í lesing fyrsta skúlaárið og er í tveimum pørtum, ein ljóðpartur og ein…

Føroysk bókmentasøga 1

Føroysk Bókmentasøga sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í…

Ljóðbussurin
Ljóðbussurin

Ljóðbussurin er ætlaður sum amboð til ljóðarbeiði í fyrsta flokki. Ljóðbussurin skal vísa, hvar í munninum, tey ymisku ljóðini verða myndað. Tey ljóðini, sum sita fremst í bussinum, verða myndað…

Hvassi 4 - Renni undan
Hvassi 4 - Renni undan

Í fjórðu bókini hitta vit aftur hvassa á ferð undan óvinum og fíggindum.

 

Á ferðini hittir hann ikki bara fíggindar, men eisini fólk, ið vilja honum væl. Men hjá Hvassa er so øgiliga…

Enja 6 - Frúa okkara
Enja 6 - Frúa okkara

Teir harðrendu vaktarmenninir hála kápuna av Enju. Ein eldri maður hyggur gjølla at henni. Hann er alt annað enn blíður. Hon hyggur ikki upp. Hann roynir at lesa tankar hennara. Hon stríðist ímóti…

Enja 5 - Dóttir kelduna
Enja 5 - Dóttir kelduna

Kalda vatnið fær hana at skelva og stívna. hetta er alt ov torført. Men hóast hon er bangin, so letur hon seg toga niður í dýpið. Tær svimja djúpari og djúpari. tað verður myrkari og…

Sámal púra einsamallur
Sámal púra einsamallur

Sámal púra einsamallur eftir Gro Røsth. Allur flokkurin er boðin í føðingardag hjá Óla uttan Sámal. Og Óli sum er besti vinmaður hansara! Mamman heldur, at tað má vera ein misskiljing, men Sámal…

Hundurin hjá Sáru
Hundurin hjá Sáru

Sára er í tí eydnusomu støðu, at mamman hevur lovað henni at fáa eitt dýr.

Sára og vinkonan Minna tosa um, hvat dýr Sára skal velja sær.

Har eru bæði fyrimunir og vansar, og alla tíðina meðan tær…

Frøkun Ignora og blómurnar
Frøkun Ignora og blómurnar

Ignora fegnast um blómurnar, hon hevur. Følna tær, verður hon kedd, so hon ger alt fyri at tær hava tað gott.

 

Bøkurnar um frøkun Ignoru eru til triðja torleikastig. Anna Maria Reinert Jensen týddi…

Frøkun Ignora verður milliarderur

Frøkun Ignora fer til París
Frøkun Ignora verður milliarderur
Frøkun Ignora verður milliarderur

Ignora fær av óvart hendur á einum lotto-seðli. Knappliga er hon múgvandi. Men er tað eydnan?

 

Bøkurnar um frøkun Ignoru eru til triðja torleikastig. Anna Maria Reinert Jensen týddi úr donskum.

Enja 3 - Tær tríggjar systrarnar
Enja 3 - Tær tríggjar systrarnar

Eitt svørð fer flúgvandi gjøgnum luftina, og tann gamli skríggjar so sáran. Enja tekur til beins og rennur kvikliga yvir vøllin. Aftan fyri seg hoyrir hon rossini duna, men mjørkin forðar teimum at…

Enja 4 - Royndin
Enja 4 - Royndin

Fleiri gomul fólk sita í myrka rúminum. Eingin sigur nakað við hana. Øll sita tigandi. Hon verður sett á ein kodda. Framman fyri hana liggja fýra lutir: Eitt sjál, eitt spegl, ein smúkka og ein…

Tey í sætta - Tann, sum altíð fær skyldina
Tey í sætta - Tann, sum altíð fær skyldina

Tann, sum altíð fær skyldina er onnur bókin í røðini um Tey í sætta. Røðin er um nakrar gentur og dreingir í einum púra vanligum sætta flokki. Men hóast púra vanligur, ja, so hendir kortini…

Anna Frank
Anna Frank

Hetta er bók um trettan ára gomlu Annu, sum saman við familju sínari goymdi seg á einum lofti undan týskarunum undir seinna heimsbardaga. Bókin er skrivað eftir vegleiðing frá Evu Schloss, sum…

Jødatýningin
Jødatýningin

Hetta er bók um, hvussu jødar eru týndir ígjøgnum allar tíðir, serliga undir seinna heimsbardaga. Í hesari bókini kanst tú lesa um, hvat tað var, sum hendi, og hví tað hendi. Bókin er grundað á…

Hvassi 3 - Rými
Hvassi 3 - Rými

Rými er triðja bókin í røðini um unga dreingin Hvassa, sum ongan eigur uttan seg sjálvan. Hvassi flýggjar framvegis um somu tíð, sum hann roynir at finna lítlu Jaz, ið hann er vorðin góður…

Eg elski teg av øllum mínum jarta
Eg elski teg av øllum mínum jarta

Hetta er onnur bókin um Elina og hini í flokkinum. Elin fær ikki hildið sær, hóast hon veit, at tað er ljótt gjørt at vísa kærleiksbrævið fyri øllum í flokkinum, men tað er so gott at standa uppi við…

Turbo hevur ein ringan dag
Turbo hevur ein ringan dag

Turbo eitur í veruleikanum Búi.

Ein dagin á vetri fær Turbo ein ringan dag.

Alt byrjar við, tá ið hann rennir á ein hund, men tað ringasta er, tá ið Sámal og hann fara upp at…

Smakka maðkar væl?
Smakka maðkar væl?

?Smakka maðkar væl? er stuttlig bók um Kára og Unu, sum vilja vita, hvussu maðkar smakka. Tey royna at gera maðkarnar leskiligar, steikja teir á pannuni og bjóða ÿla teir.

Man ÿla dámað…

Rói gandar

Krabbabók
Rói gandar
Rói gandar

Rói roynir seg sum gandakall; tað eydnast honum væl at byrja við, men so kemur Bessi, sum altíð er eftir Róa, framvið. Tá fær Rói brúk fyri sínum gandakynstrum.

 

Hinar bøkurnar í røðini…

Lena og Emil leita
Lena og Emil leita

Llena og Emil eru í fjøruni við pápa Emil.

Tey leita og finna nógv stuttligt.

"Ein likka!" rópar Emil.

"Ein klikkað likka?" spyr Lena.

 

Fyrsta torleikastig - gulur…

Mia og Lias ríma
Mia og Lias ríma

Miu og Liasi dámar væl at spæla í holuni og at finna uppá rím.

Mia og Lias tutla og mutla.

Tey flenna og renna beint inn í holuna.

 

Fyrsta torleikastig - gulur krabbi

  • Vanda tær um málið 1
    Vanda tær um málið 1

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…

  • Vanda tær um málið 2
    Vanda tær um málið 2

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…

  • Vanda tær um málið 3
    Vanda tær um málið 3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…

  • Trøllini á Skálavøllum
    Trøllini á Skálavøllum

    Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað.…

  • Vit práta og tekna 1
    Vit práta og tekna 1

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er ein nýggj og nakað broytt útgáva. Bókin er…

  • Vit práta og tekna 2
    Vit práta og tekna 2

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Vit práta og tekna 2 er komin út í nýggjum og…

  • Vit práta og tekna 3
    Vit práta og tekna 3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Einnýtisbøkurnar Vit práta og tekna 1-3 eru ætlaðar…

  • Vit práta og tekna 1-2-3
    Vit práta og tekna 1-2-3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er arbeiðsbók til Vit práta og tekna…

  • Ábal og aðrar søgur
    Ábal og aðrar søgur

    Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at skriva stuttsøgur á føroyskum máli. Ábal og aðrar stuttsøgur er um vinarlag,…

  • Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti
    Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti

    Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum fólkaskúlans.

    Arbeiðsheftið er skipað soleiðis, at fyrst koma spurningar til hvørja søgu sær.…

  • Alibaba
    Alibaba

    Alibaba

    - ævintýr úr 1001 nátt

    Ein dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam, Sesam, lat teg upp! Og bergið læt seg upp. Bókin kann nýtast bæði í føroyskum og til evnisarbeiði um t. d. ævintýr.

  • Ein genta úr gamla Kina
    Ein genta úr gamla Kina

    Hetta er ein fitt søga fyri smábørn ætlað til framíhjálesing. Innihaldið er frá einari kristnari familju í Kina undan kollveltingini 1949. Bókin er eisini væl egnað til evnislesnað.

  • Lærið íslendskt 1
    Lærið íslendskt 1

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Lærið íslendskt 2
    Lærið íslendskt 2

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Lærið íslendskt
    Lærið íslendskt

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Óli og Anna
    Óli og Anna

    Óli og Anna

    Lætt lesing 1

    Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Ansa tær, lítla mús
    Ansa tær, lítla mús

    Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Kettan, sum hvarv
    Kettan, sum hvarv

    Kettan, sum hvarv

    Lætt lesing 3

    Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Tríggir firvaldar fóru á flog
    Tríggir firvaldar fóru á flog

    Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Tann lítli murturin, sum vildi spæla
    Tann lítli murturin, sum vildi spæla

    Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Ein kaka og ein drongur
    Ein kaka og ein drongur

    Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Lesibók til 8. skúlaár
    Lesibók til 8. skúlaár

    Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, sagnir, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Við tøkk fyri ljós og dag, Vælsignaður av stjørnum, Børn vóru tey so ung, Gev ljóð mín glaða sál, Tá eg var ungur, eg var so spurin, Í náttúrunnar stóru kirkju, Eg sat mær á…

  • Lesibók 3
    Lesibók 3

    Lesibók 3

    til triðja real

    Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, orðtøk, sagnir, ævintýr o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Fólkið. sjúrður vann á orminum, At lesa er at hugsa, Kvæði um sjálvan meg, Mangan dvaldi eg við strond, Grindaboð, Tú gakk tær fram, Eg fann teg í kvæðum. Aftast í bókini eru…

  • Perbók
    Perbók

    Perbók

    Lesibók við avmarkaðum orðatilfari

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er lesibók til byrjanarlesing, ið nú kemur út…

  • Eg skrivi 3
    Eg skrivi 3

    Eg skrivi 3

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.

    Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

    Á hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir,…

  • Fiskimenn
    Fiskimenn

    Fiskimenn

    Skaldsøga. Skúlaútgáva

    Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum bókmentaáhugaðum fólki í landinum.

    Skaldsøgan Fiskimenn er realistisk og…

  • Hervør, Høgni og hini - Grundbók
    Hervør, Høgni og hini - Grundbók

    Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á heimligt umhvørvi.

    Bókin er um Hervør og Høgna og floksfelagar teirra,…

  • Frumsagnir
    Frumsagnir

    Frumsagnir

    Alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndum

    Orðið frumsøgn er úr grikska orðinum Mythos og kann merkja frásøgn, orð ella ætlan. Allar frumsagnir lýsa fyrst, hvussu heimurin var til. Sagnirnar í hesari bókini eru bara ein lítil partur av gudasøgunum í heiminum, og meira er gjørt burturúr hjá summum fólkasløgum, kanska…

  • Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 1
    Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 1

    Arbeiðsheftið er tætt knýtt at lesibókini og er gjørt soleiðis, at næmingarnir í mest møguligan mun eru førir fyri at loysa uppgávurnar sjálvir.

  • Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 2
    Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 2

    Hetta er seinna arbeiðsheftið til lesibókina Hervør, Høgni og hini. Arbeiðsheftið er tætt knýtt at lesibókini og er gjørt soleiðis, at næmingarnir í mest møguligan mun eru førir fyri at loysa uppgávurnar sjálvir.


13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig hjún" eru løgd á leikritasíðuna á Snar.

Les meira
24.10.2023

Tvær plakatir til Punktum eru lagdar á Snar. Punktum er mállærubók til hádeild mállærubókina til hádeild.

Les meira