Skip to main content

Útgávur

Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

Táttur, Vísa, Kirkjusangur, Kvæði, Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga
Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

Fløgan og ljóðbandið Alfagurt ljóðar mín tunga er eitt savn av tí tónleiki, sum hevur livað í fólkinum í øldir. Á fløguni og ljóðbandinum eru ein táttur, Fruntatáttur, ein vísa, Brúnsveinsvísa,…

Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur,Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband
Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

<span&hellip;

Alfagurt ljóðar mín tunga

Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur, Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga
Alfagurt ljóðar mín tunga

<span&hellip;

Børnini í fjøruni
Børnini í fjøruni

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Søgan er um tey bæði Áslu og Jón, ið fara…

Dýr og dorg - Næmingabók
Dýr og dorg - Næmingabók

Á bókini eru søgur og aðrir tekstir um dýr, sum børn kenna tey í sínum gerandisdegi. Nógv er at lesa, men børnini eiga eisini at sleppa at siga frá ymiskum, sum tey hava upplivað sjálv. Eisini…

Eg eigi
Eg eigi

Bókin minnir ikki sørt um Miu og Dia, sum í fleiri ár hevur verið brúkt í skúlanum sum lesibók í teimum yngstu flokkunum. Eitt eyðkennið er, at fá orð verða brúkt til at gera eina pinkulítla…

Eg skrivi 1

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 1
Eg skrivi 1

Eg skrivi 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt føroyskt til miðdeild fólkaskúlans. Hetta er fyrsta bók í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.…

Eg skrivi 2

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 2
Eg skrivi 2

Hetta er onnur bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Gunnvá Dam hevur skrivað og Edward Fuglø hevur teknað. Eg skrivi 1 kom út á sumri 2003.…

Eydnuknívurin

Ævintýr úr Burma
Eydnuknívurin
Eydnuknívurin

Bókin er løtt at lesa og long orð eru skild sundur. Hon er søgan aftan fyri orðatakið: Drongurin úr fjøllunum ger skoru í stokkin, sum fjallabúgvar í Burma nýta, tá ið teir ávara móti skálkum. Søgan…

Ferðin um havið

- á rannsóknarferð við Columbusi
Ferðin um havið
Ferðin um havið

Ferðin um havið er um ferðina hjá Christopher Columbusi um Atlantshavið í 1492 við skipunum Santa Mariu, Ninu og Pintu. Søgan byggir á dagbókina hjá Columbusi, men hon er skrivað soleiðis, sum…

Risin sum røkk um allan heim

Gamla gudalæra okkara 1
Risin sum røkk um allan heim
Risin sum røkk um allan heim

Bókin, úr røðini Gamla gudalæra okkara, er um uppruna og skapan heimsins, soleiðis sum forfedrar okkara trúðu. Sagt verður eisini frá, hvussu menniskjan og allar hinar verurnar eru skapaðar, og…

Bardagi gudanna

Gamla gudalæra okkara 2
Bardagi gudanna
Bardagi gudanna

Onnur bókin í røðini Gamla gudalæra okkara. Á bókini verður sagt frá báðum gudaættunum, ásum og vanum, um bardagan teirra millum, og hvussu æsir at enda vinna fullan sigur. Eisini verður sagt frá,…

Torugudurin

Gamla gudalæra okkara
Torugudurin
Torugudurin

Bókin er úr røðini Gamla gudalæra okkara. Vit fara langt aftur í tíðina. Ta tíð, tá ið jørðin var áfløt og fleyt sum ein klingra á víðfevndum veraldarhavi. Ta tíð, tá ið menniskjurnar kallaðu verð…

Firvaldsbók 1
Firvaldsbók 1

Firvaldsbók 1 er nú komin í broyttari og øktari útgávu. Størsta broytingin er, at uppgávurnar eru gjørdar lættari, so næmingarnir fyrr kunnu byrja at brúka bókina. Firvaldsbøkurnar eru ætlaðar sum…

Floyalskaninin
Floyalskaninin

Søgan er um eina floyalskanin, sum í fyrstani ikki var so nógv vird av hinum leikunum og dreinginum, sum átti hana. Men tá ið drongurin gjørdist sjúkur, slapp kaninin at sova hjá honum, og hann var…

Floygd orð 1
Floygd orð 1

Hesar báðar bøkurnar eru ætlaðar til framhaldsdeildina. Høvuðsparturin av tekstúrvalinum er upprunaligur føroyskur og vísir lív og søgu føroyinga bæði í eldri og nýggjari tíð. Tær týðingar, ið tiknar…

Floygd orð 2
Floygd orð 2

Hesar báðar bøkurnar eru ætlaðar til framhaldsdeildina. Høvuðsparturin av tekstúrvalinum er upprunaligur føroyskur og vísir lív og søgu føroyinga bæði í eldri og nýggjari tíð. Tær týðingar, ið tiknar…

Føroyskar bókmentir 3
Føroyskar bókmentir 3

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðinum 1881-1902. Rithøvundarnir eru: J.H.O. Djurhuus, Jákup Hansen, Jóan Chr. Poulsen, Nyholm Debess, H.A. Djurhuus, H.M.…

Føroyskar bókmentir 2
Føroyskar bókmentir 2

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir fyri 1880. Rithøvundarnir eru: J. Dahl, Jógvan Dánialsson, Rasmus Effersøe, A.C. Evensen, J.P. Gregoriussen, V.U. Hammershaimb, Johanna M.…

Føroyskar bókmentir 4
Føroyskar bókmentir 4

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðnum 1905-1938. Rithøvundarnir eru: K.O. Viderø, Jákup Berg, Andreas Andreasen, Valdemar Poulsen, G.L. Samuelsen, Sigurð Joensen,…

Geitin Zlateh
Geitin Zlateh

Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og…

Grønur var dalurin
Grønur var dalurin

Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur…

Havfrúgv og Nykur

Tvær sagnir
Havfrúgv og Nykur
Havfrúgv og Nykur

Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á…

  • Hvassi 1 - Spæli deyður
    Hvassi 1 - Spæli deyður

    Hetta er ein ógvuliga spennandi røð við 8 bókum.

     

    Hon er um ein drong um 14 ára aldur, sum alt lívið hevur ansað eftir sær sjálvum. Síðan hann var 7 ár, er hann rýmdur undan myndugleikum og harkaliðum; hann ger av at fara aftur til býin, haðan alt byrjaði. Á leiðini…

  • Uglan Una
    Uglan Una

    Krabbabók:

    Uglan Una sær alt, eina mús og ein laks og eina gás, men so dettur hon í eitt hol.

  • Mia og Lias
    Mia og Lias

    Krabbabók:

    Mia og Lias leita og leita.

    Ein fitt søga, sum er løtt at lesa.

    Nógvar stuttligar myndir.

  • Mona og Boas
    Mona og Boas

    Krabbabók:

    Bæði dukkan Mona og revurin Boas vilja eiga dukkuhúsið.

  • Tula er vát
    Tula er vát

    Krabbabók:

    Tula er ein bamsa, sum Ása eigur. Eli finnur hana á bønum, og hon er bæði vát og køld.

  • Hervør og Høgni í triðja - Grundbók
    Hervør og Høgni í triðja - Grundbók

    Hetta er triðja lesibókin í føroyskum í røðini um Hervør og Høgna. Bókin byggir á tær báðar undanfarnu bøkurnar, Hervør og Høgni í skúla og Hervør, Høgni og hini. Triðja bókin, ið hevur støði í heimligum umhvørvi, skal læra næmingin nýggj orð og hjálpa honum at automatisera…

  • Hervør og Høgni í triðja - Lærarabók
    Hervør og Høgni í triðja - Lærarabók

    Lærarabók til Hervør og Høgni í triðja. Hugskot, Umrøðuevni, Faktapartur, Bókalisti, Arbeiðsbók og Svarlisti til Arbeiðsbók er til hvørt uppslag í lesibókini.

     

    Myndprýtt bókina hava Janus Guttesen, Hannis Egholm og Kari Roarsdóttir.

  • Les 3 - Ástøði
    Les 3 - Ástøði

    Les. Ástøði er partur av Les røðini, men er eisini ein sjálvstøðug ein. Bókin viðger ymisku tekstasløgini, og hvussu hesi kunnu greinast. Tekstasløgini umfata prosaskaldskap, yrkingar, ævintýr, sagnir, kvæði og yrkistekst. Harumframt er eitt kapitul um myndagreining, og eitt…

  • Les 3 - Arbeiðsbók
    Les 3 - Arbeiðsbók

    Les 3. Arbeiðsbók er ætlað at verða brúkt í samband við viðgerð av tekstunum í savninum Les 3.

  • Les 3
    Les 3

    Les 3

    Tekstasavn

    Les 3 er triðja bók í Les røðini. Tekstasavnið er ætlað til føroyskt í 10. flokki. Tekstasavnið er uttan iva eisini væl egnað til føroyskt á C í miðnámi. Høvðusevnið í tekstasavninum er lívsvirðir í samfelgsligum høpi, og bókin er býtt í fimm partar, sum viðgera hvør sítt…

  • Eg skrivi 8
    Eg skrivi 8

    Eg skrivi 8

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Nú er 8. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Við bókini er hefti á 47 blaðsíður við útfyllingarfyrisøgnum.

    Ætlanin er, at tað skulu vera 9 bøkur tilsamans. Eg skrivi-bøkurnar eru ikki ætlaðar ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4.…

  • Ikki geva mær at eta!
    Ikki geva mær at eta!

    Hetta er ivaleyst ein søga, ið nógv børn kenna seg aftur í. So leingi Jóna minnist, hevur hon ynskt sær eina kettu. Men tað gera mamman og pápin ikki. Tey vilja heldur hava gullfiskar. Vit verða so bundin av kettu, siga tey. Men knappliga ein dagin sigur ein tjúkk, reyð ketta á…

  • Teskispælið
    Teskispælið

    Teskispælið

    Krabbabók

    ”Fáar barnabøkur seta ljóskastaran á harðskap ímóti børnum. Tí er Teskispælið er kærkomin bók, sum eg avgjørt viðmæli.” Soleiðis skrivaði Margrethe Brun Hansen, barnasálarfrøðingur, tá ið nýggja bókin eftir Morten Dürr, Teskispælið, kom út í heyst.

    Í Danmark verður…

  • Frøkun Ignora – tá ið mamman vitjar
    Frøkun Ignora – tá ið mamman vitjar

    Frøkun Ignora – tá ið mamman vitjar

    Frøkun Ignora í torninum 6

    Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, fær knappliga ein dagin vitjan av mammu síni, sum hvarv tá ið Ignora var lítil genta. Hóast Ignora er ill við mammu sína, lovar hon henni inn, men alt er ikki gaman.

     

    Katrine Marie Guldager hevur skrivað og Anna Maria Reinert Jensen hevur…

  • Frøkun Ignora og frøkun Greta
    Frøkun Ignora og frøkun Greta

    Frøkun Ignora og frøkun Greta

    Frøkun Ignora í torninum 7

    Frøkun Ignora og frøkun Greta

     

    Er frøkun Ignora lítið fegin um, at mamman er komin undan kavi aftur, verður hon ikki glaðari, tá ið systir hennara eisini kemur á gátt. Tí systirin krevur at fáa meiri upp á talerkin enn Ignora, og so tekur hon eisini so nógv pláss.

     

    Katrine…

  • Ynskibarnið
    Ynskibarnið

    Ynskibarnið

    Krabbabók

    Tá ið Ynskibarnið var skrivað, var loyvt støkum at ættleiða børn úr Kina. Síðan hava kinesisku myndugleikarnir hert krøvini til ættleiðingarforeldur. Vit kunnu kjakast um orsøkirnar til tað, men kanska hava tey viljað sett barnsins tørv í fremstu røð. Helst hevur hugsanin…

  • Kalt blóð 4 - Tú ert deyður, Teitur
    Kalt blóð 4 - Tú ert deyður, Teitur

    Kalt blóð 4 - Tú ert deyður, Teitur

    Kalt blóð 4 - krabbabók

    Tú ert deyður, Teitur er fjórða bókin í røðini Kalt blóð. Hon snýr seg um systkini Sigrið og Teit, ið eru stødd á posthúsinum, tá ið ránsmenn knappliga koma. Tá ið húgvan hjá tí eina ránsmanninum fer av, sær Teitur, hvør ránsmaðurin er. Tá ið ránsmenninir halda á dyr, hava tey…

  • Kalt blóð - Tey horvnu børnini
    Kalt blóð - Tey horvnu børnini

    Kalt blóð - Tey horvnu børnini

    Kalt blóð 1 - Krabbabók

    Teitur gongur heim úr skúla. hann hugsar um tey níggju børnini, sum eru horvin.

    Eingin veit, hvat er vorðið av teimum. tey eru bara horvin.

    Teitur heldur hetta vera óhugnaligt.

    Hann hoyrir ikki bilin, sum koyrir beint aftan fyri hann...

    Jørn Jensen hevur skrivað. Hann er…

  • Kalt blóð 2 - Hin svaki professarin
    Kalt blóð 2 - Hin svaki professarin

    Kalt blóð 2 - Hin svaki professarin

    Kalt blóð 2 - krabbabók

    Sigrið fer at vitja Teit á sjúkrahúsinum.

    Hon fer inn á skeiva stovu. har liggur ein ógvuliga sjúkur drongur.

    Hon skundar sær út. Men í somu løtu ber hon eyga við ein mann. var tað læknin? Og hvat gjørdi hann?

     

    Jørn Jensen hevur skrivað. Hann er føddur í Danmark í 1946,…

  • Sakarias traðkar á strikurnar
    Sakarias traðkar á strikurnar

    Sakarias traðkar á strikurnar er onnur av fimm bókum um drongin Sakarias. Á veg í skúla hoppar hann á flísunum. Traðkar tú at strikurnar millum flísarnar, kann tað hava óeydnu við sær. Ella hvussu?

     

    Naja Marie Aidt hevur skrivað. Hon er fødd í Grønlandi í 1963 og kom…

  • Kalt blóð 3 - Hin stóri dreygurin
    Kalt blóð 3 - Hin stóri dreygurin

    Kalt blóð 3 - Hin stóri dreygurin

    Kalt blóð 3- krabbabók

    Eitt stórt, myrkt skepilsi kemur til sjóndar.

    Tað kemur beint ímóti Teiti.

    Teir renna saman.

    Teitur starir upp í andlitið á honum.

    Tað er bleikt og gulligt ... sum um hann er deyður.

    Triðja bókin í røðini.

    5. torleikastig - Bláur krabbi

    Jørn Jensen hevur skrivað. Hann er…

  • Mussa meg týsdagin
    Mussa meg týsdagin

    Mussa meg týsdagin er fitt søga um Elin, ið elskar Búa, sum er nýggjur í flokkinum. Hann hevur sagt, at hann ætlar at mussa tríggjar gentur týsdagin í vaskirúminum. Tey hava kastað kut, og Lisa og Maria og Elin vunnu. Elin stúrir, men innanst inni kennist tað eisini…

  • Sakarias og hini
    Sakarias og hini

    Sakarias og hini er fyrsta av fimm bókum um drongin Sakarias, ið veksur upp saman við mammu síni og tveimum eldri beiggjum. Beiggjarnir arga Sakarias og siga, at hann líkist eini gentu. Men Sakarias heldur, at hann líkist mest sær sjálvum. Og hann er væl nøgdur at eita…

  • Pál fer til læknan
    Pál fer til læknan

    Hetta er stuttlig søga um Pál og pápan. Pál hevur ilt í oyranum og fer til læknan. Men knappliga verður læknin ússaligur og má leggja seg.

    Hildigunn Niclasen týddi. Bókin er bólkað til 3. torleikastig. Pál fer til læknan er onnur bókin í krabbarøðini um Pál. Hon…

  • Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á
    Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á

    Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á

    Sólin sá bil og bát í á

    Súlubók 4 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu átta bókstavirnar í Súluni.

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni. Teksturin er ætlaður at læra næmingarnar at lesa…

  • Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á
    Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á

    Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á

    Sólin sá Ásu og ÿla í á

    Súlubók 3 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu sjey bókstavirnar í Súluni. 

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni. Teksturin er ætlaður at læra næmingarnar at…

  • Súlan - Lærarabók
    Súlan - Lærarabók

    Lærarabókin er ætlað sum uppskot og hugskot til lærarar um, hvussu teir kunnu arbeiða við bókstava- og ljóðbókini Súlan.

  • Súlan - Bókstava- og ljóðbók
    Súlan - Bókstava- og ljóðbók

    Súlan - Bókstava- og ljóðbók

    Bókstava- og ljóðbók

    Bókin Súlan er ætlað sum undirvísingartilfar í føroyskum í 1. flokki. Í bókini lesa og arbeiða børnini við bókstavunum og tvíljóðunum. Hvør bókstavur fyllir eina opnu. Á aðrari síðuni er ein sangur, á hinari lættur tekstur, sum er skrivaður uppá rím.

    Lærari og…

  • TRAS. Blað
    TRAS. Blað

    Sernámsdepilin hevur saman við Mentamálaráðnum og Føroya Skúlabókagrunni tikið stig til at geva út tilfar at nýta á dagstovnum.

    Tilfarið er upprunaliga norskt, og granskarar og starvsfólk á stovnum, sum arbeiða við børnum við málsligum trupulleikum og…

  • TRAS
    TRAS

    TRAS

    Handbók

    Sernámsdepilin hevur saman við Mentamálaráðnum og Føroya Skúlabókagrunni tikið stig til at geva út tilfar at nýta á dagstovnum.

    Tilfarið er upprunaliga norskt, og granskarar og starvsfólk á stovnum, sum arbeiða við børnum við málsligum trupulleikum og…


13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig hjún" eru løgd á leikritasíðuna á Snar.

Les meira
24.10.2023

Tvær plakatir til Punktum eru lagdar á Snar. Punktum er mállærubók til hádeild mállærubókina til hádeild.

Les meira