Skip to main content

Útgávur

Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 2
Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 2

Hetta er seinna arbeiðsheftið til lesibókina Hervør, Høgni og hini. Arbeiðsheftið er tætt knýtt at lesibókini og er gjørt soleiðis, at næmingarnir í mest møguligan mun eru førir fyri at loysa…

Abbi og apan - Snípubók - 1 fjøður
Abbi og apan - Snípubók - 1 fjøður

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað…

Abbi og apan - Snípubók - 2 fjaðrar
Abbi og apan - Snípubók - 2 fjaðrar

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað…

Stutt mállæra
Stutt mállæra

Bókin er fyrst og fremst ætlað at stuðla næmingunum í føroyskari rættskriving, serliga í 8. og 9. flokki. Høvundarnir hava lagt seg eftir at hava alt tað við, sum lesiætlanin krevur av 9. flokki,…

Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk
Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk

Til mállærubókina Stutt mállæra verða gjørd tvey uppgávuhefti, annað til 8. flokk og hitt til 9. flokk. Hetta er heftið ætlað 8. flokki, men sum væl kann brúkast til 9. flokk. Í uppgávuheftinum…

Eg skrivi 4

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 4
Eg skrivi 4

Hetta er fjórða bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera…

Duruta og aðrar søgur

Hans Andrias Djurhuus í úrvali
Duruta og aðrar søgur
Duruta og aðrar søgur

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Duruta og aðrar søgur er Snípubók í røðini…

Kular Røtur - Sangbók

Ein góð sangbók til fólkaskúlan

Nýggj sangbók við sangum eftir Steintór Rasmussen o.ø. Nakrir av sangunum eru tíðarleysir, og aðrir eru um tað, sum børn hugsa nógv um beint nú. Á nýggju…

Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk
Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk

Svarlisti til Stutta mállæru. Uppgávur til 8. flokk. Í svarlistanum eru 39 uppgávur, ið allar kunnu loysast við at lesa í Stuttari mállæru, sum er grundbók.

Firvaldsbók 5

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin…

Kular Røtur - Fløga

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki útgivin…

Jólagávur - Snípubók - 1 fjøður
Jólagávur - Snípubók - 1 fjøður

Hetta er fjórða bókin í røðini gul Snípubók, ið er ætlað 7 til 10 ára gomlum børnum sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini. Hinar…

Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar
Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Hetta er fjórða bókin í røðini gul…

Les 1

Tekstasavn til framhaldsdeild
Les 1

Les 1 er heitið á fyrstu bók í nýggjari røð í trimum pørtum til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er tekstasavn, sum er skipað í sjey partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir verða bundnir…

Tú alfagra land mítt

- tjóðsangurin og søga hansara
Tú alfagra land mítt
Tú alfagra land mítt

Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar um tjóðsangin í 100 ár.

Tilfarið er einans teldutøkt.

Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk
Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk

Stutt mállæra er ætlað næmingum í 8. og 9. flokki. Í hesum heftinum, Uppgávur til 9. flokk, kunnu næmingarnir arbeiða við teimum evnum, sum verða viðgjørd í mállæruni.

Lærarin kann…

Eg skrivi 5

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 5
Eg skrivi 5

Eg skrivi 5, við undirheitinum: Skrivligt føroyskt til miðdeild, er 5. bókin í eini røð av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini eru ikki ætlað ávísum…

Føroyskir rithøvundar

- frá Hammershaimb til Oddfríð
Føroyskir rithøvundar
Føroyskir rithøvundar

Teldutøk rithøvundaskrá, skipað í tíðarrøð, við almennum inngangi um føroyskar bókmentir.

Kvæða- og vísuskrá
Kvæða- og vísuskrá

Á skránni er yvirlit yvir meginpartin av tí, ið komið er á prent, og sum kvøðið hevur verið í Føroyum. Skráin er skipað eftir heiti ella byrjunarreglu, stundum báðum, og víst verður til, hvar…

Kærleikssøga aldarinnar
Kærleikssøga aldarinnar

Kærleikssøga aldarinnar er sjálvævisøgulig og viðger hjúnalag Märtu Tikkanens við listarmannin Henrik Tikkanen. Savnið er eitt úrval av yrkingum úr Kærleikssøga aldarinnar, sum kom út á svenskum í…

  • Mina og Svarti
    Mina og Svarti

    Mina og Svarti

    Krabbabók

    Mina býr á eini trøð saman við Æsu og lombum hennara.

    Ein dagin kemur ein lastbilur, og úr lastini kemur eitt stórt, svart dýr. Tey standa sum kánus. Hvat er hatta? spyrja tey.

    Annað torleikastig - appilsingulur krabbi.

  • Firvaldur í Føroyum
    Firvaldur í Føroyum

    Firvaldur er millum vakrastu skordýr í heiminum. Summarfuglur, mølur og heygsmaður eru allir firvaldar.

    Í Føroyum eru flestu firvaldarnir smámølir. Firvaldur er allastaðni uttan á Suðurpólinum. Í Føroyum eru 155 sløg av firvaldi skrásett. 

    Bókin eru…

  • Teseus 5 - Lagnan
    Teseus 5 - Lagnan

    Eitt ýl hoyrist langt burtur. Tað er Minotaurus. Skrímslið bíðar innast í villiniborgini.

    Tey ungu stúgva seg saman. Tey eru bangin. Teseus trínur fram fyri tey. Lagnan er við okkum. Um vit halda saman, koma vit øll út aftur.

  • Jákup og bønastongin
    Jákup og bønastongin

    Jákup og mamman eru fátæk, tey hava ongan mat og ringar vónir um framtíðina ...

     til Jákup hittir ein lítlan mann við nøkrum gandabønum.

  • At kanna brotsgerðir
    At kanna brotsgerðir

    Fleiri hundrað prógv kunnu verða funnin á einum gerningstaði.

    Nøkur eru púra greið og sjálvsøgd, so sum fótaspor í kava ella ein hamari,sum hevur verið nýttur til at bróta ein rút.onnur prógv ber næstan ikki til at síggja. Serfrøðingar siga okkum,hvat ið hendir við…

  • Annika í Dímun
    Annika í Dímun

    Henda nýskrivaða søgan byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun.

    Hon var søkt á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett fyri at hava beint fyri dímunarbóndanum.

  • Mia verður njósnari
    Mia verður njósnari

    -Skulu vit spæla? spyr Mia. - Nei, sigur Tórur. Mia skilir einki.

    Men tá ið hon verður Njósnara-Mia, skilir hin ALT!

    Reyður krabbi - triðja torleikastig

  • Anton hevur lím undir skónum
    Anton hevur lím undir skónum

    Kom upp í træið! Vinirnir hjá Antoni sita ovast í trænum.

    Anton vil fegin upp hagar, men hann torir ikki. Hann hevur fingið lím undir skógvarnar.

  • Vandamikil dýr
    Vandamikil dýr

    Hvussu loypur krokodilla á? Hví berjast áarross? Og hvussu drepur eiturkoppur fong sín?

    Í hesi bókini finnur tú svarini og fært nógva aðra spennandi vitan um vill og vandamikil dýr. Dýr kunnu vera vandamikil av ymiskum orsøkum. Tey kunnu vera bangin, svong ella royna…

  • Tunnilin
    Tunnilin

    Elsa og tey koyra í bili. Tey koyra inn í ein tunnil.

    Nær endar hann? So steðgar bilurin

  • Messi
    Messi

    91 mál. So nógv mál skoraði Messi í 2012. Tað er heimsmet.

    Les um málini hjá Messi og um Messi sum barn. Og fá at vita, hvussu nógv reyð kort Messi hevur fingið.

  • Hvítabjørnin
    Hvítabjørnin

    Hvítabjørnin er størsta ránsdjór, sum livir á landi. Hon heldur til í Arktis.

    Í bókini kanst tú lesa um veiðu, ungar og kendar hvítabjarnir. Les eisini um, hví tann stóra hvítabjørnin er eitt hótt djór.

  • Safaripápi
    Safaripápi

    Pápi Idu og Eli dámar so væl tey villu dýrini. Nú skal øll familjan á safari í Afrika!

    Tað kundi verið ein góður túrur - um bara pápin ikki var so býttliga djarvur. Áðrenn tey vita av, hevur hann lopið hvøkk á sebrurnar og fingið eina gorillu at koma eftir teimum. Og…

  • Ronaldo
    Ronaldo

    Ronaldo er ein av heimsins bestu fótbóltspælarum. Fótbólturin hevur gjørt hann ríkan.

    Men visti tú, at hann fekk skurðviðgerð í hjarta sum smádrongur? Les um Ronaldo, málini og lívið uttan fyri vøllin.

  • Læst
    Læst

    Stóribeiggin larmar, og Inga vil hava frið at lesa. Hon fer við blaðnum inn á vesið.

    Endiliga kann hon lesa í frið. Men so sløkkir stóribeiggin ljósið. Og Inga fær ikki vesihurðina upp aftur. Nú er tað ikki stuttligt longur.

  • Við fullari ferð
    Við fullari ferð

    Eirikur setur seg á sletuna.Hann setir frá við beinunum og fer av stað.

    Við fullari ferð. Hann má blunda. So rakar hann okkurt. Okkurt, sum ýlir og fer upp í loft, áðrenn tað dettur niður aftur á brekkuna. So verður alt kvirt.

    Lilla krabbabók-4.torleikastig

  • Atli noyðist at lesa hart
    Atli noyðist at lesa hart

    Atli heldur næstan alt vera ræðuligt.

    Serliga at tosa hart fyri flokkinum um royðrina. Tað skal hann næsta fríggjadag. Men meira Atli veit um royðrina, djarvari verður hann.

    Lilla krabbi - 4. torleikastig

  • Rætt ella skeivt
    Rætt ella skeivt

    19 meir og minni ósannlíkar søgur.

    Tað, sum ljóðar veruligt, kann vera fullkomiliga skeivt. Í bókini fært tú meira at vita um millum annað víkingar, fyrra heimsbardaga og olympisku leikirnar.

  • Skúlating stinka
    Skúlating stinka

    Stina gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating.

    Alt er í lagi, tá hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Pápin er í London, og mamman skilir ikki, hvat Stina upplivir í skúlanum, tí alt gongur so væl heima, men…

  • Skúlaspøkilsi
    Skúlaspøkilsi

    Tey siga, at tað spøkir i skúlanum. Alda ætlar at prógva, at tað passar ikki.

    Tá ið flokkurin skal sova í skúlanum, lokkar hon Gudný við sær oman í ta stongdu gongina. Tað skuldi hon ongantíð gjørt!

  • Teseus 4 - Tey svørtu seglini
    Teseus 4 - Tey svørtu seglini

    Ægeus ristir syrgin við høvdinum.Eg fái ikki frið á mær, fyrr enn tú ert aftur her.

    Eg fari at sita úti á klettunum hvønn dag og bíða. Erebos fer at vera eygu míni. Hann fer at siga mær frá, tá ið skipið hjá tær kemur aftur. Brúka tey hvítu seglini, um tú ert á lívi.…

  • Teseus 3 - Óreina ætlanin hjá Medeu
    Teseus 3 - Óreina ætlanin hjá Medeu

    Ja, men tað man Teseus fara at klára. Tú sigur hann vera ein raskan stríðsmann? Nú er røddin á Medeu aftur spotsk.

    Men ein sovorðin hetja er hann kanska ikki? Linos skundar sær inn aftur í kamarið. Teseus, tey fara at senda teg út eftir hinum hvíta tarvinum við…

  • Teseus 2- Kongssonurin
    Teseus 2- Kongssonurin

    Teseus fer út á sandin. Hinumegin stendur Arion. Vøddarnir eru sum tog undir húðini.

    Hann hyggur vanvirðisligaat Teseusi. Latið dystin byrja, sigur kongurin.

  • Ein móti øllum!
    Ein móti øllum!

    Ein móti øllum!

    K fyri Karin 5

    Malja sleppur ikki inn í holuna hjá dreingjunum. Teir siga, at hon luktar.

    Karin heldur dreingirnar vera óreinar. Hon heldur tað verða synd í Malju. Men so ger Malja nakað býtt. Nú veit Karin nóg illa, hvat hon skal halda. Er tað framvegis synd í Malju?

    Fjórða…

  • Sova hjá Malju
    Sova hjá Malju

    Sova hjá Malju

    K fyri Karin 4

    Ria og Julia skulu sova hjá Malju. Karin sleppur ikki, tí hon er sjúk.

    Hon sleppur heldur ikki at skreiða. Og tá ið hon endiliga verður frísk, er kavin farin. Men fer hon so at sleppa at sova hjá Malju?

    Fjórða torleikastig - violettur krabbi

  • Mussa meg nú!
    Mussa meg nú!

    Mussa meg nú!

    K fyri Karin 3

    Karin og vinkonurnar spæla mussispæl saman við dreingjunum í pútirúminum. Karin vil fegin mussa Leiv, men ikki fríggja, soleiðis sum Julia ger.

  • Skulu vit ganga saman?
    Skulu vit ganga saman?

    Karin erforelskað í Búgva. Hon hevur keypt honum eina gávu. Ein dagin fær hon eitt sms frá Búgva.

    Hann spyr, um tey skulu ganga saman. Karin verður glað. Men so fær Ria eitt sms við sama spurningi. Tá so Julia eisini fær sama sms, verður alt ein…

  • Trapputrinus
    Trapputrinus

    Í bókini eru 17 fitt, smá rím: Mánaferðin hjá Lítluni - Allir seyðamenn í Hesti - Veltipetur - Knút - Trapputrinis og mong onnur skemtilig rím.

  • Teseus 1- Tey trý portrini
    Teseus 1- Tey trý portrini

    Í gráu skýmingini hoyrir Teseus hin villa láturin. Barnið fer at skelva av ljóðinum.

    Teseus reisist og fer út. Eitt hart ljóð fær hann at hyggja aftur um seg.Aftan fyri hann stendur hin størsta súgvin, hann nakrantíð hevur sæð.Hon er meira enn tríggjar ferðir so stór…

  • At leita eftir morðslóðum
    At leita eftir morðslóðum

    Ótrúlig gransking av brotsverkum - Hvussu krógvaðar slóðir avdúka sannleikan

    Prógv í hundraðtali finnast á gerningsstøðum. Nøkur eru greið og sjálvsøgd so sum fótaspor í kavanum ella ein hamari, sum er nýttur at bróta ein rút.

    Onnur eru næstan ósjónlig fyri…


13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig hjún" eru løgd á leikritasíðuna á Snar.

Les meira
24.10.2023

Tvær plakatir til Punktum eru lagdar á Snar. Punktum er mállærubók til hádeild mállærubókina til hádeild.

Les meira