Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Tað eru tvær mannagongdir at rita inn á unilogin við skulin.fo-brúkaranum. Hesar síggjast á myndunum niðanfyri.  Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndirnar betri: Unilogin - innritan

i-bøkur - Yvirlit

Alisfrøði og evnafrøði 2 - Arbeiðsbók
Alisfrøði og evnafrøði 2 - Arbeiðsbók

Í arbeiðsbókini eru 34 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum skulu lætta um innlæringina. Høvuðsevnini eru evnafrøði, magnetisma, bústaðarupphiting og rørsla og rúmd.

Harumframt eru uppgávur til…

Alisfrøði og evnafrøði 2 - Lærarabók
Alisfrøði og evnafrøði 2 - Lærarabók

Í lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi royndunum, ella at ávíst evni er gjølligari viðgjørt. Harumframt eru undir heitinum Tippa…

Stutt mállæra
Stutt mállæra

Bókin er fyrst og fremst ætlað at stuðla næmingunum í føroyskari rættskriving, serliga í 8. og 9. flokki. Høvundarnir hava lagt seg eftir at hava alt tað við, sum lesiætlanin krevur av 9. flokki,…

Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk
Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk

Til mállærubókina Stutt mállæra verða gjørd tvey uppgávuhefti, annað til 8. flokk og hitt til 9. flokk. Hetta er heftið ætlað 8. flokki, men sum væl kann brúkast til 9. flokk. Í uppgávuheftinum…

Eg skrivi 4

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 4
Eg skrivi 4

Hetta er fjórða bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera…

Eg skrivi 1

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 1
Eg skrivi 1

Eg skrivi 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt føroyskt til miðdeild fólkaskúlans. Hetta er fyrsta bók í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.…

Eg skrivi 2

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 2
Eg skrivi 2

Hetta er onnur bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Gunnvá Dam hevur skrivað og Edward Fuglø hevur teknað. Eg skrivi 1 kom út á sumri 2003.…

Firvaldsbók 1
Firvaldsbók 1

Firvaldsbók 1 er nú komin í broyttari og øktari útgávu. Størsta broytingin er, at uppgávurnar eru gjørdar lættari, so næmingarnir fyrr kunnu byrja at brúka bókina. Firvaldsbøkurnar eru ætlaðar sum…

Lær teg enskt
Lær teg enskt

Lær teg enskt er ætlað undirvísingini í framhaldsdeild fólkaskúlans, miðnámskúlum og hægri skúlum, men hon er eisini væl hóskandi til sjálvlestur hjá teimum, sum vilja læra seg enskt. Bókin er…

Søga okkara 2 - Arbeiðshefti
Søga okkara 2 - Arbeiðshefti

ÿtlanin við arbeiðsheftinum er at arbeiða meira við teimum evnum, ið næmingurin hevur verið ígjøgnum í søgubókini. Hvør táttur er skipaður við spurningum og kjak- og verkevnum. Næmingurin finnur…

Alisfrøði og evnafrøði 3 - Arbeiðsbók
Alisfrøði og evnafrøði 3 - Arbeiðsbók

Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á arbeiðsbókini eru 56 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum skulu lætta um innlæringina. Harumframt eru uppgávur at arbeiða við heima ella í skúlanum.

Alisfrøði og evnafrøði 3 - Lærarabók
Alisfrøði og evnafrøði 3 - Lærarabók

Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi royndunum, ella at ávíst evni er gjølligari…

Les 1

Tekstasavn til framhaldsdeild
Les 1

Les 1 er heitið á fyrstu bók í nýggjari røð í trimum pørtum til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er tekstasavn, sum er skipað í sjey partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir verða bundnir…

Mandy on holiday - Workbook
Mandy on holiday - Workbook

Arbeiðsbókin (the workbook) til Mandy on holiday. Í arbeiðsbókini eru uppgávur, har næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum. Uppgávurnar eru fjølbroyttar. Næmingar læra best, tá ið teir…

Mandy on holiday - Grundbók

Lesibók við fløgu
Mandy on holiday - Grundbók
Mandy on holiday - Grundbók

Føroyskt tilfar til enskundirvísingina.

Una Poulsen, lærari í Vestmanna, hevur skrivað og skipað tilfar til eina nýggja føroyska bókarøð ætlað 4. flokki. Tríggjar bøkur mynda bókaheildina…

  • Støddfrøði 8 - Uppgávubók

    Støddfrøði 8 - Uppgávubók

    Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans

    Støddfrøði 8 - Uppgávubók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki.

    Støddfrøði 8 fevnir um:

    • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin…
  • Søga 6 - Læraravegleiðing

    Søga 6 - Læraravegleiðing

    spírar til nútíðarsamfelagið

    Læraravegleiðingin til Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið, er eins og næmingabókin býtt upp í 6 høvuðspartar, umframt 5 smærri partar um søguligar persónar, og hava partarnir sama heitið sum í næmingabókini. Í hvørjum parti verður sagt frá endamálinum við tekstinum…

  • Støddfrøði 8 - Grundbók

    Støddfrøði 8 - Grundbók

    Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans

    Støddfrøði 8 - grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki.

    Støddfrøði 8 fevnir um:

    • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin…
  • Gaia 6 - Grundbók

    Gaia 6 - Grundbók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 6, grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 6. flokki.

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Gaia 6 - Arbeiðsbók

    Gaia 6 - Arbeiðsbók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 6, arbeiðsbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 6. flokki.

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Søga 6 - Næmingabók
    Søga 6 - Næmingabók

    Søga 6 - Næmingabók

    spírar til nútíðarsamfelagið

    Í bókini er dentur lagdur á at greiða frá søguni um, hvussu fólkaræði spretti og vaks til tað, sum tað er í dag. Sum heild er dentur lagdur á tann týdning, sum lógir og rættarskipan hava havt upp í gjøgnum øldirnar. Uttan lógir og eina vælvirkandi rættarskipan hevði neyvan…

  • Rokning 6 - Avritsmappa

    Rokning 6 - Avritsmappa

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 6, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki.. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Avritsmappan verður bara seld sum ibók.


    Høvuðspartarnir í…

  • Rokning 5 - Avritsmappa

    Rokning 5 - Avritsmappa

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 5, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 5. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Avritsmappan verður bara seld sum ibók. 


    Høvuðspartarnir í…

  • Gaia 5 - Arbeiðsbók

    Gaia 5 - Arbeiðsbók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 5, arbeiðsbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 5. flokki.

     

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Gaia 5 - Grundbók

    Gaia 5 - Grundbók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 5, grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 5. flokki.

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Støddfrøði 7 - Lærarabók

    Støddfrøði 7 - Lærarabók

    Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans

    Støddfrøði 7 - lærarabók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 7. flokki.

    Støddfrøði 7fevnir um:

    • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin vendir…
  • Nem mál í sætta

    Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í sætta.

    Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og málføriuppgávur. Afturat hesum eru venjingaruppgávur og avbjóðandi uppgávur, sum liggja í ibókini og á snar. Til málføriuppgávurnar eru ljóðfílur, sum…

  • Gaia 4 - Arbeiðsbók

    Gaia 4 - Arbeiðsbók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 4, arbeiðsbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 4. flokki.

     

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Gaia 4 - Grundbók

    Gaia 4 - Grundbók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 4, grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 4. flokki.

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Støddfrøði 7 - Upggávubók

    Støddfrøði 7 - Upggávubók

    Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans

    Støddfrøði 7 - Uppgávubók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 7. flokki.

    Støddfrøði 7 fevnir um:

    • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini