Skip to main content


Skúli og undirvísing

Heimasíður

Útgávur

Heimurin 1.

Vit kunna okkum um heimin
Heimurin 1.
Heimurin 1.

Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og…

Heimurin 2

Vit kunna okkum meira um heimin
Heimurin 2
Heimurin 2

Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í…

Heimurin 3

Sólskipanin
Heimurin 3
Heimurin 3

Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6.…

Heimurin 4

Streymur og sjóvarfall
Heimurin 4
Heimurin 4

Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar.…

  • Føroyakort 1:200 000

    Føroyakort 1:200 000

    Føroyar 1:200 000

    Nýtt Føroyakort

    Kortfrøðingurin á Umhvørvisstovuni, Hans Olof Engberg, hevur teknað nýtt Føroyakort, sum Nám gevur út.

    Kortið, sum Umhvørvisstovan hevur ment saman við Námi, byggir á sama støðið sum størru Føroyakortini, og hevur nøvn, ið…

  • Føroyakort

    Føroyakort

    Føroyar 1:100 000

    Kortfrøðingurin á Umhvørvisstovuni, Hans Olof Engberg, hevur teknað Føroyakortið, sum upprunaliga kom út saman við ”Atlas til heim og skúla” (Nám 2014), tá Rói Højgaard teknaði tað.

    Á kortinum eru fleiri enn 1.700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent. Bygt…

  • Heimurin - Laminerað veggjakort

    Heimskortið Heimurin (Nám 2022) er eitt dagført politiskt veggjakort, sum er í stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). Kortið er umsett úr enskum. Á kortinum eru øll staðarnøvn, lond og landafrøðilig fyribrigdi, so sum fjallarøðir og havleiðir, umsett, so…

  • Evropa - Laminerað veggjakort

    Veggjakortið ”Evropa” (Nám 2021) er eitt hæddarkort, sum er í  stødd 1:5 000 000 (113 x 93 cm). Kortið er umsett úr enskum.

    Eins og heimskortið hjá Námi, ”Heimurin”, er Evropakortið umsett úr enskum við støði í kortum hjá Collins Bartholomew, ið er heimsins elsta…

  • Atlas til heim og skúla
    Atlas til heim og skúla

    Atlas til heim og skúla vendir sær til húskið og skúlaverkið í Føroyum. Atlas til heim og skúla tekur støði í ensku útgávuni Collins Student World Atlas, sum Erla Olsen hevur týtt til føroyskt.

    Umframt landakort eru eisini gjørd…

  • Landafrøði 1-3 - Lærarabók (netútgáva)
    Landafrøði 1-3 - Lærarabók (netútgáva)

    Lærarabókin er einans givin út sum netútgáva. Hon kann lesast her. Tað ber til at taka útgávuna niður og skriva hana út.

    Lærarabók - Netútgáva Lærarabókin byrjar við partinum Kunnleiki og námsfrøði. Her verður lýst, hvussu bøkurnar samsvara við…

  • Landafrøði 2
    Landafrøði 2

    Landafrøði 2 viðger mentan og samfelag; hvussu menniskju brúka og broyta jørðina. Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka, og at enda Landafrøði og politikkur.

    Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum…

  • Landafrøði 3
    Landafrøði 3

    Landafrøði 3 viðger heimspartarnar  í seks pørtum: Evropa, Asia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika og Osiania.

    Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann takast niður <a&hellip;

  • Landafrøði 1

    Landafrøði 1 viðger náttúrulandafrøði í fýra pørtum: Jørðina og kortini, Jarðarskorpuna, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini. 

    Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann takast niður <a&hellip;

  • Føroyakort (seinast dagført 2020)
    Føroyakort (seinast dagført 2020)

    Føroyakortið, sum er í stødd 1:100 000 (120x80 cm), er teknað í Føroyum. Á Føroyakortinum eru fleiri enn 1700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent.

    Umhvørvisstovan dagførir Føroyakortið fyri Nám. Skrivast kann á kortið, ið er laminerað og kann brúkast sum…

  • Evropa kort - putlispæl
    Evropa kort - putlispæl

    Spennandi putlispæl til børn í skúlaaldri, til byrjanar- og miðdeild. Høvi er at læra seg landanøvn, høvuðsstaðir, kendar býir í Evropa, kendar fjallarøðir, høv, stór vøtn í Evropa, fløgg hjá evropeisku londunum.

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð

    Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

  • Orka og fjarskifti
    Orka og fjarskifti

    Orka og fjarskifti

    Árbók fyri Føroyar 9

    Arbeiðsheftið til kapittul 9 í Árbók fyri Føroyar. Heftið er um orkuframleiðslu, orkukeldur og altjóða royndir at fyribyrgja dálking. Eisini verður greitt frá telesambandi og postflutningi, og nógvar uppgávur og spurningar eru í heftinum. Heftið kann nýtast í lærugreinunum…

  • Noreg
    Noreg

    Noreg

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru ferðavinnan og ferðasambandið so góð, at fólk flytur ikki burtur. Alt gongur so skjótt í Stavangri, tað hevur oljan gjørt; men hetta kann fara líka so skjótt, sum tað…

  • Oyðimørkin veksur
    Oyðimørkin veksur

    Í bókini Oyðimørkin veksur verður greitt frá gongdini í Afrika frá fyrstu menniskjuni til okkara tíð. Kanska hevði eingin hungursneyð verið í Afrika í dag, um rættstundis varð byrjað við fyribyrgjandi tiltøkum. Á hvørjum ári verður eitt øki av góðari landbúnaðarjørð, 50 ferðir…

  • Svøríki
    Svøríki

    Svøríki

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvinna, fiskiskapur og námsvinna hava ikki so nógv at siga sum áður. Hátøkniligi ídnaðurin flytur vørur um allan heim, alt, ið hugsast kann. 3 sjónbond um Svøríki kunnu…

  • Vinnubýti
    Vinnubýti

    Vinnubýti

    Árbók fyri Føroyar 4

    Arbeiðshefti til kapittul 4 í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum eru uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini í stuttum frá vinnulívsviðurskiftum og vinnuhagtølum. Heftið kann nýtast í lærugreinum sum søgu/samtíð og landalæru, men eisini í evnum sum…

  • Vit í Norðurlondum
    Vit í Norðurlondum

    Vit í Norðurlondum

    Arbeiðsbók - til lærara og næming

    Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond nú. Í arbeiðsbókini eru uppskot til næmingaarbeiði við sjónbondum, kortum, tekstum, hagtølum og myndum úr næmingaheftunum. Eisini eru arbeiðsørk við uppskotum til uppgávur, sum…

  • Heimurin 7
    Heimurin 7

    Heimurin 7

    Veðurlag og gróðurbelti

    Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst og vindur, lágtrýst, ið flyta seg, sólvindur og monsunur, havstreymar, avfall,…

  • Sólskipanin
    Sólskipanin

    Sólskipanin

    Myndatalva

    Sólskipanin greiðir frá gongustjørnunum í okkara sólskipan og ferð teirra kring sólina.

    Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.

     

  • Nicaragua
    Nicaragua

    Nicaragua

    - eitt øðrvísi samfelag

    Til at lýsa gerandisdagin í Nicaragua skrivar Mary-Ann Jacobsen dagbøkur frá ferð síni har í 1987. Fyri at skilja støðuna tá betur verður í stuttum greitt frá søguni, landafrøðiligum og etniskum viðurskiftum í teksti, tølum og talvum. Nágreiniliga verður greitt frá…

  • Náttúra og umhvørvi
    Náttúra og umhvørvi

    Náttúra og umhvørvi

    Landafrøði. Arbeiðshefti

    Íheftinum eru uppgávur um jørðina, veðurlagið, havið, veðurlags- og gróðurbelti, jarðarknøttin, kort og Føroya jarðfrøði.

  • Náttúra og umhvørvi
    Náttúra og umhvørvi

    Jørð, luft og vatn eru frumevni, ið eru grundtreytir fyri livilíkindum hjá mannaættini. Hetta er náttúruumhvørvið. Í bókini verður greitt frá, hvussu jørðin melur í rúmdini, og hvussu hetta skipar eitt alheimsligt veðurlag og plantugróður, ið aftur eru karmar um…

  • Mentan og umhvørvi
    Mentan og umhvørvi

    Mentan og umhvørvi

    Landafrøði. Arbeiðshefti

    Í heftinum verða menniskjans vinnuvegir viðgjørdir; hvat vit virka, hvussu nógv vit virka, og til hvørji vit virka. Hefti gevur einum betri møguleika at skilja nógvar av teim trupulleikum, vit lesa um í bløðum ella hoyra um í útvarpi og sjónvarpi.

  • Lyklatøl um Føroyar
    Lyklatøl um Føroyar

    Lyklatøl um Føroyar

    Árbók fyri Føroyar 1

    Heftið er ætlað sum stuðul hjá næminginum at lesa og skilja "Árbók fyri Føroyar", so at hann kann kunna seg um og viðgera ymisk viðurskifti í samfelagnum. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur, men greitt verður eisini frá í stuttum um sjálva Árbókina, hvat ið innihaldið…

  • Kirkjumál
    Kirkjumál

    Kirkjumál

    Árbók fyri Føroyar 20

    Bóklingurin Kirkjumál er ætlaður sum stuðul at lesa og skilja kapittul 20 í Árbók fyri Føroyar og viðger m.a. hesi evni: Hvat ger fólkakirkjan? Hvør er limur í fólkakirkjuni? Hvat gera kirkjuráðini? og hvat gera kirkjutænararnir? Aftast í bókini eru spurningar. Bóklingurin er…

  • Jim og ætt hansara
    Jim og ætt hansara

    Um tann 15 ára gamla Jim, sum, eftir at hann hevði búð 4 ár í Onglandi, í 1833 kom heimaftur til Eldlandið, har hann aftur hitti ætt sína. Bókin byggir á dagbók Darwins og hóskar væl til evnislesnað.

  • Heimurin 5
    Heimurin 5

    Heimurin 5

    Heimurin í hagtølum og evnum

    Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins lond. Vinnur. Landbúnað. Ádnað. Uttanríkishandil. Búskap.

    Kunningarnar í…

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð. Svarlisti

    Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

  • Heimurin 6
    Heimurin 6

    Heimurin 6

    Ídnaðarlond og menningarlond

    Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða viðgjørd í hesum sambandi. Evnini heimsins fólkavøkstur, miðallívsævi, gjaldoyra,…


12.10.2022

Karina Petersen og systirin Lý skoða nýggja føroyakortið hjá Námi, sum kemur úr nýggja stórprentaranum hjá Føroyaprenti.

Les meira
02.06.2022

Í 1993 kom fyrsta føroyska atlas ”Heimsatlas”. Tá Nám helt fram við enn einum atlasi í 2014, “Atlas til heim og skúla”, vórðu eisini gjørd laminerað…

Les meira