Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Tunnuflakin
Tunnuflakin

Søgan er um Lín, sum var og ferðaðist hjá Hildu. Ein dagin bað Hilda Lín fara eftir mjólk. Hon fór oman at ánni, men tá sá hon, at hon slapp ikki yvirum. Tíbetur kom Jøkil. Bóklingurin kann nýtast…

Ása fer í skúla
Ása fer í skúla

Bókin er ætlað sum lesitilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bókin er lisin inn á band, og ætlanin við bandinum er, at børnini skulu kunna hoyra tekstin, meðan tey fylgja við í bókini og lesa…

Bíbliusøga fyri tey smáu
Bíbliusøga fyri tey smáu

Á bókini verða líknilsi og frásøgur úr Bíbliuni stutt endursøgd. Bókin er ætlað at nýta í kristni á byrjanarstigi.

Ása fer í skúla. Ljóðband
Ása fer í skúla. Ljóðband

Bókin er ætlað sum lesitilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bókin er lisin inn á band, og ætlanin við bandinum er, at børnini skulu kunna hoyra tekstin, meðan tey fylgja við í bókini og lesa…

Skapanin
Skapanin

Skapanin er stutt endursøgn úr skapanarsøguni í 1. Mósebók. Myndirnar, ið eru pappírsklipp úr fagurt littum silkipappíri, stuðla væl tekstin og eiga at kveikja áhuga og ans barnanna at gera…

Jesus sonur Guds úr Nasaret
Jesus sonur Guds úr Nasaret

Á løttum máli, við myndum og smáum uppgávum, verður greitt frá lívi Jesusar.

Hervør og Høgni í skúla - Bókstavakort
Hervør og Høgni í skúla - Bókstavakort

Bókstavakortini eru prentað á kartong í A-4 stødd. Hvørt kortið hevur eina mynd úr lesibókini saman við bókstavinum, ið er skrivaður bæði við stórum og lítlum. Sjálvljóðini eru reyð og hjáljóðini…

Rúmdin

Hvat gat eg sagt...
Rúmdin
Rúmdin

<span&hellip;

Havið

Hvat gat eg sagt...
Havið
Havið

<span&hellip;

Regnskógurin

Hvat gat eg sagt...
Regnskógurin
Regnskógurin

<span&hellip;

Firvaldsbók 2
Firvaldsbók 2

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin…

Firvaldsbók 4
Firvaldsbók 4

Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin…

Rinkusteinar

Barnasangir
Rinkusteinar
Rinkusteinar

Føroya Skúlabókagrunnur gevur út nýggja sangbók eftir Alexandur Kristiansen. Í bókini eru 99 barnasangir. Alexandur hevur áður givið tvær barnasangbøkur út, ið nú eru uppseldar, Kannubjølluvísur…

Handskrift - hvussu og hví?
Handskrift - hvussu og hví?

Handskrift – hvussu og hví? er framhald av røðini Betri handskrift. Heftið er sjálvsnám og er ætlað næmingum í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanum, til læraralesandi og lærarar sum heild. Heftið er…

Betri handskrift. Ástøði
Betri handskrift. Ástøði

Hetta er lærarahandbókin til bókarøðina Betri handskrift. Hon hevur áður verið tøk sum fyribils útgáva. Betri handskrift er undirvísingartilfar at nýta í skrivifrálæruni frá 1. flokki og uppeftir.…

Betri handskrift 1. - 2. flokkur
Betri handskrift 1. - 2. flokkur

Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving. Á røðini eru fýra næmingahefti til…

Betri handskrift  3. flokkur
Betri handskrift  3. flokkur

Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving. Á røðini eru fýra næmingahefti til…

Betri handskrift  4. flokkur
Betri handskrift  4. flokkur

Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving. Á røðini eru fýra næmingahefti til…

Betri handskrift  5. flokkur
Betri handskrift  5. flokkur

Skrivibókarøðin Betri handskrift er ætlað at geva næmingunum eina týðiliga, skjóta handskrift og at geva lærarum eitt fullfíggjað undirvísingartilfar til skriving. Á røðini eru fýra næmingahefti…

Sóljan

Skrivibók
Sóljan
Sóljan

Sóljan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Endamálið við bókini er at venja børnini…

Smæran

Skrivibók
Smæran
Smæran

Smæran er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum á byrjanarstigi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva henni sín persónliga dám. Endamálið við bókini er at venja børnini…

Summardáin

Skrivibók
Summardáin
Summardáin

Summardáin er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 2. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu…

Blákollan

Skrivibók
Blákollan
Blákollan

Blákollan er ætlað sum ein hjálp til skriving í føroyskum. Tilfarið hóskar til 3. flokk, men kann sjálvandi eisini nýtast í øðrum sambandi. Bókin er til at skriva í, soleiðis at børnini kunnu geva…

Mýrifípan

Skrivibók
Mýrifípan
Mýrifípan

<span&hellip;

Krøkjan

Skrivibók
Krøkjan
Krøkjan

<span&hellip;

Baldursbráin

Skrivibók
Baldursbráin
Baldursbráin

<span&hellip;

Akkuleyan

Skrivibók
Akkuleyan
Akkuleyan

<span&hellip;

Stuttlig plusstøl 0-20
Stuttlig plusstøl 0-20

Bókin er eykatilfar í støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at leggja saman. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu…

Stuttlig minustøl 0-20
Stuttlig minustøl 0-20

Bókin er eykatilfar til støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at draga frá. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu…

Stuttlig pluss- og minustøl 20-100
Stuttlig pluss- og minustøl 20-100

Hetta er triðja heftið í røðini um Stuttlig tøl komin. Stuttlig pluss- og minustøl 20-100 er eykatilfar til støddfrøði í byrjanarundirvísingini. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu…

  • Hey! - Matur og mentan

    Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

    Heftið snýr seg um føroyskan mat í sambandi við veitslu og siðir í sambandi við veitslur.

  • Hey! - Høgtíðir og merkisdagar

    Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

    Hetta heftið snýr seg um serstakar dagar, høgtíðir, stevnur og festivalar í Føroyum. Heftið fylgir árinum, og ætlanin er, at tað…

  • Støddfrøði 8 - Uppgávubók

    Støddfrøði 8 - Uppgávubók

    Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans

    Støddfrøði 8 - Uppgávubók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki.

    Støddfrøði 8 fevnir um:

    • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin…
  • Søga 6 - Læraravegleiðing

    Søga 6 - Læraravegleiðing

    spírar til nútíðarsamfelagið

    Læraravegleiðingin til Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið, er eins og næmingabókin býtt upp í 6 høvuðspartar, umframt 5 smærri partar um søguligar persónar, og hava partarnir sama heitið sum í næmingabókini. Í hvørjum parti verður sagt frá endamálinum við tekstinum…

  • Støddfrøði 8 - Grundbók

    Støddfrøði 8 - Grundbók

    Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans

    Støddfrøði 8 - grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki.

    Støddfrøði 8 fevnir um:

    • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin…
  • Punktum

    Punktum

    Mállæra til hádeild

    Punktum er ein handbók, sum fyrst og fremst er ætlað mállæruundirvísingini í hádeild. Hon er ein grundbók, sum tú brúkar frá 7. flokki og restina av fólkaskúlaárunum. Endamálið er at arbeiða við føroyskari mállæru, sum hóskar til ungdóm, tó at tað eisini ber til at brúka hana…

  • Dropar 7

    Dropar 7

    Lesibók til 7. flokk

    Dropar er lesibók ætlað sjeynda flokki. Hetta er fyrsta bók av trimum lesibókum, sum eru ætlaðar teimum trimum stigunum í hádeild. Í bókini finnur tú dropar av skaldskapi, vit hava á føroyskum, og sum ritstjórnin hevur mett vera hóskandi til 7. floks næmingar.

  • Hey! - Á ferð i Føroyum

    Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

    Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði…

  • Gaia 6 - Arbeiðsbók

    Gaia 6 - Arbeiðsbók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 6, arbeiðsbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 6. flokki.

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Gaia 6 - Grundbók

    Gaia 6 - Grundbók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 6, grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 6. flokki.

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Lestrarmenning

    Bókin er í fýra pørtum. 1) Nýggj á miðnámi, 2) Lestrar- og arbeiðshættir, 3) Vísindaástøði og 4) Miðlan og samskifti.

    Lestrarmenning er tilfar bæði til næmingar, lærarar, læraratoymið og vegleiðarar á…

  • Søga 6 - Næmingabók
    Søga 6 - Næmingabók

    Søga 6 - Næmingabók

    spírar til nútíðarsamfelagið

    Í bókini er dentur lagdur á at greiða frá søguni um, hvussu fólkaræði spretti og vaks til tað, sum tað er í dag. Sum heild er dentur lagdur á tann týdning, sum lógir og rættarskipan hava havt upp í gjøgnum øldirnar. Uttan lógir og eina vælvirkandi rættarskipan hevði neyvan…

  • Trap Føroyar

    Trap Føroyar lýsir føroysku náttúruna og landslagið, søgu, mentan, samfelags- og vinnulív umframt býirnar og bygdirnar. 71 granskarar og serfrøðingar – teir flestu føroyskir - eru komnir við sínum íkasti til hesa bók, ið snýr seg um tað, ið hevur størst týdning, úr Mykinesi…

  • Fólkaræði
    Fólkaræði

    Fólkaræði

    - hvat, hví og hvussu

    Fólkaræði er eitt stórt og fjølbroytt evni, ið er átrokandi at viðgera í hesum tíðum. Eftir at Berlinmúrurin fall í 1989, gekk fólkaræðið sína sigursgongd kring heimin, men seinastu áratíggjuni hava aðrar stýrisskipanir tikið seg fram og lagt fólkaræðið undir trýst. Fólkaræði…

  • Føroysk samfelagsfrøði B - Pappírsútgáva

    "Føroysk samfelagsfrøði – B-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á B-stigi í Føroyum. Bókin er í høvuðsheitum…

  • Føroysk samfelagsfrøði B - sBók

    "Føroysk samfelagsfrøði – B-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á B-stigi í Føroyum. Bókin er í høvuðsheitum…

  • Religión til miðnám - sBók

    Religión til miðnám fevnir um hesi øki:

    • Allýsingar av religión, ástøði um religión og lýsing av háttaløgum í vísindaligu greinunum antropologi, kanningararbeiði á staðnum, flokking, kognitiv religiónsvísindi, mentanargransking, sosiologi og strukturalisma
  • Roknihjól

    Roknihjólið er ætlað øllum næmingum í miðdeild og hádeild.

    Útgávan er eitt hjól til undirvísingina í støddfrøði. Ætlanin við útgávuni er at geva næmingum hjálp og upplýsing um ymisk støddfrøðilig hugtøk. Hetta er ein praktisk loysn, sum kann lætta um í…

  • Rokning 6 - Avritsmappa

    Rokning 6 - Avritsmappa

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 6, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki.. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Avritsmappan verður bara seld sum ibók.


    Høvuðspartarnir í…

  • Rokning 5 - Avritsmappa

    Rokning 5 - Avritsmappa

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 5, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 5. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Avritsmappan verður bara seld sum ibók. 


    Høvuðspartarnir í…

  • Orðaflokkarnir – Mállæra við myndum

    Orðaflokkarnir er ein stutt og greið yvirlitslýsing av hvørjum orðaflokki sær. Myndirnar við dømum gera tað lættari at fata frágreiðingarnar. Aftast í bókini er eitt yvirlit, sum vísir, hvussu orðaflokkarnir eita á føroyskum, latíni, donskum og…

  • Føroysk bókmentasøga 2

    Føroysk  bók­mentasøga 2 er um bókmentirnar í broyt­inga­ríku árunum frá 1900 til 1939. Samanborið við eldri tjóðarbókmentasøgur lýsir Føroysk bókmentasøga 2 bókmentir og skaldskap, sum føroyingar hava skrivað á føroyskum og donskum. Tað…

  • Hey! - Heima

    Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.

    Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

    Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði skrivaði. (Ungu…

  • Hey! - Á vitjan

    Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.

    Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

    Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði skrivaði. (Ungu…

  • Binda

    Tá ið vit skulu læra at binda, er fyrsta stigið at kasta uppá og at binda rætt og rangt. Hetta lærir tú við myndum, tekningum, stuttum og greiðum teksti og videobrotum við bókini Binda.

    Binda er ætlað øllum, sum vilja læra at binda. Bókin er serliga…

  • Føroyakort

    Føroyakort

    Føroyar 1:100 000

    Kortfrøðingurin á Umhvørvisstovuni, Hans Olof Engberg, hevur teknað Føroyakortið, sum upprunaliga kom út saman við ”Atlas til heim og skúla” (Nám 2014), tá Rói Højgaard teknaði tað.

    Á kortinum eru fleiri enn 1.700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent. Bygt…

  • Plantur til matna

    "Plantur til matna" er fyrsta lærubók til grønmetisframleiðslu, sum Nám hevur…

  • Færoæ & Færoa Reserata

    Færoæ & Færoa Reserata eftir Lucas Debes kom út í 1673. Bókin vakti ans og var longu í 1675 útgivin í enskari týðing, partar vóru eisini týddir til íslendskt, og í 1757 kom bókin út í týskari týðing.

    Lucas Debes (1623-1675) var danskur prestur, ið…

  • Tekstsløg og greiningarfrymlar (netútgáva)

    Á síðuni verða ymisk tekstsløg lýst. Umframt eru greiningarfrymlar til ymisk tekstasløg.


    Vanligt er at býta tekstir upp í tveir høvuðsbólkar: fagurbókmentir (eisini nevnt skaldskapur ella fiktión) og yrkisbókmentir (eisini…

  • Úr søgn og søgu

    Bókin er ein lýsing av føroyskum sagnum og hugsunarhátti hjá fólki í Føroyum, sum kemur fram í sagnunum.

    Í fyrsta parti vísir høvundurin, hvussu persónarnir í sagnunum verða lýstir, og síðani pátrúnna og gandin, har hann vil vísa, at hin føroyska pátrúgvin var ein…