Skip to main content

Fólkaskúli

Kettan, sum hvarv

Lætt lesing 3
Kettan, sum hvarv
Kettan, sum hvarv

Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tríggir firvaldar fóru á flog
Tríggir firvaldar fóru á flog

Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tann lítli murturin, sum vildi spæla
Tann lítli murturin, sum vildi spæla

Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Ein kaka og ein drongur
Ein kaka og ein drongur

Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Luthers Katekismus
Luthers Katekismus

Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr.…

Lesibók til 8. skúlaár
Lesibók til 8. skúlaár

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, sagnir, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Við tøkk fyri ljós og dag, Vælsignaður av stjørnum, Børn vóru tey so ung, Gev ljóð mín glaða…

Lesibók 3

til triðja real
Lesibók 3
Lesibók 3

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, orðtøk, sagnir, ævintýr o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Fólkið. sjúrður vann á orminum, At lesa er at hugsa, Kvæði um sjálvan meg, Mangan dvaldi eg við…

Grønland, Føroyar og Ísland
Grønland, Føroyar og Ísland

Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í…

Vit í Norðurlondum

Arbeiðsbók - til lærara og næming
Vit í Norðurlondum
Vit í Norðurlondum

Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond nú. Í arbeiðsbókini eru uppskot til næmingaarbeiði við sjónbondum, kortum, tekstum, hagtølum og…

Skygni 9 - Næmingabók
Skygni 9 - Næmingabók

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið Skygni 9. Støddfrøði út av nýggjum. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 9. Í bókini verða sjey høvuðsevni…

Danmørk

Vit í Norðurlondum
Danmørk
Danmørk

Á hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og um hvussu samfelagið er skipað í trimum plássum í Danmørk. Aftast í heftinum er lítil…

Svøríki

Vit í Norðurlondum
Svøríki
Svøríki

Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvinna, fiskiskapur og námsvinna hava ikki so nógv at siga sum áður. Hátøkniligi…

Finnland

Vit í Norðurlondum
Finnland
Finnland

Heftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, vinnuna og stjórnina.

4 sjónbond við evnum úr Finnlandi kunnu lænast frá…

Noreg

Vit í Norðurlondum
Noreg
Noreg

Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru ferðavinnan og ferðasambandið so góð, at fólk flytur ikki burtur. Alt gongur so skjótt…

Perbók

Lesibók við avmarkaðum orðatilfari
Perbók
Perbók

<span&hellip;

Eg skrivi 3

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 3
Eg skrivi 3

Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.

Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

Á…

Minusbók

Vit rokna
Minusbók
Minusbók

<span&hellip;

Fiskimenn

Skaldsøga. Skúlaútgáva
Fiskimenn
Fiskimenn

Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum…

Hervør, Høgni og hini - Grundbók
Hervør, Høgni og hini - Grundbók

Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á…

  • Eygað
    Eygað

    Eygað

    Myndatalva

    Myndatalva av eyganum við stuttari kunnandi frágreiðing og føroyskum heitum.

    Sjey myndatalvur í røðini eru komnar út. Tær eru 52 x 76 cm til støddar, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.

  • Sodningarleiðin
    Sodningarleiðin

    Myndatalvan lýsir sodningarleiðina við stuttari kunnandi frágreiðing og við føroyskum heitum.

    Sjey talvur eru komnar út í røðini. Tær eru 52 x 76 cm til støddar. Tær eru plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og…

  • Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 2
    Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 2

    Hetta er seinna arbeiðsheftið til lesibókina Hervør, Høgni og hini. Arbeiðsheftið er tætt knýtt at lesibókini og er gjørt soleiðis, at næmingarnir í mest møguligan mun eru førir fyri at loysa uppgávurnar sjálvir.

  • Mín allarfyrsta Bíblia
    Mín allarfyrsta Bíblia

    Mín allarfyrsta Bíblia

    Bíbliusøgur endursagdar fyri teim smáu

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Ein nýggj barnabíblia til tey smærru børnini. Bókin…

  • Abbi og apan - Snípubók - 1 fjøður
    Abbi og apan - Snípubók - 1 fjøður

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibøkurnar, og tí eru…

  • Abbi og apan - Snípubók - 2 fjaðrar
    Abbi og apan - Snípubók - 2 fjaðrar

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibøkurnar, og tí eru…

  • Grindavísan - fløga
    Grindavísan - fløga

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á fløguni er upptøka, har Vága Dansifelag kvøður…

  • Dýr og plantur í fjøruni
    Dýr og plantur í fjøruni

    Hent handbók, tá farið verður út at kanna fjøruna. Bókin er ætlað fólkaskúlanum, men kann nýtast av øllum, ið hava áhuga fyri lívinum í fjøruni.
    Síðurnar eru plastviðgjørdar, so tær tola meir enn vanligt pappír, og støddin ger, at hon er løtt at hava hjá sær. Góðar…

  • Stutt mállæra
    Stutt mállæra

    Bókin er fyrst og fremst ætlað at stuðla næmingunum í føroyskari rættskriving, serliga í 8. og 9. flokki. Høvundarnir hava lagt seg eftir at hava alt tað við, sum lesiætlanin krevur av 9. flokki, og sum hevur týdning fyri rættskrivingina.

    Høvuðspartarnir í bókini eru…

  • Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk
    Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk

    Til mállærubókina Stutt mállæra verða gjørd tvey uppgávuhefti, annað til 8. flokk og hitt til 9. flokk. Hetta er heftið ætlað 8. flokki, men sum væl kann brúkast til 9. flokk. Í uppgávuheftinum eru 39 mállæruuppgávur. Til tær einstøku uppgávurnar er greinatal, sum vísir til…

  • Eg skrivi 4
    Eg skrivi 4

    Eg skrivi 4

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er fjórða bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

    Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til…

  • Skygni 1A - Næmingabók
    Skygni 1A - Næmingabók

    Hetta er roknibók til 1. flokk. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 1. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar tekningar eru í litum, og haraftrat er eitt støddfrøðiævintýr um fryntarnar í Fryntavík. Ævintýrið stimbrar innlæringina og talfatanina…

  • Skygni 1A - Læraramappa
    Skygni 1A - Læraramappa

    Læraramappa til Skygni 1 A. Í læraramappuni verður greitt frá endamálinum við undirvísingini í støddfrøði, undirvísingarinnihaldinum og nýggju lærubókini Skygni 1. Umframt ársætlan eru viðmerkingar og hugskot til næmingabókina. Haraftrat er støddfrøðiævintýrið um fryntarnar,…

  • Duruta og aðrar søgur
    Duruta og aðrar søgur

    Duruta og aðrar søgur

    Hans Andrias Djurhuus í úrvali

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Duruta og aðrar søgur er Snípubók í røðini Snípa – Klassikari. Umframt stuttsøguna um Durutu, eru fimm aðrar søgur við í…

  • Náttúrusøga. Dýr og plantur
    Náttúrusøga. Dýr og plantur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur   

    Bókin er ætlað sum ein hent bók hjá…

  • Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók
    Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.

    Amboð til royndir kunnu keypast frá Bókamiðsøluni. Príslistin er at finna her sum pdf.

  • Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók
    Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók

    Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum. Haraftrat eru frágreiðingar til hvørt høvuðsevnið í grundbókini og arbeiðsbókini…

  • Kular Røtur - Sangbók

    Ein góð sangbók til fólkaskúlan

    Nýggj sangbók við sangum eftir Steintór Rasmussen o.ø. Nakrir av sangunum eru tíðarleysir, og aðrir eru um tað, sum børn hugsa nógv um beint nú. Á nýggju sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum. Edward Fuglø…

  • Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk
    Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk

    Svarlisti til Stutta mállæru. Uppgávur til 8. flokk. Í svarlistanum eru 39 uppgávur, ið allar kunnu loysast við at lesa í Stuttari mállæru, sum er grundbók.

  • Kular Røtur - Fløga

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki útgivin aftur 

    Tvífløga, sum knýtir seg til sangbókina Kular Røtur, sum er…

  • Firvaldsbók 5

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

  • Støddfrøði handbók
    Støddfrøði handbók

    Støddfrøði handbók

    Støddfrøðihandbók til framhaldsdeild

    Bókin Støddfrøði. Handbók er ein sameining av lærubók og uppslagsverki við evnisskrá og orðalista.

    Bókin er ætlað næmingum og lærarum sum ein hjálp í dagliga arbeiðinum við støddfrøði og er loyvt hjálparamboð til skrivligu fráfaringarroyndirnar í støddfrøði í 9. og…

  • Jólagávur - Snípubók - 1 fjøður
    Jólagávur - Snípubók - 1 fjøður

    Hetta er fjórða bókin í røðini gul Snípubók, ið er ætlað 7 til 10 ára gomlum børnum sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini. Hinar bøkurnar í røðini eru Morgun, Vár og Abbi og apan.

    Jólagávur er ein…

  • Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar
    Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Hetta er fjórða bókin í røðini gul Snípubók, ið er ætlað 7 til 10 ára gomlum børnum sum ískoyti til lesibókina, og tí eru…

  • Skygni 1B - Næmingabók
    Skygni 1B - Næmingabók

    Hetta er nýggj roknibók til 1. flokk. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 1. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar tekningar eru í litum, og haraftrat er eitt støddfrøðiævintýr um fryntarnar í Fryntavík. Ævintýrið stimbrar innlæringina og…

  • Skygni 1A/B - Avritssíður
    Skygni 1A/B - Avritssíður

    43 avritssíður at koyra í Avritsmappuna til Skygni 1 A og Skygni 1 B.

    Í avritsmappuni eru ískoytisuppgávur og virknissíður. Avritssíðurnar eru innihaldsliga knýttar at næmingabókunum og eru tískil partur av tí samlaða tilfarinum í støddfrøðiundirvísingini í 1. flokki.…

  • Les 1

    Les 1

    Tekstasavn til framhaldsdeild

    Les 1 er heitið á fyrstu bók í nýggjari røð í trimum pørtum til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er tekstasavn, sum er skipað í sjey partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir verða bundnir saman við einum høvuðsevni. Ymsu heitini á pørtunum geva lesaranum innlit í, hvussu…

  • Mandy on holiday - Grundbók
    Mandy on holiday - Grundbók

    Mandy on holiday - Grundbók

    Lesibók við fløgu

    Føroyskt tilfar til enskundirvísingina.

    Una Poulsen, lærari í Vestmanna, hevur skrivað og skipað tilfar til eina nýggja føroyska bókarøð ætlað 4. flokki. Tríggjar bøkur mynda bókaheildina Mandy on holiday: lesibók, arbeiðsbók og lærarabók.
    Sermerkt við hesi bók…

  • Tú alfagra land mítt
    Tú alfagra land mítt

    Tú alfagra land mítt

    - tjóðsangurin og søga hansara

    Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar um tjóðsangin í 100 ár.

    Tilfarið er einans teldutøkt.

  • Føroyskir rithøvundar
    Føroyskir rithøvundar

    Føroyskir rithøvundar

    - frá Hammershaimb til Oddfríð

    Teldutøk rithøvundaskrá, skipað í tíðarrøð, við almennum inngangi um føroyskar bókmentir.