Skip to main content

Fólkaskúli

Havfrúgv og Nykur

Tvær sagnir
Havfrúgv og Nykur
Havfrúgv og Nykur

Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á…

Heimsatlas
Heimsatlas

Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

Um Evropa verður farið til…

Heimurin 1.

Vit kunna okkum um heimin
Heimurin 1.
Heimurin 1.

Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og…

Heimurin 2

Vit kunna okkum meira um heimin
Heimurin 2
Heimurin 2

Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í…

Heimurin 3

Sólskipanin
Heimurin 3
Heimurin 3

Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6.…

Heimurin 4

Streymur og sjóvarfall
Heimurin 4
Heimurin 4

Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar.…

Heimurin 5

Heimurin í hagtølum og evnum
Heimurin 5
Heimurin 5

Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins…

Heimurin 6

Ídnaðarlond og menningarlond
Heimurin 6
Heimurin 6

Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða…

Heimurin 7

Veðurlag og gróðurbelti
Heimurin 7
Heimurin 7

Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst…

Heimurin 8

Krossorð
Heimurin 8
Heimurin 8

Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

Heimurin 8

Krossorð. Svarlisti
Heimurin 8
Heimurin 8

Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

Hond Fatimu
Hond Fatimu

Fatima býr í Marokko. Trúgvin í Marokko nevnist islam. Profeturin Muhammed stovnaði islam í 7. øld. Mong børn í Marokko byrja í einum koranskúla, tá ið tey eru 4-5 ára gomul. Bókin er um dagliga…

Hvar er Flekk?
Hvar er Flekk?

Fyri skjótt fimtan árum síðani fór forlagið Nýlendið við Jákupi í Skemmuni at geva út bøkurnar um hundin Flekk, sum bretin Eric Hill hevur skrivað og teknað. Fyrsta bókin Hvar er Flekk?, sum kom…

Hvat kostar matur og drekka

Um livikor føroyinga
Hvat kostar matur og drekka

Metingin í bóklinginum er gjørd við støði í norðurlendskum kosttilráðingum. Hjá fakfeløgum og samfelagnum sum heild er neyðugt at fáa kannað, hvat heilsugóður kostur er. Ein dagskostur, sum nøktar…

Livikor føroyinga

Vitalskanning. 1989 samanborið við 1994
Livikor føroyinga

Fólk siga frá egnum gerandisdegi. Viðtalskanningin er gjørd til tess at fáa nærri upplýsingar um, hvussu ymiskar familjur liva undir ymiskum fortreytum. Í bókini siga fólk frá gerandisdegi sínum.…

Hvítabjørnin

- eitt lív við havið
Hvítabjørnin
Hvítabjørnin

Á hesi bókini um hvítabjørnina lesa vit um útsjónd og lív, sansar og sjúkur, um hvølpin og um hvítabjarnir nú og fyrr.

Jim og ætt hansara
Jim og ætt hansara

Um tann 15 ára gamla Jim, sum, eftir at hann hevði búð 4 ár í Onglandi, í 1833 kom heimaftur til Eldlandið, har hann aftur hitti ætt sína. Bókin byggir á dagbók Darwins og hóskar væl til evnislesnað.

Jørðin

Hvat gat eg sagt...
Jørðin
Jørðin

<span&hellip;

Súgdýr

Hvat gat eg sagt...
Súgdýr
Súgdýr

<span&hellip;

Jákup á Møn
Jákup á Møn

Bókin er sett upp sum ein teknirøð, har Óli Petersen hevur gjørt eina mynd til hvørt ørindi.Á innganginum til bókina verður stutt sagt frá um kvæði, tættir og føroyskan dans yvirhøvur, haraftrat…

Jákup á Møn

Arbeiðsuppgávur
Jákup á Møn
Jákup á Møn

Arbeiðsheftið til Jákup á Møn.

Jákup á Møn

Ljóðband
Jákup á Møn
Jákup á Møn

Ljóðband. Martin Tórgarð kvøður Jákup á Møn.

Jómsvíkingar
Jómsvíkingar

Umframt kvæðið Jómsvíkingar, ið er prentað aftast í heftinum, verður í innganginum skrivað um Jómsvíkingasøgu og Jómsvíkingakvæði, og samanberingar verða gjørdar. Roynt verður eisini at greiða frá…

Kvæða- og vísuskrá
Kvæða- og vísuskrá

Á skránni er yvirlit yvir meginpartin av tí, ið komið er á prent, og sum kvøðið hevur verið í Føroyum. Skráin er skipað eftir heiti ella byrjunarreglu, stundum báðum, og víst verður til, hvar…

Keldan

Heimstaðarlæra 1. skúlaár
Keldan
Keldan

Bókin er ætlað heimstaðarlæru á byrjanarstigi. Nógv av tilfarinum kann viðgerast sum prát millum lærara og næmingar. Hugsanin er, at hvør blaðsíða skal birta upp undir samtalu. Aftaná kann so hvør…

Áin

Heimstaðarlæra 2. skúlaár
Áin
Áin

<span&hellip;

Vatnið

Heimstaðarlæra 3. skúlaár
Vatnið
Vatnið

<span&hellip;

Kirkjukunnleiki

Arbeiðsbók
Kirkjukunnleiki
Kirkjukunnleiki

Kirkjukunnleiki – Arbeiðsbók er einnýtisbók og ætlað eldru flokkunum í fólkaskúlanum. Kristnifrálæran í føroyska fólkaskúlanum fevnir eftir lesiætlanini eisini um kirkjukunnleika, kirkjubygningar…

  • Kettan, sum hvarv
    Kettan, sum hvarv

    Kettan, sum hvarv

    Lætt lesing 3

    Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Tríggir firvaldar fóru á flog
    Tríggir firvaldar fóru á flog

    Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Tann lítli murturin, sum vildi spæla
    Tann lítli murturin, sum vildi spæla

    Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Ein kaka og ein drongur
    Ein kaka og ein drongur

    Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Luthers Katekismus
    Luthers Katekismus

    Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr. Næs.

  • Lesibók til 8. skúlaár
    Lesibók til 8. skúlaár

    Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, sagnir, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Við tøkk fyri ljós og dag, Vælsignaður av stjørnum, Børn vóru tey so ung, Gev ljóð mín glaða sál, Tá eg var ungur, eg var so spurin, Í náttúrunnar stóru kirkju, Eg sat mær á…

  • Lesibók 3
    Lesibók 3

    Lesibók 3

    til triðja real

    Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, orðtøk, sagnir, ævintýr o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Fólkið. sjúrður vann á orminum, At lesa er at hugsa, Kvæði um sjálvan meg, Mangan dvaldi eg við strond, Grindaboð, Tú gakk tær fram, Eg fann teg í kvæðum. Aftast í bókini eru…

  • Grønland, Føroyar og Ísland
    Grønland, Føroyar og Ísland

    Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í Atlantshavi. 5 sjónbond um londini eru til láns í Námi.

    Bóka- og…

  • Vit í Norðurlondum
    Vit í Norðurlondum

    Vit í Norðurlondum

    Arbeiðsbók - til lærara og næming

    Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond nú. Í arbeiðsbókini eru uppskot til næmingaarbeiði við sjónbondum, kortum, tekstum, hagtølum og myndum úr næmingaheftunum. Eisini eru arbeiðsørk við uppskotum til uppgávur, sum…

  • Grót og steinar
    Grót og steinar

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Grót & steinar er ein upplýsandi bók, ið við…

  • Skygni 9 - Næmingabók
    Skygni 9 - Næmingabók

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið Skygni 9. Støddfrøði út av nýggjum. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 9. Í bókini verða sjey høvuðsevni viðgjørd.

    Læraramappan er eitt ringbind, har leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og…

  • Danmørk
    Danmørk

    Danmørk

    Vit í Norðurlondum

    Á hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og um hvussu samfelagið er skipað í trimum plássum í Danmørk. Aftast í heftinum er lítil alfrøði um danska landbúnaðin, vinnulívið og hátøkniligu menningina. 3 sjónbond…

  • Svøríki
    Svøríki

    Svøríki

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvinna, fiskiskapur og námsvinna hava ikki so nógv at siga sum áður. Hátøkniligi ídnaðurin flytur vørur um allan heim, alt, ið hugsast kann. 3 sjónbond um Svøríki kunnu…

  • Finnland
    Finnland

    Finnland

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, vinnuna og stjórnina.

    4 sjónbond við evnum úr Finnlandi kunnu lænast frá LMS.

    Bóka- og sjónvarpsrøðina Vit í Norðurlondum hevur Føroya Skúlabókagrunnur…

  • Noreg
    Noreg

    Noreg

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru ferðavinnan og ferðasambandið so góð, at fólk flytur ikki burtur. Alt gongur so skjótt í Stavangri, tað hevur oljan gjørt; men hetta kann fara líka so skjótt, sum tað…

  • Perbók
    Perbók

    Perbók

    Lesibók við avmarkaðum orðatilfari

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er lesibók til byrjanarlesing, ið nú kemur út…

  • Eg skrivi 3
    Eg skrivi 3

    Eg skrivi 3

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.

    Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

    Á hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir,…

  • Minusbók
    Minusbók

    Minusbók

    Vit rokna

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Minusbókin er ætlað sum ískoytistilfar í…

  • Fiskimenn
    Fiskimenn

    Fiskimenn

    Skaldsøga. Skúlaútgáva

    Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum bókmentaáhugaðum fólki í landinum.

    Skaldsøgan Fiskimenn er realistisk og…

  • Hervør, Høgni og hini - Grundbók
    Hervør, Høgni og hini - Grundbók

    Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á heimligt umhvørvi.

    Bókin er um Hervør og Høgna og floksfelagar teirra,…