Skip to main content

Fólkaskúli

Kettan, sum hvarv

Lætt lesing 3
Kettan, sum hvarv
Kettan, sum hvarv

Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tríggir firvaldar fóru á flog
Tríggir firvaldar fóru á flog

Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tann lítli murturin, sum vildi spæla
Tann lítli murturin, sum vildi spæla

Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Ein kaka og ein drongur
Ein kaka og ein drongur

Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Luthers Katekismus
Luthers Katekismus

Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr.…

Lesibók til 8. skúlaár
Lesibók til 8. skúlaár

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, sagnir, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Við tøkk fyri ljós og dag, Vælsignaður av stjørnum, Børn vóru tey so ung, Gev ljóð mín glaða…

Lesibók 3

til triðja real
Lesibók 3
Lesibók 3

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, orðtøk, sagnir, ævintýr o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Fólkið. sjúrður vann á orminum, At lesa er at hugsa, Kvæði um sjálvan meg, Mangan dvaldi eg við…

Grønland, Føroyar og Ísland
Grønland, Føroyar og Ísland

Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í…

Vit í Norðurlondum

Arbeiðsbók - til lærara og næming
Vit í Norðurlondum
Vit í Norðurlondum

Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond nú. Í arbeiðsbókini eru uppskot til næmingaarbeiði við sjónbondum, kortum, tekstum, hagtølum og…

Skygni 9 - Næmingabók
Skygni 9 - Næmingabók

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið Skygni 9. Støddfrøði út av nýggjum. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 9. Í bókini verða sjey høvuðsevni…

Danmørk

Vit í Norðurlondum
Danmørk
Danmørk

Á hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og um hvussu samfelagið er skipað í trimum plássum í Danmørk. Aftast í heftinum er lítil…

Svøríki

Vit í Norðurlondum
Svøríki
Svøríki

Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvinna, fiskiskapur og námsvinna hava ikki so nógv at siga sum áður. Hátøkniligi…

Finnland

Vit í Norðurlondum
Finnland
Finnland

Heftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, vinnuna og stjórnina.

4 sjónbond við evnum úr Finnlandi kunnu lænast frá…

Noreg

Vit í Norðurlondum
Noreg
Noreg

Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru ferðavinnan og ferðasambandið so góð, at fólk flytur ikki burtur. Alt gongur so skjótt…

Perbók

Lesibók við avmarkaðum orðatilfari
Perbók
Perbók

<span&hellip;

Eg skrivi 3

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 3
Eg skrivi 3

Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.

Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

Á…

Minusbók

Vit rokna
Minusbók
Minusbók

<span&hellip;

Fiskimenn

Skaldsøga. Skúlaútgáva
Fiskimenn
Fiskimenn

Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum…

Hervør, Høgni og hini - Grundbók
Hervør, Høgni og hini - Grundbók

Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á…

  • Titanic
    Titanic

    Í 1912 var Titanic liðugt bygt og var ein av størstu og glæsiligastu damparum.

    Les ótrúligu søguna hjá skipinum, líka frá byrjan á eini skipasmiðju í Írlandi og til endan í ísfylta Atlantshavi. Tú fært at vita, hvussu skipið, ið ikki kundi søkka, fekk ein so bráðan…

  • Eg skrivi 9
    Eg skrivi 9

    Eg skrivi 9

    Skrivligt føroyskt til miðdeild og framhaldsdeild

    Hetta er 9. og seinasta bókin í røðini av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Tey eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki) upp í 8. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi. Eg skrivi 9 er…

  • Sakarias hevur summarfrí
    Sakarias hevur summarfrí

    Sakarias hevur summarfrí er triðja bókin um Sakarias, sum eigur eina ommu, ið ikki er sum ommur flestar. Summar er tað besta Sakarias veit. Tá hevur hann hug at ganga úti í náttúrunum og súkkla einsamallur til handilin at keypa, men tað vil mamma hansara ikki, tí hon er…

  • Mortan Blomm sigur frá
    Mortan Blomm sigur frá

    Mortan Blomm sigur frá er ógvuliga fitt bók við endurminningum. Mortan minnist ymiskt frá tá ið hann var 7 ár, og tað er ikki so langt síðan. Sum til dømis, tá ið hann byrjaði í skúlanum og helt, at hann dugdi at lesa, hóast hann ikki dugdi. Og um ta ferðina, tá ið pápi hansara…

  • Í morgin fara vit at sita í sólini
    Í morgin fara vit at sita í sólini

    Í morgin fara vit at sita í sólini er nemandi bók um 11 ára gamla dreingin Ólav. Søgan er um hann og familju hansara, viðurskifti hansara við pápan og abban, men fyrst og fremst viðurskifti hansara við mammuna. Ein mamma, sum ikki er sum aðrar vanligar mammur, ein mamma, sum…

  • Kalt blóð 6 - Hitt triðja træið
    Kalt blóð 6 - Hitt triðja træið

    Kalt blóð 6 - Hitt triðja træið

    Kalt blóð 6 - krabbabók

    Hitt triðja træið er sætta bókin í røðini Kalt blóð. Í grannalagnum hjá Teiti og Sigrið sær Teitur, at ein maður grevur í garðinum. Teitur trýstir seg inn ímóti trænum. Teitur undrast, hví holið skal vera so stórt. Ger hann pláss fyri einum træi? Ella einum líki?

    Hitt triðja…

  • Kalt blóð 7 - Steðga bumbumanninum
    Kalt blóð 7 - Steðga bumbumanninum

    Kalt blóð 7 - Steðga bumbumanninum

    Kalt blóð 7 - krabbabók

    Steðga bumbumanninum er sjeynda bókin í røðini Kalt blóð. Sigrið kemur í klórnar á einum illgrunasomum manni; hann tekur hana við í kloakkrørini undir býnum, bindur hana í ein stiga og rýmir uttan eitt orð. 

    So sær Sigrið rotturnar og hoyrir brúsandi ljóðið av…

  • Tóra og kj@ttið
    Tóra og kj@ttið

    Tóra og kj@ttið er viðkomandi bók um happing á internetinum. Tóra fær eini boð í postkassan, hon veit ikki, hvør sendir henni boðini, men so við og við verður hon sannførd um, at tað er onkur í hennara egna flokki. Tíbetur hevur hon Sadboy at kjatta við ?

    Tóra og…

  • Frøkun Ignora fer til París
    Frøkun Ignora fer til París

    Frøkun Ignora fer til París

    Frøkun Ignora fer til París

    Frøkun Ignora fer til París er áttanda bókin um fittu sjálvstøðugu gentuna Ignoru, sum býr einsamøll í einum torni. Saman við Gunnari fer hon til París at ferðast, og har upplivir hon mangt, hon heldur er løgið.

    Katrine Marie Guldager hevur skrivað, og Anna Maria Reinert Jensen…

  • Súlubók 5 - Sólin sá Óla og Eli
    Súlubók 5 - Sólin sá Óla og Eli

    Súlubók 5 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu níggju bókstavirnar í Súluni. 

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni.

  • Omma blomma - abbi krabbi
    Omma blomma - abbi krabbi

    Omma blomma - abbi krabbi

    vit tíma at ríma

    Bókin er eitt savn av rímum og ramsum, skjaldrum og sangum, og tilfarið er lagt til rættis serliga við máli og málmenning í huga. Ætlanin við bókini er, at foreldur, ommur og abbar, barnagarðar, vøggustovur, dagrøktir og onnur, sum eru um børnini, brúka hana og á henda hátt…

  • (Bókadeild Føroya Lærarafelags)

    Einaferð hevur ein kongsdóttir búð í Nólsoy. Tá ið hon noyddist at velja millum ríkidømi og kærleika, valdi hon kærleikan og rýmdi við dronginum vestur í hav. Tey búsettust í Korndalinum í Nólsoy.

     Barnabók fyri 9 ár og…

  • Evropa kort - putlispæl
    Evropa kort - putlispæl

    Spennandi putlispæl til børn í skúlaaldri, til byrjanar- og miðdeild. Høvi er at læra seg landanøvn, høvuðsstaðir, kendar býir í Evropa, kendar fjallarøðir, høv, stór vøtn í Evropa, fløgg hjá evropeisku londunum.

  • Kalt blóð 5 - Rýmdur
    Kalt blóð 5 - Rýmdur

    Kalt blóð 5 - Rýmdur

    Kalt blóð 5- krabbabók

    Sigrið er á veg heim. Knappliga koma dreingirnir til sjóndar í myrkrinum. Andlitini á teimum lýsa. Teir súkkla tigandi í ring um hana. Ringurin minkar og minkar. Sigrið roynir at sleppa fram við teimum. Men til fánýtis. Hon er fangað.

     

    Jørn Jensen hevur skrivað. Hann er føddur…

  • Dísa á vandaleið
    Dísa á vandaleið

    Dísa og norðlýsið, Dísa og huldufólkini og Dísa á vandaleið eita tær tríggjar bøkurnar til 5. torleikastig; bøkurnar eru framhald av hvør aðrari og kunnu tí ikki lesast sum sjálvstøðugar bøkur. Søgan er um Dísu, sum býr á barnaheimi. Ein dagin koma foreldrini eftir henni.…

  • Dísa og huldufólkini
    Dísa og huldufólkini

    Dísa og norðlýsið, Dísa og huldufólkini og Dísa á vandaleið eita tær tríggjar bøkurnar til 5. torleikastig; bøkurnar eru framhald av hvør aðrari og kunnu tí ikki lesast sum sjálvstøðugar bøkur. Søgan er um Dísu, sum býr á barnaheimi. Ein dagin koma foreldrini eftir henni.…

  • Katla og Stina kanna málið
    Katla og Stina kanna málið

    Onnur bókin um Katlu og Stinu eitur Katla og Stina kanna málið. Tær báðar hava gjørt eina detektivstovu og vilja nú hava eitt mál at loysa. Bókin er til 4. torleikastig. Line Baugstø hevur skrivað. Hon er norskur rithøvundur og journalistur, fødd 13. januar 1961 í Kristiansand.…

  • Dísa og Norðlýsið
    Dísa og Norðlýsið

    Dísa og norðlýsið, Dísa og huldufólkini og Dísa á vandaleið eita tær tríggjar bøkurnar til 5. torleikastig; bøkurnar eru framhald av hvør aðrari og kunnu tí ikki lesast sum sjálvstøðugar bøkur. Søgan er um Dísu, sum býr á barnaheimi. Ein dagin koma foreldrini eftir henni.…

  • Tey í sætta - Nýggja gentan í flokkinum
    Tey í sætta - Nýggja gentan í flokkinum

    Fyrsta bókin til grøna krabban er Nýggja gentan í flokkinum. Hetta er fyrsta bókin í røðini Tey í sætta, sum fyribils eru 4 bøkur. Røðin er um nakrar gentur og dreingir í einum púra vanligum sætta flokki. Men hóast púra vanligur, so hendir kortini ymiskt, sum eftir eini…

  • Hvassi 1 - Spæli deyður
    Hvassi 1 - Spæli deyður

    Hetta er ein ógvuliga spennandi røð við 8 bókum.

     

    Hon er um ein drong um 14 ára aldur, sum alt lívið hevur ansað eftir sær sjálvum. Síðan hann var 7 ár, er hann rýmdur undan myndugleikum og harkaliðum; hann ger av at fara aftur til býin, haðan alt byrjaði. Á leiðini…

  • Lívfrøði 1 - uppgávubók
    Lívfrøði 1 - uppgávubók

    Í arbeiðsbókini eru uppgávur til tríggjar teir fyrstu partarnar í næmingabókini:

    1. Lív og náttúra,

    2. Lívið undir sjóneyku

    3. Mannakroppurin.

    Til hvønn partin eru fýra uppgávusløg:

    venjingar við vegleiðingum,

    "minnist tú?" spurningar,

    "hevur tú skilt?"…

  • Uglan Una
    Uglan Una

    Krabbabók:

    Uglan Una sær alt, eina mús og ein laks og eina gás, men so dettur hon í eitt hol.

  • Mia og Lias
    Mia og Lias

    Krabbabók:

    Mia og Lias leita og leita.

    Ein fitt søga, sum er løtt at lesa.

    Nógvar stuttligar myndir.

  • Mona og Boas
    Mona og Boas

    Krabbabók:

    Bæði dukkan Mona og revurin Boas vilja eiga dukkuhúsið.

  • Tula er vát
    Tula er vát

    Krabbabók:

    Tula er ein bamsa, sum Ása eigur. Eli finnur hana á bønum, og hon er bæði vát og køld.

  • Heystsuita
    Heystsuita

    (Bókadeild Føroya Lærarafelags) Forkunnug og sera snotulig fotobók. Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu. Hetta er fyrst og fremst ein søga í myndum við smáum tekstabrotum og yrkingum, sum fyri ein stóran part er søgd úr barnsins…

  • Lundafleyg
    Lundafleyg

    Lundafleyg

    ein fleygadagur í Nólsoy

    Bókin er eitt kærkomið siðsøguligt íkast til tað, sum er skjalfest um aldargamla føroyska veiðimentan. Við dømum úr fleygasiðvenju í Nólsoy lýsir hon føroyskt lundafleyg og tær umstøður. sum hava valdað í hundraðtals ár. Bókin viðger:

    Lundan

    Týdningin, sum fuglurin…

  • Høgguslokkur - Arbeiðsbók
    Høgguslokkur - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbók til Høgguslokkin. Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Til hvørja opnu í næmingabókini eru í arbeiðsbókini síður, sum næmingurin kann arbeiða við. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingurin skal skriva dagfesting og ár og lýsa veðrið.…

  • Høgguslokkur - Lærarabók
    Høgguslokkur - Lærarabók

    Lærarabókin vísir á, hvussu næmingarnir kunnu arbeiða við arbeiðsbókini, og víst verður eisini til ymsar aktivitetir. Í lærarabókini eru eisini ymisk fakta um tey ymsu evnini, sum verða viðgjørd í næmingabókini. Lærarin sær eisini í lærarabókini, hvussu leingi ætlanin er, at…

  • Høgguslokkur - Næmingabók
    Høgguslokkur - Næmingabók

    Næmingabókin er bók, sum við tekningum og fotomyndum og við ongum orðum viðger 30 ymisk evni á 30 opnum.

    Viðgjørdu evnini eru: Heima hjá mær, Hvar eru vit?, Spæl, Í ferðsluni, Tíðin, Ættargransking, Maturin, Krambúðin, Kelidjór, Grindahvalur, Grindadráp, Á havsins…