Skip to main content

Fólkaskúli

Skygni 4 - Avritsmappa
Skygni 4 - Avritsmappa

Skygni 4 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fjórða flokki.

Nýggja bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Á teimum grønu síðunum eru lættar uppgávur og á teimum bláu síðunum er…

Skygni 0 - Læraravegleiðing
Skygni 0 - Læraravegleiðing

Skygni 0 er tilfar til forskúla ella byrjanarundirvísing í rokning. Næmingabókin er ein einnýtslubók við 64 blaðsíðum og nógvum litríkum tekningum.

Í Skygni 0 arbeiða børnini við hugtøkum,…

Skygni 0 - Næmingabók
Skygni 0 - Næmingabók

Skygni 0 er tilfar til forskúla ella byrjanarundirvísing í rokning. Næmingabókin er ein einnýtslubók við 64 blaðsíðum og nógvum litríkum tekningum.

Í Skygni 0 arbeiða børnini við hugtøkum,…

Mandy at home - Lærarabók
Mandy at home - Lærarabók

Aftur í ár bjóðar Føroya Skúlabókagrunnur eina spennandi nýggja bók í enskum Mandy at home, sum er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í fjør kom Mandy on holiday, sum er ætla 4. flokki í…

Mandy at home - Workbook
Mandy at home - Workbook

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Mandy at home. Workbook eftir Unu Poulsen. Í arbeiðsbókini eru fjølbroyttar uppgávur, har ið næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum. Bókin…

Les 2 - Lærarabók
Les 2 - Lærarabók

Endamálið við hesi lærarabókini er at veita íblástur og hugskot, tá ið farið verður undir at arbeiða við tekstasavninum. Roynt verður at vísa á, hvussu arbeiðast kann við einstaka tekstinum,…

Køkin

Komið og kannið
Køkin
Køkin

Henda bókin er um køkin. Hon er ætla at brúka í triðja flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit køkin og tey amboð, har eru. Vit læra okkum at lesa eina uppskrift og at gera mat. Vit kanna…

Mandy at home - Grundbók

Lesibók við fløgu
Mandy at home - Grundbók
Mandy at home - Grundbók

Mandy at home er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í lesibókini er - eins og í Mandy on holiday - fløga við upplestri av øllum tekstinum í bókini.

Mandy at home er gjørd við støði…

Landnámið

Komið og kannið
Landnámið
Landnámið

Henda bókin er um landnámið. Hon er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í søgu. Eyðun Rannváarson sigur okkum søguna um hvussu Føroyar vórðu til og um tey fyrstu fólkini, ið búsettust her. Vit…

Bilin

Komið og kannið
Bilin
Bilin

Henda bókin er um bilin. Hon er ætla at brúka í øðrum flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit bilar, sum koyra og brúka orku. Vit kanna rørslu, mótstøðu og onnur fyribrigdi, sum knýta seg at…

Kroppin

Komið og kannið
Kroppin
Kroppin

Kroppin Henda bókin er um kroppin. Hon er ætla at brúka í fyrsta flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit beinagrindina og hvussu kroppurin hjá okkum starvast. Vit kanna eisini hvussu vit verða…

Rúmdina

Komið og kannið
Rúmdina
Rúmdina

Rúmdina Henda bókin er um rúmdina. Hon er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í náttúru og tøkni. Í bókini kanna vit jørðina, sólina, mánan og gongustjørnur í okkara sólskipan. Martin Næs hevur…

Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2
Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2

Arbeiðsbók 2 til Hervør og Høgna í triðja. Bókin er ætlað til føroyskt undirvísingina eftir jól í triðja flokki.

Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1
Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1

Nýggja bókin um Hervør og Høgna fylgir tvíburasystkjunum í triðja flokki, bæði heima og í skúla. Bókin fylgir árstíðini, og fleiri spennandi tættir í bókmentum eru tiknir við. Her eru til dømis…

Hervør og Høgni í triðja - Ljóðbók
Hervør og Høgni í triðja - Ljóðbók

Hetta er triðja lesibókin í føroyskum í røðini um Hervør og Høgna. Bókin byggir á tær báðar undanfarnu bøkurnar, Hervør og Høgni í skúla og Hervør, Høgni og hini. Triðja bókin, ið hevur støði í…

Les 2

Tekstasavn til framhaldsdeild
Les 2
Les 2

Les 2 er onnur bókin í Les-bókarøðini til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er fjølbroytt tekstasavn, sum er skipað í fimm partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir eru bundnir saman við einum…

Handstavraðið (grøn)

Hervør og Høgni í triðja
Handstavraðið (grøn)
Handstavraðið (grøn)

Nú ber til at seta teknmál á veggin. Tí Føroya Skúlabókagrunnur hevur prentað fyrstu føroysku plakatina við einum fulfíggjaðum føroyskum handstavraði.


Fyri Føroya Skúlabókagrunn…

Handstavraðið (blá)

Hervør og Høgni í triðja
Handstavraðið (blá)
Handstavraðið (blá)

Teknmálsplakatin knýtir seg til bókina Hervør og Høgni í triðja, ið sum heiti bendir á, er lesibók til triðja flokk í føroyskum. Umframt teknmálsplakatina, er eisini annað tilfar, so sum…

Grindalokkur - Arbeiðsbók
Grindalokkur - Arbeiðsbók

Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst hendan dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í hitamátaranum…

Grindalokkur - Lærarabók
Grindalokkur - Lærarabók

Í lærarabókini sær lærarin, hvussu leingi ætlanin er at arbeiða við hvørjum evni. Víst verður á, hvussu til ber at arbeiða við bordanum, og upplýsingar um ymiskt í bordanum síggjast í…

Grindalokkur - Næmingabók
Grindalokkur - Næmingabók

Næmingabókin er bók við myndum uttan tekst. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum og øðrum…

Fiskaskipanin

lýst við dømum við fiskinum á Føroyabanka
Fiskaskipanin
Fiskaskipanin

Bókin lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hugt verður eftir innaru og uttaru eyðkennunum, við denti lagdur á tey uttaru eyðkennini; eyðkenni, ið síggjast við berum…

Eg skrivi 7

Skrivihefti
Eg skrivi 7
Eg skrivi 7

Skrivligt føroysk til miðdeild
 

 

Nú er 7. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Ætlanin er, at tað skulu vera 9 bøkur tilsamans. Eg skrivi-bøkurnar eru ikki ætlaðar ávísum…

Fjølmiðlar
Fjølmiðlar

Fjølmiðlar er lærubók um miðlar og samskifti. Bókin er fyrst og fremst ætlað at verða brúkt í samfelagsfrøði í elstu flokkum fólkaskúlans og á miðnámsskúlum.

Somuleiðis kann bókin brúkast…

Leið meg, Samira
Leið meg, Samira

Leið meg, Samira er um Nadim, sum er komin til Danmarkar úr einum øðrum landi. Hann torir ikki í skúla einsamallur, tí hann er bangin fyri at villast, og so ræðist hann eisini bilarnar, fullar…

Turbo og spøkilsishúsið
Turbo og spøkilsishúsið

Søgan er um Turbo. Í veruleikanum eitur hann Búi, men eingin sigur tað. Viðhvørt fer hann ein skjótari veg í skúla - framvið eitt spøkilsishús. Og einaferð sær hann eitt spøkilsi.

Turbo og…

Húsini í súreplagarðinum
Húsini í súreplagarðinum

Húsini í súreplagarðinum er um Katlu og Stinu, sum halda, at tey stóru, myrku húsini í tí óruddiliga garðinum eru ógvuliga óhugnalig. Og tá ið tær síggja ein skugga flyta seg inni í garðinum, vita…

Snýs, njós, histi og hosti
Snýs, njós, histi og hosti

Snýs, njós, histi og hosti er sum bókarheitið sigur um at njósa, hosta og geispa. Øll njósa, tú og eg njósa, hundar, kettur, ross, skjaldbøkur, fuglar og giraffar. Summi njósa hart, meðan onnur…

  • Føroyskir soppar
    Føroyskir soppar

    Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum vanligastu soppunum. Umframt til undirvísing er bókin hent handbók og góð at…

  • Fólk og mentan
    Fólk og mentan

    Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá jarðarbrúki, hoygging og torvskurði, neyta- og seyðahaldi, fiskiskapi, hvala- og fuglaveiði, byggi- og matsiðum,…

  • Geitin Zlateh
    Geitin Zlateh

    Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og tá knýta drongurin og geitin vinarsamband. Bókin hóskar væl at lesa fyri børnum.

  • Geitin lembir
    Geitin lembir

    Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Gott er góðum at tæna 1 - Lærarabók
    Gott er góðum at tæna 1 - Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Evnishefti, Gott er góðum at tæna 1, er lagað til…

  • Gott er góðum at tæna 1 - Næmingabók
    Gott er góðum at tæna 1 - Næmingabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Evnishefti, Gott er góðum at tæna 1, er lagað til…

  • Gott er góðum at tæna 2 - Námingabók
    Gott er góðum at tæna 2 - Námingabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Næmingabókin Gott er góðum at tæna 2, er ætlað…

  • Gott er góðum at tæna 2 - Lærarabók
    Gott er góðum at tæna 2 - Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Gott er góðum at tæna 2 er ætlað kristniundirvísing…

  • Gras
    Gras

    Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Reyðmaðkurin
    Reyðmaðkurin

    Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Grønur var dalurin
    Grønur var dalurin

    Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur teirra, Huw, ið sigur søguna, sum er um tað góða og tað ringa, sum hesum…

  • Havfrúgv og Nykur
    Havfrúgv og Nykur

    Havfrúgv og Nykur

    Tvær sagnir

    Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á Landsmiðstøðini.

  • Heimakrákan og aðrar søgur
    Heimakrákan og aðrar søgur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á sjálvari bókini eru 12 stuttar søgur, sum hóska…

  • Heimakrákan og aðrar søgur
    Heimakrákan og aðrar søgur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á sjálvari bókini eru 12 stuttar søgur, sum hóska…

  • Heimsatlas
    Heimsatlas

    Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

    Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir,…

  • Heimurin 1.
    Heimurin 1.

    Heimurin 1.

    Vit kunna okkum um heimin

    Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og breiddarstig, at finna á einum korti, mát, at læra at leita í navnaskránni í…

  • Heimurin 2
    Heimurin 2

    Heimurin 2

    Vit kunna okkum meira um heimin

    Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í heftinum.

  • Heimurin 3
    Heimurin 3

    Heimurin 3

    Sólskipanin

    Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6. Mánaýtan og 7. Alheimurin. Støða okkara í rúmdini, at hyggja út í rúmdina - og…

  • Heimurin 4
    Heimurin 4

    Heimurin 4

    Streymur og sjóvarfall

    Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar. Sjóvarfalsstreymur stavar frá mána og sól, og greitt verður frá hesum sambandið.…

  • Heimurin 5
    Heimurin 5

    Heimurin 5

    Heimurin í hagtølum og evnum

    Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins lond. Vinnur. Landbúnað. Ádnað. Uttanríkishandil. Búskap.

    Kunningarnar í…

  • Heimurin 6
    Heimurin 6

    Heimurin 6

    Ídnaðarlond og menningarlond

    Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða viðgjørd í hesum sambandi. Evnini heimsins fólkavøkstur, miðallívsævi, gjaldoyra,…

  • Heimurin 7
    Heimurin 7

    Heimurin 7

    Veðurlag og gróðurbelti

    Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst og vindur, lágtrýst, ið flyta seg, sólvindur og monsunur, havstreymar, avfall,…

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð

    Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð. Svarlisti

    Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

  • Hond Fatimu
    Hond Fatimu

    Fatima býr í Marokko. Trúgvin í Marokko nevnist islam. Profeturin Muhammed stovnaði islam í 7. øld. Mong børn í Marokko byrja í einum koranskúla, tá ið tey eru 4-5 ára gomul. Bókin er um dagliga lívið í tí lítlu bygdini, har Fatima býr. Aftast í bókini eru tvær síður við…

  • Hvar er Flekk?
    Hvar er Flekk?

    Fyri skjótt fimtan árum síðani fór forlagið Nýlendið við Jákupi í Skemmuni at geva út bøkurnar um hundin Flekk, sum bretin Eric Hill hevur skrivað og teknað. Fyrsta bókin Hvar er Flekk?, sum kom út í føroyskari týðing í 1986, hevur verið uppseld í nógv ár, men nú hevur so…

  • Hvat kostar matur og drekka

    Hvat kostar matur og drekka

    Um livikor føroyinga

    Metingin í bóklinginum er gjørd við støði í norðurlendskum kosttilráðingum. Hjá fakfeløgum og samfelagnum sum heild er neyðugt at fáa kannað, hvat heilsugóður kostur er. Ein dagskostur, sum nøktar tørvin til orku og til føðsluevni, sum mannakroppurin hevur fyri neyðini, er…

  • Livikor føroyinga

    Livikor føroyinga

    Vitalskanning. 1989 samanborið við 1994

    Fólk siga frá egnum gerandisdegi. Viðtalskanningin er gjørd til tess at fáa nærri upplýsingar um, hvussu ymiskar familjur liva undir ymiskum fortreytum. Í bókini siga fólk frá gerandisdegi sínum. Bókin kann nýtast í undirvísingini í samfelagsfrøðiligum evnum.

  • Hvítabjørnin
    Hvítabjørnin

    Hvítabjørnin

    - eitt lív við havið

    Á hesi bókini um hvítabjørnina lesa vit um útsjónd og lív, sansar og sjúkur, um hvølpin og um hvítabjarnir nú og fyrr.

  • Jim og ætt hansara
    Jim og ætt hansara

    Um tann 15 ára gamla Jim, sum, eftir at hann hevði búð 4 ár í Onglandi, í 1833 kom heimaftur til Eldlandið, har hann aftur hitti ætt sína. Bókin byggir á dagbók Darwins og hóskar væl til evnislesnað.