Skip to main content

Fólkaskúli

Fráflyting og búskaparkreppa

Útisetar og Danmark
Fráflyting og búskaparkreppa

Fráflyting og búskaparkreppa er tann seinasta bókin í røðini við teimum sonevndu livikorskanningunum, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út í samstarvi við føroysk yrkisfeløg og snúgva seg…

Fuglar í Norðurhøvum
Fuglar í Norðurhøvum

Bókin er um fuglin í Føroyum, Áslandi, Hetlandi, Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjunum (Hebridunum). Hon er handbók, sum er ætlað at hava hjá sær at greina fugl eftir. Nøvnini á teimum fuglunum, sum…

Fyrsta ferðin hjá Wairu
Fyrsta ferðin hjá Wairu

Wairu er indiáni og býr í Bolivia. Á teksti og myndum sigur listamaðurin frá, tá ið hon við foreldrum sínum fer til stóra marknaðin hjá aymaraindiánunum. Á ferðini upplivir hon nógv, og mamman sigur…

Føroyinga søga
Føroyinga søga

Føroyingasøga er skrivað í Íslandi, ið hvussu er ikki seinni enn um ár 1200. Søgan er ikki varðveitt í heilum líki, men í pørtum í ymsum handritum, mesti parturin í Flatoyarbók, men eisini í…

Føroysk flora
Føroysk flora

Føroya Skúlabókagrunnur hevur við hesum verki givið út fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Føroysk flora er skrivað teimum mongu, sum hava áhuga fyri plantum, men er tó í fyrsta lagi ætlað…

Føroyskar bókmentir 3
Føroyskar bókmentir 3

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðinum 1881-1902. Rithøvundarnir eru: J.H.O. Djurhuus, Jákup Hansen, Jóan Chr. Poulsen, Nyholm Debess, H.A. Djurhuus, H.M.…

Føroyskar bókmentir 2
Føroyskar bókmentir 2

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir fyri 1880. Rithøvundarnir eru: J. Dahl, Jógvan Dánialsson, Rasmus Effersøe, A.C. Evensen, J.P. Gregoriussen, V.U. Hammershaimb, Johanna M.…

Føroyskar bókmentir 4
Føroyskar bókmentir 4

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðnum 1905-1938. Rithøvundarnir eru: K.O. Viderø, Jákup Berg, Andreas Andreasen, Valdemar Poulsen, G.L. Samuelsen, Sigurð Joensen,…

Føroyskar plantur í litum
Føroyskar plantur í litum

Bókin viðger føroyskan gróður og plantuvøkstur. Fyrst verður stutt sagt frá um gróðurin, síðani verður plantugróðurin viðgjørdur, og at enda verður skrivað um plantuættirnar í teksti. Aftast í bókini…

Føroyskir soppar
Føroyskir soppar

Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum…

Fólk og mentan
Fólk og mentan

Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá jarðarbrúki, hoygging og torvskurði,…

Geitin Zlateh
Geitin Zlateh

Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og…

Geitin lembir
Geitin lembir

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til…

Gras
Gras

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Reyðmaðkurin
Reyðmaðkurin

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Grønur var dalurin
Grønur var dalurin

Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur…

Havfrúgv og Nykur

Tvær sagnir
Havfrúgv og Nykur
Havfrúgv og Nykur

Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á…

Heimsatlas
Heimsatlas

Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

Um Evropa verður farið til…

Heimurin 1.

Vit kunna okkum um heimin
Heimurin 1.
Heimurin 1.

Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og…

Heimurin 2

Vit kunna okkum meira um heimin
Heimurin 2
Heimurin 2

Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í…

Heimurin 3

Sólskipanin
Heimurin 3
Heimurin 3

Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirlit yvir sól og gongustjørnur, 4. Jørðin og sólin árið íkring, 5. Mánin eina sól, 6.…

Heimurin 4

Streymur og sjóvarfall
Heimurin 4
Heimurin 4

Bóklingurin greiðir frá sjóvarfalli, bæði flóð og fjøru og sjóvarfalsstreymi; harumframt verður eisini nortið við streym yvirhøvur og onnur viðurskifti í havinum, serliga havinum kring Føroyar.…

  • Støðisgreining, Forskúlin - næmingabók
    Støðisgreining, Forskúlin - næmingabók

    Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí verður mælt til, at lærarar seta seg væl inn í hesar læraravegleiðingarnar, áðrenn…

  • Støðisgreining, Forskúlin - lærarabók
    Støðisgreining, Forskúlin - lærarabók

    Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí verður mælt til, at lærarar seta seg væl inn í hesar læraravegleiðingarnar, áðrenn…

  • Støðisgreining, 3. flokkur - lærarahefti
    Støðisgreining, 3. flokkur - lærarahefti

    Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí verður mælt til, at lærarar seta seg væl inn í hesar læraravegleiðingarnar, áðrenn teir…

  • Støðisgreining, 2. flokkur- næmingahefti
    Støðisgreining, 2. flokkur- næmingahefti

    Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí verður mælt til, at lærarar seta seg væl inn í hesar læraravegleiðingarnar, áðrenn…

  • Støðisgreining, 2. flokkur- lærarabók
    Støðisgreining, 2. flokkur- lærarabók

    Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí verður mælt til, at lærarar seta seg væl inn í hesar læraravegleiðingarnar, áðrenn…

  • Støðisgreining, 1. flokkur - næmingahefti
    Støðisgreining, 1. flokkur - næmingahefti

    Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí verður mælt til, at lærarar seta seg væl inn í hesar læraravegleiðingarnar, áðrenn…

  • Støðisgreining, 1. flokkur - lærarabók
    Støðisgreining, 1. flokkur - lærarabók

    Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí verður mælt til, at lærarar seta seg væl inn í hesar læraravegleiðingarnar, áðrenn…

  • Súlubók 1- Sólin sá lás í á
    Súlubók 1- Sólin sá lás í á

    Súlubók 1er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu fimm bókstavirnar: á, l, s, í, ó.

    Orðamyndir: sólin, Ása. Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni Myndirnar í bókini…

  • Súlubók 2 - Sólin sá ís í á
    Súlubók 2 - Sólin sá ís í á

    Súlubók 2 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu seks bókstavirnar: á, l, s, í, ó, t.

    Orðamyndir: sólin, Ása.

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í…

  • Skygni 4 - Næmingabók
    Skygni 4 - Næmingabók

    Skygni 4 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fjórða flokki. Nýggja bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Á teimum grønu síðunum eru lættar uppgávur og á teimum bláu síðunum er torleikastigið eitt vet hægri. Umframt grønar og bláar síður eru blandaðar uppgávur á…

  • Skygni 4 - Læraravegleiðing
    Skygni 4 - Læraravegleiðing

    Skygni 4 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fjórða flokki.

    Nýggja bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Á teimum grønu síðunum eru lættar uppgávur og á teimum bláu síðunum er torleikastigið eitt vet hægri. Umframt grønar og bláar síður eru blandaðar…

  • Skygni 4 - Avritsmappa
    Skygni 4 - Avritsmappa

    Skygni 4 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fjórða flokki.

    Nýggja bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Á teimum grønu síðunum eru lættar uppgávur og á teimum bláu síðunum er torleikastigið eitt vet hægri. Umframt grønar og bláar síður eru blandaðar…

  • Skygni 0 - Læraravegleiðing
    Skygni 0 - Læraravegleiðing

    Skygni 0 er tilfar til forskúla ella byrjanarundirvísing í rokning. Næmingabókin er ein einnýtslubók við 64 blaðsíðum og nógvum litríkum tekningum.

    Í Skygni 0 arbeiða børnini við hugtøkum, sum eru týdningarmikil fyri fyrstu fetini í støddfrøði. Tey skulu arbeiða…

  • Skygni 0 - Næmingabók
    Skygni 0 - Næmingabók

    Skygni 0 er tilfar til forskúla ella byrjanarundirvísing í rokning. Næmingabókin er ein einnýtslubók við 64 blaðsíðum og nógvum litríkum tekningum.

    Í Skygni 0 arbeiða børnini við hugtøkum, sum eru týdningarmikil fyri fyrstu fetini í støddfrøði. Tey skulu arbeiða…

  • Mandy at home - Lærarabók
    Mandy at home - Lærarabók

    Aftur í ár bjóðar Føroya Skúlabókagrunnur eina spennandi nýggja bók í enskum Mandy at home, sum er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í fjør kom Mandy on holiday, sum er ætla 4. flokki í enskum. Í nýkomnu lesibókini til 5. flokk Mandy at home er eisini fløga við…

  • Mandy at home - Workbook
    Mandy at home - Workbook

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Mandy at home. Workbook eftir Unu Poulsen. Í arbeiðsbókini eru fjølbroyttar uppgávur, har ið næmingurin kann venja og menna sín førleika í enskum. Bókin er einnýtisbók.

    Tekningarnar í bókini hava Hannis Egholm, Anni Arge…

  • Les 2 - Lærarabók
    Les 2 - Lærarabók

    Endamálið við hesi lærarabókini er at veita íblástur og hugskot, tá ið farið verður undir at arbeiða við tekstasavninum. Roynt verður at vísa á, hvussu arbeiðast kann við einstaka tekstinum, hvørji evni verða viðgjørd, eins og víst verður á sambond ímillum tekstirnar. Talan…

  • Køkin
    Køkin

    Køkin

    Komið og kannið

    Henda bókin er um køkin. Hon er ætla at brúka í triðja flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit køkin og tey amboð, har eru. Vit læra okkum at lesa eina uppskrift og at gera mat. Vit kanna eisini søguna um mat í gomlum døgum og hvørji evni fjala seg í matinum, vit eta.…

  • Mandy at home - Grundbók
    Mandy at home - Grundbók

    Mandy at home - Grundbók

    Lesibók við fløgu

    Mandy at home er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í lesibókini er - eins og í Mandy on holiday - fløga við upplestri av øllum tekstinum í bókini.

    Mandy at home er gjørd við støði í Bretlandi, í enskum umhvørvi. Í bókini verður tó eisini víst á sambandið…

  • Landnámið
    Landnámið

    Landnámið

    Komið og kannið

    Henda bókin er um landnámið. Hon er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í søgu. Eyðun Rannváarson sigur okkum søguna um hvussu Føroyar vórðu til og um tey fyrstu fólkini, ið búsettust her. Vit fáa eisini innlit í hvør ráddi í Føroyum, hvussu tey búðu og hvat tey trúðu á. At…

  • Bilin
    Bilin

    Bilin

    Komið og kannið

    Henda bókin er um bilin. Hon er ætla at brúka í øðrum flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit bilar, sum koyra og brúka orku. Vit kanna rørslu, mótstøðu og onnur fyribrigdi, sum knýta seg at nýggjum og gomlum bilum. Martin Næs hevur týtt úr íslendskum og Spf Gramar hevur…

  • Kroppin
    Kroppin

    Kroppin

    Komið og kannið

    Kroppin Henda bókin er um kroppin. Hon er ætla at brúka í fyrsta flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit beinagrindina og hvussu kroppurin hjá okkum starvast. Vit kanna eisini hvussu vit verða til og hvønn týdning matur og svøvnur hevur, so vit orka at ganga í skúla.…

  • Rúmdina
    Rúmdina

    Rúmdina

    Komið og kannið

    Rúmdina Henda bókin er um rúmdina. Hon er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í náttúru og tøkni. Í bókini kanna vit jørðina, sólina, mánan og gongustjørnur í okkara sólskipan. Martin Næs hevur týtt úr íslendskum og Spf Gramar hevur tillagað og umsitið prentingina. Bókin…

  • Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2
    Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 2

    Arbeiðsbók 2 til Hervør og Høgna í triðja. Bókin er ætlað til føroyskt undirvísingina eftir jól í triðja flokki.

  • Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1
    Hervør og Høgni í triðja - Arbeiðsbók 1

    Nýggja bókin um Hervør og Høgna fylgir tvíburasystkjunum í triðja flokki, bæði heima og í skúla. Bókin fylgir árstíðini, og fleiri spennandi tættir í bókmentum eru tiknir við. Her eru til dømis sangir, yrkingar, ævintýr, sagnir, skjaldur, orðatøk og gátur.

     

    Umframt…

  • Hervør og Høgni í triðja - Ljóðbók
    Hervør og Høgni í triðja - Ljóðbók

    Hetta er triðja lesibókin í føroyskum í røðini um Hervør og Høgna. Bókin byggir á tær báðar undanfarnu bøkurnar, Hervør og Høgni í skúla og Hervør, Høgni og hini. Triðja bókin, ið hevur støði í heimligum umhvørvi, skal læra næmingin nýggj orð og hjálpa honum at automatisera…

  • Les 2
    Les 2

    Les 2

    Tekstasavn til framhaldsdeild

    Les 2 er onnur bókin í Les-bókarøðini til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er fjølbroytt tekstasavn, sum er skipað í fimm partar, hvør við sínum heiti. Tekstirnir eru bundnir saman við einum høvuðsevni. Ymsu heitini geva lesaranum innlit í, hvussu bókin er sett saman, og…

  • Handstavraðið (grøn)
    Handstavraðið (grøn)

    Handstavraðið (grøn)

    Hervør og Høgni í triðja

    Nú ber til at seta teknmál á veggin. Tí Føroya Skúlabókagrunnur hevur prentað fyrstu føroysku plakatina við einum fulfíggjaðum føroyskum handstavraði.


    Fyri Føroya Skúlabókagrunn hevur Janus Dam Guttesen teknað fyrsta føroyska handstavraðið. 

  • Handstavraðið (blá)
    Handstavraðið (blá)

    Handstavraðið (blá)

    Hervør og Høgni í triðja

    Teknmálsplakatin knýtir seg til bókina Hervør og Høgni í triðja, ið sum heiti bendir á, er lesibók til triðja flokk í føroyskum. Umframt teknmálsplakatina, er eisini annað tilfar, so sum uppgávubøkur, lærara- og foreldravegleiðingar, gjørt til bókina.

     

  • Móses í myndlistini
    Móses í myndlistini

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Í Gamla testamenti lesa vit um Móses, sum var…