Skip to main content

Fólkaskúli

Trøllini á Skálavøllum
Trøllini á Skálavøllum

Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara.…

Ungi er í egginum
Ungi er í egginum

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1
Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1

Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti,…

Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2
Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2

Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti,…

Vit práta og tekna 1-2-3
Vit práta og tekna 1-2-3

<span&hellip;

Ábal og aðrar søgur
Ábal og aðrar søgur

Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at…

Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti
Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti

Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum…

Alibaba

- ævintýr úr 1001 nátt
Alibaba
Alibaba

Ein dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam, Sesam, lat teg upp! Og bergið læt seg upp. Bókin kann nýtast bæði í føroyskum og til…

Bolivia
Bolivia

Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið…

Ein genta úr gamla Kina
Ein genta úr gamla Kina

Hetta er ein fitt søga fyri smábørn ætlað til framíhjálesing. Innihaldið er frá einari kristnari familju í Kina undan kollveltingini 1949. Bókin er eisini væl egnað til evnislesnað.

Føroya jarðfrøði
Føroya jarðfrøði

Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum,…

Lærið íslendskt 1
Lærið íslendskt 1

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt 2
Lærið íslendskt 2

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Lærið íslendskt
Lærið íslendskt

Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

Óli og Anna

Lætt lesing 1
Óli og Anna
Óli og Anna

Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á…

Ansa tær, lítla mús
Ansa tær, lítla mús

Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Kettan, sum hvarv

Lætt lesing 3
Kettan, sum hvarv
Kettan, sum hvarv

Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tríggir firvaldar fóru á flog
Tríggir firvaldar fóru á flog

Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tann lítli murturin, sum vildi spæla
Tann lítli murturin, sum vildi spæla

Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Ein kaka og ein drongur
Ein kaka og ein drongur

Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Luthers Katekismus
Luthers Katekismus

Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr.…

Lesibók til 8. skúlaár
Lesibók til 8. skúlaár

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, sagnir, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Við tøkk fyri ljós og dag, Vælsignaður av stjørnum, Børn vóru tey so ung, Gev ljóð mín glaða…

Lesibók 3

til triðja real
Lesibók 3
Lesibók 3

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, orðtøk, sagnir, ævintýr o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Fólkið. sjúrður vann á orminum, At lesa er at hugsa, Kvæði um sjálvan meg, Mangan dvaldi eg við…

Grønland, Føroyar og Ísland
Grønland, Føroyar og Ísland

Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í…

  • Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

    Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn. Ætlanin er, at næmingarnir við egnum upplivingum…

  • Føroya náttúra
    Føroya náttúra

    Føroya náttúra

    Lívfrøðiligt margfeldi

    Bókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í Føroyum. Hon gevur eisini eitt yvirlit yvir, á hvønn hátt lívfrøðiliga margfeldið…

  • Skygni 2A - Læraramappa
    Skygni 2A - Læraramappa

    Í Læraramappuni verður greitt frá endamálinum við undirvísingini í støddfrøði, undirvísingarinnihaldinum og nýggju bókini Skygni 2 A. Umframt ársætlan eru viðmerkingar og hugskot til næmingabókina. Haraftrat er framhald av støddfrøðiævintýrinum um fryntarnar, sum er ætlað…

  • Skygni 2A/B - Avritsmappa
    Skygni 2A/B - Avritsmappa

    Í Avritsmappuni eru ískoytisuppgávur og virknissíður til bøkurnar Skygni 2A og 2B. Avritssíðurnar eru innihaldsliga knýttar at næmingabókunum og eru tískil partur av tí samlaða tilfarinum til støddfrøðiundirvísingina í 2. flokki. Avritssíðurnar kunnu nýtast, so hvørt sum…

  • Skygni 2B - Næmingabók
    Skygni 2B - Næmingabók

    Hetta er nýggj roknibók til 2. flokk og framhald av Skygni 2A. Til útgávuheildina Skygni 2B eru næmingabók, læraramappa og avritssíður í Avritsmappuni 2A og B. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 2. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar…

  • Skygni 2B - Læraramappa
    Skygni 2B - Læraramappa

    Í Læraramappuni verður greitt frá endamálinum við undirvísingini í støddfrøði, undirvísingarinnihaldinum og nýggju bókini Skygni 2B. Umframt ársætlan eru viðmerkingar og hugskot til næmingabókina. Haraftrat er framhald av støddfrøðiævintýrinum um fryntarnar, sum er ætlað…

  • Skygni 8 - Næmingabók
    Skygni 8 - Næmingabók

    Hetta er nýggj, broytt útgáva av Skygni 8. Støddfrøði til 8. flokk. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 8. 10 høvuðsevni verða viðgjørd, og harímillum er brot eitt nýtt høvuðsevni við tveimum sjálvstøðugum kapitlum.

    Hetta er…

  • Vøkstur

    Vøkstur

    Skygni 10. Støddfrøði

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Hugtakið vøkstur verður viðgjørt, m.a. í evnum sum renturenta, samansparing, annuitetslán og seriulán. Aftast í bókini eru…

  • Víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans 1
    Víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans 1

    Víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans 1 fevnir um tíðarskeiðið 1986-1997. Onnurhvør royndin er mai/juni roynd og onnurhvør er desember roynd. Myndir, málberingar og heiti eru tillagað teimum, nýtt verða í Skygnibókunum.

    Flestu støddfrøðilærarar munnu mangan hava…

  • Trigonometri

    Trigonometri

    Skygni 10. Støddfrøði

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Evnisheftið er ætlað at nýta saman við Skygni 10. Hugtøkini í heftinum eru: Trigonmetri, sinus og cosinus, vídd og tangens…

  • Skygni 8 - Lærarahefti
    Skygni 8 - Lærarahefti

    Hetta er læraraleiðbeiningin til 2. útgáva av Skygni 8. Í læraraheftinum, sum er í ringbindi, eru leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar.

    Hetta er læraraleiðbeiningin til 2. útgáva av Skygni 8. Á læraraheftinum, sum er í ringbindi, eru leiðbeiningar,…

  • Elveiting og elnýtsla

    Elveiting og elnýtsla

    Skygni 8. Støddfrøði

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Heftið er ætlað at nýta saman við Skygni 8. Innihaldið er í høvuðsheitum prosentrokning og hagfrøði. Tað hevði verið eitt…

  • Skygni 10 - Grundbók
    Skygni 10 - Grundbók

    Bókin er framhald av Skygni 9. Evnini í bókini eru í høvuðsheitum funksjónir, pýramidur, líkningar og munnlig støddfrøði. Til bókina eru evnisheftini Trigonometri og Vøkstur.

  • Renta og skattur

    Renta og skattur

    Skygni 9. Støddfrøði

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Heftið er ætlað at nýta saman við Skygni 9. Roknihátturin er í høvuðsheitum prosentrokning í samfelagsligum høpi. Evnini,…

  • Greiðslurokning 1
    Greiðslurokning 1

    Greiðslurokning 1

    Fráfaringarroynd fólkaskúlans

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Greiðslurokning 1 fevnir um tíðarskeiðið 1986-1997.…

  • Formlar og talvur
    Formlar og talvur

    Formlar og talvur

    til fólkaskúlan

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Formla- og talvusavnið er loyvt hjálparamboð til…

  • At skyna á klokku
    At skyna á klokku

    Á hesum spæli lærir barnið at skyna á klokku og lærir at knýta ymsu tíðirnar á degnum at sínum egnu ítrivum. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spælið er stimbrandi og…

  • Øvut
    Øvut

    Øvut

    Spæl

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

    Vátt ella turt, opið ella aftur, heitt ella kalt. Hvørt fyribrigdi hevur sín mótsetning. Barnið lærir at skilja…

  • Minnisspæl
    Minnisspæl

    Eitt spæl við djóra- og plantumyndum. Her lærir barnið at hugsavna seg og minnast aftur. Um somu tíð lærir tað náttúruna at kenna. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spælið er…

  • Myndaspæl
    Myndaspæl

    Eitt spæl við djórum og øðrum úr kenda umhvørvi barnsins. Í hesum spæli er dentur lagdur á at læra nøvn á djórum og øðrum í náttúruni. Umframt at læra at kenna djór og annað, so lærir barnið eisini orðamyndina. Spælið hóskar væl sum stuðul undir lesivenjing…

  • Mær dámar at rokna
    Mær dámar at rokna

    Eitt spæl, har ið barnið arbeiðir við myndum og soleiðis lærir at rokna á ein stuttligan og litfagran hátt. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spælið er stimbrandi og…

  • Orð og mynd
    Orð og mynd

    Dominospæl, har punturin er tvíbýttur. Á aðrari hálvuni er mynd og á hinari eitt orð. Orð og mynd skulu hóska saman. Á hesum spæli lærir barnið í leiki at stavseta. Spælið hóskar væl sum stuðul undir lesivenjing barnsins.

    Spælið hóskar væl sum stuðul undir lesivenjing…

  • Tit bygdu hetta land
    Tit bygdu hetta land

    Tit bygdu hetta land

    Arbeiðsmarknaðurin

    Bókin viðger arbeiðsmarknaðin í søguligum baksýni og hugleiðir um, hvussu arbeiðsmarknaðurin fer at síggja út í framtíðini. Í einum ástøðiligum grundarlag viðger hon einstøku verkafeløgini og bygnaðin á arbeiðsmarknaðinum.

    Alment verða lønarviðurskifti,…

  • Íbúgvaviðurskifti 2.2
    Íbúgvaviðurskifti 2.2

    Íbúgvaviðurskifti 2.2

    Árbók fyri Føroyar

    Bóklingur, ið viðger hugtøk, ið nýtt verða, tá ið fólkið í einum landi skal verða lýst. Á nógvum lærugreinum verður nomið við viðurskifti í teimum ymsu londunum. Flestu uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at tær skulu verða loystar saman við Árbók fyri Føroyar. Til bóklingin er…

  • Fimisrokning 1
    Fimisrokning 1

    Fimisrokning 1

    Fráfaringarroynd fólkaskúlans

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Fimisrokning 1 er einnýtishefti og fevnir um…

  • Íbúgvaviðurskifti 2.2. Arbeiðshefti
    Íbúgvaviðurskifti 2.2. Arbeiðshefti

    Arbeiðsheftið, sum er einnýtishefti, er ætlað at nýta at loysa summar uppgávur í bóklinginum Íbúgvaviðurskifti 2.2.

    Uppgávurnar eru: Fólkatalið framroknað, fólkatættleiki, búsetingarkort, fólkið í Føroyum býtt í høvuðsøki og eftir kommunustødd, broytingar í…

  • Íbúgvaviðurskifti
    Íbúgvaviðurskifti

    Íbúgvaviðurskifti

    Árbók fyri Føroyar 2

    Arbeiðshefti til kapittul 2 í Árbók fyri Føroyar, ið umfatar íbúgvaviðurskifti. Meginparturin er uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini frá, hvussu hagtøl verða savnað. Heftið kann nýtast í lærugreinum sum søgu/samtíð og landalæru, men eisini í evnum sum t.d…

  • Stjórnarmál, val og fyrisiting
    Stjórnarmál, val og fyrisiting

    Stjórnarmál, val og fyrisiting

    Árbók fyri Føroyar 3

    Arbeiðshefti til kapittul 3 í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini í stuttum frá grundlógini, heimastýrislógini, stýrisskipanarlógini og millumtjóðasamskiftinum. Heftið kann nýtast í lærugreinum sum søgu/samtíð…

  • Vinnubýti
    Vinnubýti

    Vinnubýti

    Árbók fyri Føroyar 4

    Arbeiðshefti til kapittul 4 í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum eru uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini í stuttum frá vinnulívsviðurskiftum og vinnuhagtølum. Heftið kann nýtast í lærugreinum sum søgu/samtíð og landalæru, men eisini í evnum sum…

  • Fiskivinna
    Fiskivinna

    Fiskivinna

    Árbók fyri Føroyar 5

    Arbeiðshefti til 5. kapittul í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppávur, men greitt verður eisini í stuttum frá um fiskiveiði, skipan av veiðini, veiðihagtølum, fiskileiðum og hýrum. Heftið er ætlað sum stuðul at lesa og skilja Árbók fyri Føroyar, so at…