Skip to main content

Fólkaskúli

Heimurin - Laminerað veggjakort

Heimskortið Heimurin (Nám 2022) er eitt dagført politiskt veggjakort, sum er í stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). Kortið er umsett úr enskum. Á kortinum eru øll staðarnøvn, lond og…

Kanningarsavnið

Mál- og minnisroyndir
Kanningarsavnið

Kanningarsavnið er mál- og minniskanningar til næmingar í 3. og 5. flokki. Tilfarið kann eisini brúkast til eldri næmingar, um…

Støddfrøði 7 - Lærarabók

Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans
Støddfrøði 7 - Lærarabók

Støddfrøði 7 - lærarabók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 7. flokki.

Støddfrøði 7fevnir um:

Føroysk søga 2 - sBók

Føroysk søga 2 er ætlað søguundirvísingini í søgu og samtíð í 8. flokki. Bókin viðgerð tíðarskeiðið frá uml. 1900 til uml. 1950 í føroyskari søgu. Onkur evnið verða tó lýst longur upp í…

Sálmar til fólkaskúlan - Framhaldsdeild (netútgáva)

Sálmar til fólkaskúlan, Framhaldsdeild, er ætlað næmingum í 8. til 10. flokki. Her eru uppgávurnar torførari, men eisini her stendur tað til læraran at meta um, hvat næmingarnir eru førir…

Sálmar til fólkaskúlan- Miðdeild (netútgáva)

Sálmar til fólkaskúlan, Miðdeild, er ætlað næmingum í 4. til 7. flokki. Lærarin verður tó í fleiri førum noyddur at hjálpa til. Sálmar eru torskildir og sjáldan á barnannna støði, hvørki…

Sálmar til fólkaskúlan - Læraravegleiðing (netútgáva)

Tilfarið er sett saman av tveimum næmingaheftum á ymiskum torleikastigi og einari læraravegleiðing.

Sálmar til fólkaskúlan, Miðdeild, er ætlað næmingum í 4. til 7. flokki. Lærarin verður…

Rokning 5 - Hálvársroynd og heilársroynd

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 5 - Hálvársroynd og heilársroynd

Rokning 5 er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 5. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

Rokning 2 - Hálvársroynd og heilársroynd

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 2 - Hálvársroynd og heilársroynd

Rokning 2 er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 2. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

Nem mál í sætta

Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í sætta.

Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og málføriuppgávur. Afturat hesum eru venjingaruppgávur og avbjóðandi…

Sjófeingi - Heimasíða

Føðsla og burðardygd er nýtt talgilt tilfar til 6. flokk í náttúru og tøkni og heimkunnleika. Stórur partur av tilfarinum er tó væl egnaður at brúka í øðrum høpi…

Gaia 4 - Lærarabók

Náttúra og tøkni
Gaia 4 - Lærarabók

Náttúra og tøkni til miðdeild
 
Gaia 4, lærarabók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 4. flokki.

Gaia 4-6 fevnir um:

Gaia 4 - Arbeiðsbók

Náttúra og tøkni
Gaia 4 - Arbeiðsbók
Gaia 4 - Arbeiðsbók
Gaia 4 - Arbeiðsbók
Gaia 4 - Arbeiðsbók

Náttúra og tøkni til miðdeild
 
Gaia 4, arbeiðsbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 4. flokki.

 

Gaia 4-6 fevnir…

Gaia 4 - Grundbók

Náttúra og tøkni
Gaia 4 - Grundbók

Náttúra og tøkni til miðdeild
 
Gaia 4, grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 4. flokki.

Gaia 4-6 fevnir um:

Støddfrøði 7 - Upggávubók

Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans
Støddfrøði 7 - Upggávubók

Støddfrøði 7 - Uppgávubók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 7. flokki.

Støddfrøði 7 fevnir um:

Støddfrøði 7 - Grundbók

Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans
Støddfrøði 7 - Grundbók

Støddfrøði 7 - grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 7. flokki.

Støddfrøði 7fevnir um:

Føroysk samfelagsfrøði - Pappírsútgáva

"Føroysk samfelagsfrøði – C-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á C-stigi í Føroyum. Bókin er skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til…

Føroysk samfelagsfrøði - sBók

"Føroysk samfelagsfrøði – C-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á C-stigi í Føroyum. Bókin er skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til…

Nem í sætta - Lærarabók

Læraravegleiðingin til Nem í sætta er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.

Í Vegleiðing…

Nem í sætta - Næmingabók
Nem í sætta - Næmingabók

Bókin er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

  • At spegla sær leggur dent á tekstir, sum snúgva seg um at síggja seg sjálva/n úr ymiskum…
Evropa - Laminerað veggjakort

Veggjakortið ”Evropa” (Nám 2021) er eitt hæddarkort, sum er í  stødd 1:5 000 000 (113 x 93 cm). Kortið er umsett úr enskum.

Eins og heimskortið hjá Námi, ”Heimurin”, er Evropakortið…

Søgur um ull

Søgur um ull tvinnar søguna um føroysku ullarmentanina saman við altjóða ullarmentan og gevur innlit í tann leiklut, ullin hevur havt mentanarliga, samfelagsliga og…

Føroysk mállæra 3

Henda bókin er triðja bind í røðini Føroysk mállæra 1-3, har fyrsta bind er um kyn, orðmyndan og bending, og annað bind um syntaks. Bókin er sett fram soleiðis, at tað ikki er…

Uppskriftir í handarbeiði

PDF-skjøl við uppskriftum í handarbeiði. M.a. kanst tú binda ein bólt, gera ein breyðserviett, brodera eitt bókamerki og gera eina sloyfu.

Støddfrøðihjálpin Rasmus

Netforritið er lagað til innskúling, miðdeild og framhaldsdeild í fólkaskúlanum, men kann eisini verða brúkt í miðnámi. Forritið kann verða brúkt bæði í skúlanum og heima við…

Videonám

Netútgáva
Videonám

Videonám er ein síða har undirvísingarfilmar hjá Námi savnaðir í einum spælilista. Í vinstra bredda eru beinleiðis leinkjur til spælilistarnar í ymsu lærugreinunum á…

Nótakoyrikort 1

Nótaoyrikortið miðjar ímóti: at næmingar læra hvussu nótaskipanin er uppbygd, hvussu nótarnir eita, hvar teir liggja á nótalinjum, á klaverinum í G-lykil og í F-lykil.

Í frálæruni verður…

Myndaorðabók

MYNDAORÐABÓKIN er ætlað børnum, ungum og vaksnum við ymiskum fortreytum. Teir ymisku partarnir í forritinum styrkja um førleikarnar innan mál og KT.

Í myndaorðabókini ber til at arbeiða…

Lexin - Myndatema

Samvirkin netútgáva
Lexin - Myndatema

Lexin myndatema er fleirmálsligt netforrit við samvirknum ljóð- og myndaorðabókatilfari, sum er ætlað at stuðla undir innlæringina í føroyskum hjá fólki við øðrum móðurmáli.

Lexin er…

Hey Ruby - Ævintýr í kotum

Forritarin Linda Luikas hevur skrivað eina røð av barnabókum um smágentuna Ruby, sum fer á ævintýrferð í gandakendu tøknini.

At skilja tøknina ígjøgnum spæl, hugflog og skapandi menning er…

  • Fiskimenn
    Fiskimenn

    Fiskimenn

    Skaldsøga. Skúlaútgáva

    Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum bókmentaáhugaðum fólki í landinum.

    Skaldsøgan Fiskimenn er realistisk og…

  • Hervør, Høgni og hini - Grundbók
    Hervør, Høgni og hini - Grundbók

    Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á heimligt umhvørvi.

    Bókin er um Hervør og Høgna og floksfelagar teirra,…

  • Heimsins lond
    Heimsins lond

    Heimsins lond

    Landaalfrøði

    Bókin er býtt sundur í heimspartar. Fyrst í hvørjum parti er eitt kort, ið vísir allan heimspartin og eisini síður, ið lýsa fólkini, har búgva. Hvørt landið ella landabólkur hevur so serstakt kort, sum vísir býir, áir, fjøll o.a. týdningarmikið.

     

    Eisini eru…

  • Søgualfrøði
    Søgualfrøði

    Søgualfrøðin lýsir heimssøguna frá byrjan til okkara dagar. Bókin er býtt sundur í fimm øki: Afrika, Ásia, Evropa, Amerika og so Avstralia og Kyrrahavsoyggjar.

    Aftast í bókini er sjálvstøðugt yvirlit yvir søgu Føroya. Kári Jespersen, cand. mag. í søgu, hevur verið…

  • Frumsagnir
    Frumsagnir

    Frumsagnir

    Alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndum

    Orðið frumsøgn er úr grikska orðinum Mythos og kann merkja frásøgn, orð ella ætlan. Allar frumsagnir lýsa fyrst, hvussu heimurin var til. Sagnirnar í hesari bókini eru bara ein lítil partur av gudasøgunum í heiminum, og meira er gjørt burturúr hjá summum fólkasløgum, kanska…

  • Matur í myndum
    Matur í myndum

    Matur í myndum

    - kókibókin til tey smáu

    Matur í myndum er ein øðrvísi og stuttlig kókibók, har allar uppskriftirnar eru í litmyndum við so lítið av teksti, sum gjørligt. Flestum børnum dámar væl at gera mat, uttan at tey vaksnu blanda seg ov nógv uppí, men tað kann vera trupult hjá teimum at lesa uppskriftirnar,…