Nýggjastu útgávur
Vinir mínir og eg - kristni 1 er bókaheild til kristnikunnleika í 1. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.
Loggbókin er til næmingar at…
Ferð á føroyskt 2 - sum annaðmál
GrundbókFerð á føroyskt fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, ljóðfílur og Lærarabók
Bók 1 fevnir um 1. og 2. kapittul. Bók 2 fevnir fyribils um 3. kapittul, til 4. fjórði kapittul er lagdur…
Punktum 7 - Arbeiðshefti
Mállæra til hádeildArbeiðshefti til mállærubókina Punktum, sum er grundbók í mállæru í hádeild.
Punktum er ein handbók, sum fyrst og fremst er ætlað mállæruundirvísingini í hádeild. Hon er ein grundbók, sum tú brúkar frá 7. flokki og restina av fólkaskúlaárunum. Endamálið er at arbeiða…
Tey 24 styrkikortini eru eitt ítøkiligt amboð við teksti og myndum, sum ger tað lættari at tosa um tað, sum styrkir okkum.
Kortini eru hent at brúka, tá ið lærarin greiðir næmingunum frá um tær 24 styrkirnar.
Stóru styrkikortini eru akkurát líka sum 24 smáu…
Leyp er undirvísingartilfar til føroyskt sum annaðmál og er skipað í tríggjar røðir: eina grøna, eina violetta og eina bláa. Vit hava fimtan evni, sum verða bólkað í trý, og tískil eru tríggir amboðskassar. Til hvønn amboðskassa er ein…
Bókin um mínar styrkir, 4. - 6. fl
NæmingabókUm útgávuna: Bókin um mínar styrkir er einnýtslutilfar til næmingin. Í bókini eru 15 venjingar, harav summar eru knýttar at styrkispælinum til 11 ár og eldri. Tær flestu venjingarnar eru gjørdar til sjálvstøðugt arbeiði, men nakrar eru eisini til bólkaarbeiði og onkrar til…
Bókin um mínar styrkir, 1. - 3. fl
NæmingabókBókin um mínar styrkir er einnýtslutilfar til næmingin. Í bókini eru 17 venjingar, harav summar eru knýttar at styrkispælinum 6-10 ár. Tær flestu venjingarnar eru gjørdar til sjálvstøðugt arbeiði, men nakrar eru eisini til bólkaarbeiði og…
Bókin um mínar styrkir er einnýtslutilfar til næmingin. Í bókini eru 14 venjingar, harav summar eru knýttar at styrkispælinum til 11 ár og eldri. Tær flestu venjingarnar eru gjørdar til…
Styrkispælið, 11 ár og eldri er eitt borðspæl til eldru børnini og er knýtt at Bókin um mínar styrkir. Nakrar av uppgávunum í bókini eru gjørdar til styrkispælið, men tað ber eisini væl til at spæla uttan bókina.…
Styrkispælið, 6-10 ár er eitt borðspæl til yngru børnini og er knýtt at Bókin um mínar styrkir. Nakrar av uppgávunum í bókini eru gjørdar til styrkispælið, men tað ber eisini væl til at spæla uttan bókina.
Bókin um mínar styrkir, 4. - 6. fl, lærarabók
LæraravegleiðingUm útgávuna: Læraravegleiðingin til Bókin um mínar styrkir er býtt upp í tvey, í fyrri parti er eitt sindur um positiva sálarfrøði, tær 24 styrkirnar og hví vit skulu arbeiða við…
Bókin um mínar styrkir, 1. - 3. fl, lærarabók
LæraravegleiðingLæraravegleiðingin til Bókin um mínar styrkir er býtt upp í tvey, í fyrri parti er eitt sindur um positiva sálarfrøði, tær 24 styrkirnar og hví vit skulu arbeiða við styrkjunum, ætlanina við tilfarinum og hvussu…
Bókin um mínar styrkir, hádeild og miðnám, lærarabók
LæraravegleiðingLæraravegleiðingin til Bókin um mínar styrkir er býtt upp í tvey, í fyrri parti er eitt sindur um positiva sálarfrøði, tær 24 styrkirnar og hví vit skulu arbeiða við styrkjunum, ætlanina við tilfarinum og hvussu…
Dropar 8
Lesibók til 8. flokkDropar 8 er onnur bók í bókaheildini til føroyskt í hádeild. Í bókini finnur tú dropar av skaldskapi, vit hava á føroyskum, og sum ritstjórnin hevur mett vera hóskandi til 8. floks næmingar. Tekstsløgini fevna um stuttsøgur, yrkingar, fotomyndir, skaldskap av mannamunni og…
Føroyakort 1:200 000
Føroyar 1:200 000Nýtt Føroyakort
Kortfrøðingurin á Umhvørvisstovuni, Hans Olof Engberg, hevur teknað nýtt Føroyakort, sum Nám gevur út.
Kortið, sum Umhvørvisstovan hevur ment saman við Námi, byggir á sama støðið sum størru Føroyakortini, og hevur nøvn, ið…
Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.
Heftið snýr seg um føroyskan mat í sambandi við veitslu og siðir í sambandi við veitslur.
Hey! - Høgtíðir og merkisdagar
SerheftiHey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.
Hetta heftið snýr seg um serstakar dagar, høgtíðir, stevnur og festivalar í Føroyum. Heftið fylgir árinum, og ætlanin er, at tað…
Støddfrøði 8 - Uppgávubók
Støddfrøði til hádeild fólkaskúlansStøddfrøði 8 - Uppgávubók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki.
Støddfrøði 8 fevnir um:
- Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin…
Søga 6 - Læraravegleiðing
spírar til nútíðarsamfelagiðLæraravegleiðingin til Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið, er eins og næmingabókin býtt upp í 6 høvuðspartar, umframt 5 smærri partar um søguligar persónar, og hava partarnir sama heitið sum í næmingabókini. Í hvørjum parti verður sagt frá endamálinum við tekstinum…
Støddfrøði 8 - Grundbók
Støddfrøði til hádeild fólkaskúlansStøddfrøði 8 - grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki.
Støddfrøði 8 fevnir um:
- Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin…
Dropar 7
Lesibók til 7. flokkDropar er lesibók ætlað sjeynda flokki. Hetta er fyrsta bók av trimum lesibókum, sum eru ætlaðar teimum trimum stigunum í hádeild. Í bókini finnur tú dropar av skaldskapi, vit hava á føroyskum, og sum ritstjórnin hevur mett vera hóskandi til 7. floks næmingar.
Punktum
Mállæra til hádeildPunktum er ein handbók, sum fyrst og fremst er ætlað mállæruundirvísingini í hádeild. Hon er ein grundbók, sum tú brúkar frá 7. flokki og restina av fólkaskúlaárunum. Endamálið er at arbeiða við føroyskari mállæru, sum hóskar til ungdóm, tó at tað eisini ber til at brúka hana…
Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.
Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði…
Gaia 6 - Grundbók
Náttúra og tøkniNáttúra og tøkni til miðdeild
Gaia 6, grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 6. flokki.Gaia 4-6 fevnir um:
- grundbók
- arbeiðsbók
- lærarabók …
Sjey kapitlar eru í bókini. 1) Nýggj á miðnámi, 2) Lestrar- og arbeiðshættir, 3) Vísindaástøði, 4) Miðlan og samskifti, 5) Skrivlig miðlan, 6) Munnlig miðlan og 7)…
Funktionelt prýði til skúlarnar. 10 plakatir við Cooperative Learning strukturum, ið eru karmar uttan innihald og tískil vælegnaðir til øll fak - serliga málfakini.
Søga 6 - Næmingabók
spírar til nútíðarsamfelagiðÍ bókini er dentur lagdur á at greiða frá søguni um, hvussu fólkaræði spretti og vaks til tað, sum tað er í dag. Sum heild er dentur lagdur á tann týdning, sum lógir og rættarskipan hava havt upp í gjøgnum øldirnar. Uttan lógir og eina vælvirkandi rættarskipan hevði neyvan…
Trap Føroyar lýsir føroysku náttúruna og landslagið, søgu, mentan, samfelags- og vinnulív umframt býirnar og bygdirnar. 71 granskarar og serfrøðingar – teir flestu føroyskir - eru komnir við sínum íkasti til hesa bók, ið snýr seg um tað, ið hevur størst týdning, úr Mykinesi…
Trap Føroyar lýsir føroysku náttúruna og landslagið, søgu, mentan, samfelags- og vinnulív umframt býirnar og bygdirnar. 71 granskarar og serfrøðingar – teir flestu føroyskir - eru komnir við sínum íkasti til hesa bók, ið snýr seg um tað, ið hevur størst týdning, úr Mykinesi…
Fólkaræði
- hvat, hví og hvussuFólkaræði er eitt stórt og fjølbroytt evni, ið er átrokandi at viðgera í hesum tíðum. Eftir at Berlinmúrurin fall í 1989, gekk fólkaræðið sína sigursgongd kring heimin, men seinastu áratíggjuni hava aðrar stýrisskipanir tikið seg fram og lagt fólkaræðið undir trýst. Fólkaræði…
"Føroysk samfelagsfrøði – B-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á B-stigi í Føroyum. Bókin er í høvuðsheitum…