Skip to main content

Útgávuyvirlit

Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við,…

Føroya náttúra

Lívfrøðiligt margfeldi
Føroya náttúra
Føroya náttúra

Bókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í…

Skygni 2A - Læraramappa
Skygni 2A - Læraramappa

Í Læraramappuni verður greitt frá endamálinum við undirvísingini í støddfrøði, undirvísingarinnihaldinum og nýggju bókini Skygni 2 A. Umframt ársætlan eru viðmerkingar og hugskot til…

Skygni 2A/B - Avritsmappa
Skygni 2A/B - Avritsmappa

Í Avritsmappuni eru ískoytisuppgávur og virknissíður til bøkurnar Skygni 2A og 2B. Avritssíðurnar eru innihaldsliga knýttar at næmingabókunum og eru tískil partur av tí samlaða tilfarinum til…

Skygni 2B - Næmingabók
Skygni 2B - Næmingabók

Hetta er nýggj roknibók til 2. flokk og framhald av Skygni 2A. Til útgávuheildina Skygni 2B eru næmingabók, læraramappa og avritssíður í Avritsmappuni 2A og B. Stórar broytingar eru gjørdar í mun…

Skygni 2B - Læraramappa
Skygni 2B - Læraramappa

Í Læraramappuni verður greitt frá endamálinum við undirvísingini í støddfrøði, undirvísingarinnihaldinum og nýggju bókini Skygni 2B. Umframt ársætlan eru viðmerkingar og hugskot til næmingabókina.…

Skygni 8 - Næmingabók
Skygni 8 - Næmingabók

Hetta er nýggj, broytt útgáva av Skygni 8. Støddfrøði til 8. flokk. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 8. 10 høvuðsevni verða viðgjørd, og harímillum er brot…

Vøkstur

Skygni 10. Støddfrøði
Vøkstur

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Hugtakið vøkstur verður viðgjørt, m.a. í…

Víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans 1
Víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans 1

Víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans 1 fevnir um tíðarskeiðið 1986-1997. Onnurhvør royndin er mai/juni roynd og onnurhvør er desember roynd. Myndir, málberingar og heiti eru tillagað teimum, nýtt…

Trigonometri

Skygni 10. Støddfrøði
Trigonometri

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Evnisheftið er ætlað at nýta saman við…

Skygni 8 - Lærarahefti
Skygni 8 - Lærarahefti

Hetta er læraraleiðbeiningin til 2. útgáva av Skygni 8. Í læraraheftinum, sum er í ringbindi, eru leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar.

Hetta er læraraleiðbeiningin til…

Elveiting og elnýtsla

Skygni 8. Støddfrøði
Elveiting og elnýtsla

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Heftið er ætlað at nýta saman við Skygni…

Skygni 10 - Grundbók
Skygni 10 - Grundbók

Bókin er framhald av Skygni 9. Evnini í bókini eru í høvuðsheitum funksjónir, pýramidur, líkningar og munnlig støddfrøði. Til bókina eru evnisheftini Trigonometri og Vøkstur.

Renta og skattur

Skygni 9. Støddfrøði
Renta og skattur

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Heftið er ætlað at nýta saman við Skygni…

Greiðslurokning 1

Fráfaringarroynd fólkaskúlans
Greiðslurokning 1
Greiðslurokning 1

<span&hellip;

Glámlýsi

Stuttsøgur
Glámlýsi
Glámlýsi

<span&hellip;

Formlar og talvur

til fólkaskúlan
Formlar og talvur
Formlar og talvur

<span&hellip;

At skyna á klokku
At skyna á klokku

Á hesum spæli lærir barnið at skyna á klokku og lærir at knýta ymsu tíðirnar á degnum at sínum egnu ítrivum. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum…

Øvut

Spæl
Øvut
Øvut

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Vátt ella turt, opið ella aftur, heitt…

Minnisspæl
Minnisspæl

Eitt spæl við djóra- og plantumyndum. Her lærir barnið at hugsavna seg og minnast aftur. Um somu tíð lærir tað náttúruna at kenna. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í…

Myndaspæl
Myndaspæl

Eitt spæl við djórum og øðrum úr kenda umhvørvi barnsins. Í hesum spæli er dentur lagdur á at læra nøvn á djórum og øðrum í náttúruni. Umframt at læra at kenna djór og annað, so lærir barnið…

Mær dámar at rokna
Mær dámar at rokna

Eitt spæl, har ið barnið arbeiðir við myndum og soleiðis lærir at rokna á ein stuttligan og litfagran hátt. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum…

Orð og mynd
Orð og mynd

Dominospæl, har punturin er tvíbýttur. Á aðrari hálvuni er mynd og á hinari eitt orð. Orð og mynd skulu hóska saman. Á hesum spæli lærir barnið í leiki at stavseta. Spælið hóskar væl sum stuðul…

Tit bygdu hetta land

Arbeiðsmarknaðurin
Tit bygdu hetta land
Tit bygdu hetta land

Bókin viðger arbeiðsmarknaðin í søguligum baksýni og hugleiðir um, hvussu arbeiðsmarknaðurin fer at síggja út í framtíðini. Í einum ástøðiligum grundarlag viðger hon einstøku verkafeløgini og…

Íbúgvaviðurskifti 2.2

Árbók fyri Føroyar
Íbúgvaviðurskifti 2.2
Íbúgvaviðurskifti 2.2

Bóklingur, ið viðger hugtøk, ið nýtt verða, tá ið fólkið í einum landi skal verða lýst. Á nógvum lærugreinum verður nomið við viðurskifti í teimum ymsu londunum. Flestu uppgávurnar eru gjørdar…

Fimisrokning 1

Fráfaringarroynd fólkaskúlans
Fimisrokning 1
Fimisrokning 1

<span&hellip;

Íbúgvaviðurskifti 2.2. Arbeiðshefti
Íbúgvaviðurskifti 2.2. Arbeiðshefti

Arbeiðsheftið, sum er einnýtishefti, er ætlað at nýta at loysa summar uppgávur í bóklinginum Íbúgvaviðurskifti 2.2.

Uppgávurnar eru: Fólkatalið framroknað, fólkatættleiki, búsetingarkort,…

Íbúgvaviðurskifti

Árbók fyri Føroyar 2
Íbúgvaviðurskifti
Íbúgvaviðurskifti

Arbeiðshefti til kapittul 2 í Árbók fyri Føroyar, ið umfatar íbúgvaviðurskifti. Meginparturin er uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini frá, hvussu hagtøl verða savnað. Heftið kann…

Stjórnarmál, val og fyrisiting

Árbók fyri Føroyar 3
Stjórnarmál, val og fyrisiting
Stjórnarmál, val og fyrisiting

Arbeiðshefti til kapittul 3 í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum er uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini í stuttum frá grundlógini, heimastýrislógini,…

Vinnubýti

Árbók fyri Føroyar 4
Vinnubýti
Vinnubýti

Arbeiðshefti til kapittul 4 í Árbók fyri Føroyar. Meginparturin av tilfarinum eru uppgávur til næmingarnar, men greitt verður eisini í stuttum frá vinnulívsviðurskiftum og vinnuhagtølum. Heftið…

  • Fuglarnir
    Fuglarnir

    Skaldsøga um 40 ára gamla Mattis, sum er evnaveikur. Hann býr hjá systrini Hegu. Mattis livir í samljóði við náttúruna, og tá ið hann skal greiða systrini frá sínum upplivingum, er tað, sum tveir ymiskir heimir møtast: skaldaheimurin og gerandisheimurin.

  • Fyrsta ferðin hjá Wairu
    Fyrsta ferðin hjá Wairu

    Wairu er indiáni og býr í Bolivia. Á teksti og myndum sigur listamaðurin frá, tá ið hon við foreldrum sínum fer til stóra marknaðin hjá aymaraindiánunum. Á ferðini upplivir hon nógv, og mamman sigur henni nógvar søgur um fólkið og mentanina. Aftast í bókini eru upplýsingar um…

  • Føroyinga søga
    Føroyinga søga

    Føroyingasøga er skrivað í Íslandi, ið hvussu er ikki seinni enn um ár 1200. Søgan er ikki varðveitt í heilum líki, men í pørtum í ymsum handritum, mesti parturin í Flatoyarbók, men eisini í søgunum um Ólav Tryggvason og Ólav Halga. Aftast í hesari útgávu er eftirmæli eftir…

  • Føroya søga 1
    Føroya søga 1

    Føroya søga 1

    Norðurlond og Føroyar

    Á fyrsta bindi av Føroya søgu, ið ber undirheitið Norðurlond og Føroyar, verður roynt at koma inn í søgu okkara, og spurningarnir, sum viðgjørdir verða, eru t.d.: Hvussu varð Føroya land til? Hvussu komu norðbúgvar inn í almenna evropeiska søgu? Hvussu ávirkaði náttúran…

  • Føroya søga 2
    Føroya søga 2

    Føroya søga 2

    Skattland og len

    Á øðrum bindi av Føroya søgu, sum ber undirheitið Skattland og len, er høvuðsdenturin lagdur á miðaldarsøguna; tó umskarast frásøgnin í tíðar- og hendingarrøð, so at komið verður fram til um ár 1700. Bókin er prýdd við nógvum myndum, fleiri í litum. Strikumyndir og…

  • Føroya søga 3
    Føroya søga 3

    Føroya søga 3

    Frá kongligum einahandli til embætisveldi

    Á hesum bindi verður roynt at binda træðrirnar aftur til fyrsta og annað bind. Byrjað verður við einum broyttum samfelagsstøði eftir Gablatíðina. Teir seinastu kapitlarnir eru um tey politisku viðurskiftini: skilnaðin frá Noregi í 1814, avtøkuna av øllum fornum politiskum…

  • Føroysk flora
    Føroysk flora

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur við hesum verki givið út fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Føroysk flora er skrivað teimum mongu, sum hava áhuga fyri plantum, men er tó í fyrsta lagi ætlað sum undirvísingarmiðil í skúlunum. Á floruni eru plantuættirnar, plantuskipanin,…

  • Føroyskar bókmentir 3
    Føroyskar bókmentir 3

    Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðinum 1881-1902. Rithøvundarnir eru: J.H.O. Djurhuus, Jákup Hansen, Jóan Chr. Poulsen, Nyholm Debess, H.A. Djurhuus, H.M. Ejdesgaard, Rikard Long, Louis Zachariassen, Gudmund Bruun, M.S. Viðstein, Victor…

  • Føroyskar bókmentir 2
    Føroyskar bókmentir 2

    Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir fyri 1880. Rithøvundarnir eru: J. Dahl, Jógvan Dánialsson, Rasmus Effersøe, A.C. Evensen, J.P. Gregoriussen, V.U. Hammershaimb, Johanna M. Skylv Hansen, C. Holm Isaksen, Jakob Jakobsen, Maria R. Mikkelsen, Tróndur Olsen,…

  • Føroyskar bókmentir 4
    Føroyskar bókmentir 4

    Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðnum 1905-1938. Rithøvundarnir eru: K.O. Viderø, Jákup Berg, Andreas Andreasen, Valdemar Poulsen, G.L. Samuelsen, Sigurð Joensen, Karsten Hoydal, Jens D. Jacobsen, Óli Dahl, Bernhard Brim, Regin Dahl, Bergur…

  • Føroyskar plantur í litum
    Føroyskar plantur í litum

    Bókin viðger føroyskan gróður og plantuvøkstur. Fyrst verður stutt sagt frá um gróðurin, síðani verður plantugróðurin viðgjørdur, og at enda verður skrivað um plantuættirnar í teksti. Aftast í bókini eru listar við plantunøvnunum á føroyskum, donskum og á latíni.

  • Føroyskir soppar
    Føroyskir soppar

    Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum vanligastu soppunum. Umframt til undirvísing er bókin hent handbók og góð at…

  • Fólk og mentan
    Fólk og mentan

    Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá jarðarbrúki, hoygging og torvskurði, neyta- og seyðahaldi, fiskiskapi, hvala- og fuglaveiði, byggi- og matsiðum,…

  • Gandamyndir
    Gandamyndir

    Gandamyndir

    512 myndasamansetingar

    Bókin er væl egnað at læra næmingar um myndir. Síðurnar eru í tveimum, so lættliga sæst, hvussu skjótt myndin broytist. Hon skuldi fingið tann, ið teknar ella hyggur at myndunum, at fara út um vanligt mark og lata hugflogið ráða.

  • Geitin Zlateh
    Geitin Zlateh

    Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og tá knýta drongurin og geitin vinarsamband. Bókin hóskar væl at lesa fyri børnum.

  • Geitin lembir
    Geitin lembir

    Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Gott er góðum at tæna 1 - Lærarabók
    Gott er góðum at tæna 1 - Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Evnishefti, Gott er góðum at tæna 1, er lagað til…

  • Gott er góðum at tæna 1 - Næmingabók
    Gott er góðum at tæna 1 - Næmingabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Evnishefti, Gott er góðum at tæna 1, er lagað til…

  • Gott er góðum at tæna 2 - Námingabók
    Gott er góðum at tæna 2 - Námingabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Næmingabókin Gott er góðum at tæna 2, er ætlað…

  • Gott er góðum at tæna 2 - Lærarabók
    Gott er góðum at tæna 2 - Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Gott er góðum at tæna 2 er ætlað kristniundirvísing…

  • Gras
    Gras

    Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Reyðmaðkurin
    Reyðmaðkurin

    Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Grønur var dalurin
    Grønur var dalurin

    Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur teirra, Huw, ið sigur søguna, sum er um tað góða og tað ringa, sum hesum…

  • Havfrúgv og Nykur
    Havfrúgv og Nykur

    Havfrúgv og Nykur

    Tvær sagnir

    Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á Landsmiðstøðini.

  • Havið
    Havið

    Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking. Á Føroyum, her sum vit øll eru so nær knýtt at sjónum og liva av sjónum – í framtíðini kanska eisini…

  • Heimakrákan og aðrar søgur
    Heimakrákan og aðrar søgur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á sjálvari bókini eru 12 stuttar søgur, sum hóska…

  • Heimakrákan og aðrar søgur
    Heimakrákan og aðrar søgur

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Á sjálvari bókini eru 12 stuttar søgur, sum hóska…

  • Heimsatlas
    Heimsatlas

    Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

    Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir,…

  • Heimurin 1.
    Heimurin 1.

    Heimurin 1.

    Vit kunna okkum um heimin

    Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og breiddarstig, at finna á einum korti, mát, at læra at leita í navnaskránni í…

  • Heimurin 2
    Heimurin 2

    Heimurin 2

    Vit kunna okkum meira um heimin

    Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í heftinum.