Nýggjastu útgávur
Venus fyri Sólini
Stødd 60 x 42 cm.
8. juni í 2004 kl. 06:00 – 12:20 stóð Venus fyri Sólini. Hetta fyribrigdið var seinast at síggja í 1882. At taka myndir, sum hesar, av fyribrigdinum í síni heild, fer…
Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga
Fløgan og ljóðbandið Alfagurt ljóðar mín tunga er eitt savn av tí tónleiki, sum hevur livað í fólkinum í øldir. Á fløguni og ljóðbandinum eru ein táttur, Fruntatáttur, ein vísa, Brúnsveinsvísa,…
Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband
<span…
Ein skúladagur í K.
Føroyskar skemtisøgurHetta er savn við 23 skemtisøgum eftir 14 føroyskar høvundar, frá M.A. Winther til Oddvør Johansen. Í innganginum greiðir Jógvan Isaksen frá føroyskari skemtisøguskriving, hvussu hon er broytt og hví.
Eitt dukkuheim
Sjónleikur í trimum pørtumSjónleikurin snýr seg um rættin hjá menniskjum at liva sítt egna lív uttan at vera bundin av gomlum reglum og vanahugsanum.
Ellæra 1
Almenn alisfrøðiEllæra 1 viðger tættir sum: Streym og løðing, Elektrisk felt og potential, Mótstøðu og spenning og Elektromotoriska kraft í streymrásum. Á kapitlunum eru uppgávur, og aftast í bókini er uppískoyti við ymsum eindum og yvirlitum og leitorð. Á breddanum eru myndir og stuttar…
Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltfláum og innskotum við gongum, óregluligum…
Føroya náttúra
Lívfrøðiligt margfeldiBókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í Føroyum. Hon gevur eisini eitt yvirlit yvir, á hvønn hátt lívfrøðiliga margfeldið…
Føroya søga 1
Norðurlond og FøroyarÁ fyrsta bindi av Føroya søgu, ið ber undirheitið Norðurlond og Føroyar, verður roynt at koma inn í søgu okkara, og spurningarnir, sum viðgjørdir verða, eru t.d.: Hvussu varð Føroya land til? Hvussu komu norðbúgvar inn í almenna evropeiska søgu? Hvussu ávirkaði náttúran…
Føroya søga 2
Skattland og lenÁ øðrum bindi av Føroya søgu, sum ber undirheitið Skattland og len, er høvuðsdenturin lagdur á miðaldarsøguna; tó umskarast frásøgnin í tíðar- og hendingarrøð, so at komið verður fram til um ár 1700. Bókin er prýdd við nógvum myndum, fleiri í litum. Strikumyndir og…
Føroya søga 3
Frá kongligum einahandli til embætisveldiÁ hesum bindi verður roynt at binda træðrirnar aftur til fyrsta og annað bind. Byrjað verður við einum broyttum samfelagsstøði eftir Gablatíðina. Teir seinastu kapitlarnir eru um tey politisku viðurskiftini: skilnaðin frá Noregi í 1814, avtøkuna av øllum fornum politiskum…
Føroysk kórbók 1
Kórsatsir eftir Karl ClausenÁ kórbóklinginum, sum Ólavur Hátún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk. Hann gjørdi kórsatsir til føroysk løg til føroyingar í Keypmannahavn longu fyrst í 60-árunum. Á…
Føroyskar bókmentir 2
í úrvaliÁ hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir fyri 1880. Rithøvundarnir eru: J. Dahl, Jógvan Dánialsson, Rasmus Effersøe, A.C. Evensen, J.P. Gregoriussen, V.U. Hammershaimb, Johanna M. Skylv Hansen, C. Holm Isaksen, Jakob Jakobsen, Maria R. Mikkelsen, Tróndur Olsen,…
Føroyskar bókmentir 3
í úrvaliÁ hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðinum 1881-1902. Rithøvundarnir eru: J.H.O. Djurhuus, Jákup Hansen, Jóan Chr. Poulsen, Nyholm Debess, H.A. Djurhuus, H.M. Ejdesgaard, Rikard Long, Louis Zachariassen, Gudmund Bruun, M.S. Viðstein, Victor…
Føroyskar bókmentir 4
í úrvaliÁ hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðnum 1905-1938. Rithøvundarnir eru: K.O. Viderø, Jákup Berg, Andreas Andreasen, Valdemar Poulsen, G.L. Samuelsen, Sigurð Joensen, Karsten Hoydal, Jens D. Jacobsen, Óli Dahl, Bernhard Brim, Regin Dahl, Bergur…
Føroyskir rithøvundar
- frá Hammershaimb til OddfríðTeldutøk rithøvundaskrá, skipað í tíðarrøð, við almennum inngangi um føroyskar bókmentir.
Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum vanligastu soppunum. Umframt til undirvísing er bókin hent handbók og góð at…
Fiskimenn
Skaldsøga. SkúlaútgávaHenda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum bókmentaáhugaðum fólki í landinum.
Skaldsøgan Fiskimenn er realistisk og…
Fjørið mítt
- ævintýrheimurÁ bókini verður í drúgvum inngangi roynt at lýsa gomlu føroysku ævintýrini sum part av ævintýrum yvirhøvur og at greiða frá tí arbeiði, sum var gjørt her á landi at savna og skriva upp ævintýr. Ævintýrúrvalið er gjørt við tí í huga, at tað skal vísa vanligastu ævintýrsløgini,…
Fjørið mítt
- ævintýrheimur. ArbeiðsheftiÁ arbeiðsheftinum eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við ævintýrum í skúlanum. Harumframt eru eitt norskt og eitt íslendskt frábrygdi til ævintýrið Risans klótu tikin við til samanberingar.
Flugudrotturin sigur frá einum flokki av enskum dreingjum, sum er komin til eina óbygda oyggj, eftir at flogfarið, teir vóru við, er dottið niður. Á heiminum uttan um oynna leikar kríggj á, og tað er ein atombumba, sum hevur volt, at flogfarið datt niður. Teir yngstu…
Flugudrotturin
ArbeiðsheftiArbeiðshefti er eitt uppskot til útlegging av bókini. Arbeiðshættirnir eru ymiskir, og tað er upp til læraran, um hann velur at arbeiða við øllum hættunum, ella hann velur einstakar burturúr. Arbeiðsuppgávurnar fevna um einstaklingauppgávur, framløgur, kjak, tónleik, leik og…
Formlasavn C
Til HF-felagslærugrein og málsligu deild studentasFormlasavnið er loyvt hjálparamboð hjá næmingum til próvtøkurnar í støddfrøði í 1. studentaskúlaflokki á málsligari deild (kravt stig) og í 1. HF-flokki (felagslærugrein). Aftast í heftinum er yvirlit yvir nøkur støddfrøðilig tekn.
Bókin lýsir stórpolitisku gongdina í Evropa í hesum tíðarskeiði við serligum atliti at søgu Týsklands. Hini ríkini í Evropa, sum um hetta mundið vóru mett sum stórveldi: Bretland, Frakland, Italia og Sovjetsamveldið, verða umrødd, eins og USA og Japan, ið eisini høvdu ávirkan á…
Fráflyting og búskaparkreppa
Útisetar og DanmarkFráflyting og búskaparkreppa er tann seinasta bókin í røðini við teimum sonevndu livikorskanningunum, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út í samstarvi við føroysk yrkisfeløg og snúgva seg alment um at kanna lívskorini hjá føroyingum undan og undir kreppuni í…
Frostrósan
- og aðrar søgurEitt úrval av teimum søgum, ið komu inn til stuttsøgukappingina fyri føroyskar kvinnur, ið Kvinnutíðindi lýstu eftir. Til bókina fæst eisini arbeiðshefti, sum Kirsten Brix hevur lagt til rættis.
Frostrósan
- og aðrar søgur. ArbeiðsheftiEitt úrval av teimum søgum, ið komu inn til stuttsøgukappingina fyri føroyskar kvinnur, ið Kvinnutíðindi lýstu eftir. Til bókina fæst eisini arbeiðshefti, sum Kirsten Brix hevur lagt til rættis.
Frumsagnir
Alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndumOrðið frumsøgn er úr grikska orðinum Mythos og kann merkja frásøgn, orð ella ætlan. Allar frumsagnir lýsa fyrst, hvussu heimurin var til. Sagnirnar í hesari bókini eru bara ein lítil partur av gudasøgunum í heiminum, og meira er gjørt burturúr hjá summum fólkasløgum, kanska…
Skaldsøga um 40 ára gamla Mattis, sum er evnaveikur. Hann býr hjá systrini Hegu. Mattis livir í samljóði við náttúruna, og tá ið hann skal greiða systrini frá sínum upplivingum, er tað, sum tveir ymiskir heimir møtast: skaldaheimurin og gerandisheimurin.
Fyriskipan
VirkisbúskapurFyriskipan eftir Heðin Samuelsen, lærara í Føroya Handilsskúla í Havn, er tann seinasta bókin av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er hon ætlað til lærugreinina virkisbúskapur í Hægri handilsútbúgving.…
Fyriskipan. Uppgávur
VirkisbúskapurHeftið er partur av røðini virkisbúskapi, sum er ætlað undirvísing í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum, men eisini til sjálvlestur hjá teimum, ið hava áhuga fyri virkisbúskapi. Fyriskipan er onnur bókin í røðini um virkisbúskap á B stigi eftir Olav Absalonsen og Heðin…
Kostnaðarlæra
VirkisbúskapurHenda bókin er tann triðja av fýra bókum í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er hon ætlað at nýta í undirvísingini í virkisbúskapi í hægri handilsútbúgving. Innihaldið í bókini er í høvuðsheitum fastur og…
Kostnaðarlæra. Uppgávur
VirkisbúskapurHetta er uppgávuhefti til bókina Kostnaðarlæru, ið er ætlað til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er hon ætlað til undirvísing í virkisbúskapi í hægri handilsútbúgving. Innihaldið í bókini er í høvuðsheitum fastur og broytiligur kostnaður,…