Skip to main content

Útgávuyvirlit

Fuglarnir
Fuglarnir

Skaldsøga um 40 ára gamla Mattis, sum er evnaveikur. Hann býr hjá systrini Hegu. Mattis livir í samljóði við náttúruna, og tá ið hann skal greiða systrini frá sínum upplivingum, er tað, sum tveir…

Fyrsta ferðin hjá Wairu
Fyrsta ferðin hjá Wairu

Wairu er indiáni og býr í Bolivia. Á teksti og myndum sigur listamaðurin frá, tá ið hon við foreldrum sínum fer til stóra marknaðin hjá aymaraindiánunum. Á ferðini upplivir hon nógv, og mamman sigur…

Føroyinga søga
Føroyinga søga

Føroyingasøga er skrivað í Íslandi, ið hvussu er ikki seinni enn um ár 1200. Søgan er ikki varðveitt í heilum líki, men í pørtum í ymsum handritum, mesti parturin í Flatoyarbók, men eisini í…

Føroya søga 1

Norðurlond og Føroyar
Føroya søga 1
Føroya søga 1

Á fyrsta bindi av Føroya søgu, ið ber undirheitið Norðurlond og Føroyar, verður roynt at koma inn í søgu okkara, og spurningarnir, sum viðgjørdir verða, eru t.d.: Hvussu varð Føroya land til?…

Føroya søga 2

Skattland og len
Føroya søga 2
Føroya søga 2

Á øðrum bindi av Føroya søgu, sum ber undirheitið Skattland og len, er høvuðsdenturin lagdur á miðaldarsøguna; tó umskarast frásøgnin í tíðar- og hendingarrøð, so at komið verður fram til um ár…

Føroya søga 3

Frá kongligum einahandli til embætisveldi
Føroya søga 3
Føroya søga 3

Á hesum bindi verður roynt at binda træðrirnar aftur til fyrsta og annað bind. Byrjað verður við einum broyttum samfelagsstøði eftir Gablatíðina. Teir seinastu kapitlarnir eru um tey politisku…

Føroysk flora
Føroysk flora

Føroya Skúlabókagrunnur hevur við hesum verki givið út fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Føroysk flora er skrivað teimum mongu, sum hava áhuga fyri plantum, men er tó í fyrsta lagi ætlað…

Føroyskar bókmentir 3
Føroyskar bókmentir 3

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðinum 1881-1902. Rithøvundarnir eru: J.H.O. Djurhuus, Jákup Hansen, Jóan Chr. Poulsen, Nyholm Debess, H.A. Djurhuus, H.M.…

Føroyskar bókmentir 2
Føroyskar bókmentir 2

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir fyri 1880. Rithøvundarnir eru: J. Dahl, Jógvan Dánialsson, Rasmus Effersøe, A.C. Evensen, J.P. Gregoriussen, V.U. Hammershaimb, Johanna M.…

Føroyskar bókmentir 4
Føroyskar bókmentir 4

Á hesum bindi eru verk eftir føroyskar rithøvundar, føddir í tíðarskeiðnum 1905-1938. Rithøvundarnir eru: K.O. Viderø, Jákup Berg, Andreas Andreasen, Valdemar Poulsen, G.L. Samuelsen, Sigurð Joensen,…

Føroyskar plantur í litum
Føroyskar plantur í litum

Bókin viðger føroyskan gróður og plantuvøkstur. Fyrst verður stutt sagt frá um gróðurin, síðani verður plantugróðurin viðgjørdur, og at enda verður skrivað um plantuættirnar í teksti. Aftast í bókini…

Føroyskir soppar
Føroyskir soppar

Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum…

Fólk og mentan
Fólk og mentan

Eitt yvirlit yvir føroyska fólkamentan. Greitt verður frá dagliga lívinum á sjógvi og landi, soleiðis sum tað var upp til fyrst í hesi øld. Greitt verður m.a. frá jarðarbrúki, hoygging og torvskurði,…

Gandamyndir

512 myndasamansetingar
Gandamyndir
Gandamyndir

Bókin er væl egnað at læra næmingar um myndir. Síðurnar eru í tveimum, so lættliga sæst, hvussu skjótt myndin broytist. Hon skuldi fingið tann, ið teknar ella hyggur at myndunum, at fara út um…

Geitin Zlateh
Geitin Zlateh

Søgan um geitina Zlateh og lítla drongin Aaron. Geitin er vorðin gomul og skal seljast, og tað verður Aaron, ið skal fara til býin við henni og selja hana. Á vegnum koma tey í svárar trupulleikar, og…

Geitin lembir
Geitin lembir

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til…

Gras
Gras

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá grasi, einari av heimsins týdningarmestu plantum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Reyðmaðkurin
Reyðmaðkurin

Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Grønur var dalurin
Grønur var dalurin

Grønur var dalurin kom út fyrstu ferð í 1939, og í dag telist bókarverkið millum heimsklassikararnar. Bókin er um Morganfólkini í Wales, har mannfólkini arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur…

Havfrúgv og Nykur

Tvær sagnir
Havfrúgv og Nykur
Havfrúgv og Nykur

Í hesum bóklingi eru tvær sagnir. Onnur um hvussu havfrúgv er vorðin, og hin um hvussu nykur er vorðin. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar fæst á…

Havið
Havið

Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking. Á Føroyum, her sum vit…

Heimsatlas
Heimsatlas

Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

Um Evropa verður farið til…

Heimurin 1.

Vit kunna okkum um heimin
Heimurin 1.
Heimurin 1.

Bókin er ætlað sum stuðul í undirvísingini í landalæru tey fyrstu árini, næmingarnir rættiliga fara at brúka kort og atlas. Evnini eru t.d. ættirnar, veður og vindur, globus, longdar- og…

Heimurin 2

Vit kunna okkum meira um heimin
Heimurin 2
Heimurin 2

Heimurin 2 er framhald av Heiminum 1 og viðger evnini streym og streymkort, vind og vindmegi, ættirnar, tíðarøki, tíðarmun, lond í Evropa o.a. Harumframt eru nógvar uppgávur til Heimsatlasið í…

  • Rokning 5 - Hálvársroynd og heilársroynd

    Rokning 5 - Hálvársroynd og heilársroynd

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 5 er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 5. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 5 eru:

    • Grundbók a, b
  • Rokning 2 - Hálvársroynd og heilársroynd

    Rokning 2 - Hálvársroynd og heilársroynd

    Støddfrøði til fólkaskúlan

    Rokning 2 er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 2. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

    Høvuðspartarnir í ROKNING 2 eru:

    • Grundbók a, b
  • Nem mál í sætta

    Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í sætta.

    Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og málføriuppgávur. Afturat hesum eru venjingaruppgávur og avbjóðandi uppgávur, sum liggja í ibókini og á snar. Til málføriuppgávurnar eru ljóðfílur, sum…

  • Sjófeingi - Heimasíða

    Føðsla og burðardygd er nýtt talgilt tilfar til 6. flokk í náttúru og tøkni og heimkunnleika. Stórur partur av tilfarinum er tó væl egnaður at brúka í øðrum høpi eisini. 

    Undirvísingartilfarið fevnir millum annað um:

    • tekstir, myndir, talvur og…
  • Gaia 4 - Lærarabók

    Gaia 4 - Lærarabók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 4, lærarabók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 4. flokki.

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Gaia 4 - Arbeiðsbók

    Gaia 4 - Arbeiðsbók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 4, arbeiðsbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 4. flokki.

     

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Gaia 4 - Grundbók

    Gaia 4 - Grundbók

    Náttúra og tøkni

    Náttúra og tøkni til miðdeild
     
    Gaia 4, grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 4. flokki.

    Gaia 4-6 fevnir um:

    • grundbók
    • arbeiðsbók
    • lærarabók
  • Støddfrøði 7 - Upggávubók

    Støddfrøði 7 - Upggávubók

    Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans

    Støddfrøði 7 - Uppgávubók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 7. flokki.

    Støddfrøði 7 fevnir um:

    • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin…
  • Støddfrøði 7 - Grundbók

    Støddfrøði 7 - Grundbók

    Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans

    Støddfrøði 7 - grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 7. flokki.

    Støddfrøði 7fevnir um:

    • Grundbók: Næmingabók við fakligum teksti, uppgávum og avbjóðingum. Grundbókin vendir…
  • Føroysk samfelagsfrøði C - Pappírsútgáva

    "Føroysk samfelagsfrøði – C-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á C-stigi í Føroyum. Bókin er skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til málbólkin, samstundis sum hon heldur seg neyvt til innihalds- og førleikakrøv í…

  • Føroysk samfelagsfrøði C - sBók

    "Føroysk samfelagsfrøði – C-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á C-stigi í Føroyum. Bókin er skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til málbólkin, samstundis sum hon heldur seg neyvt til innihalds- og førleikakrøv í…

  • Ítróttur og heilsa C
    Ítróttur og heilsa C

    Ítróttur og heilsa C

    ástøði í verki

    Ítróttur og heilsa C - ástøði í verki er ein grundbók til undirvísing í lærugreinini ítróttur og heilsa á miðnámi. Bókin tekur støði í, at lærugreinin fyrst og fremst er verklig. Kropsligu venjingarnar og spølini eru samantvinnað við ástøðiliga partin. Bókin leggur…

  • Nem í sætta - Lærarabók

    Læraravegleiðingin til Nem í sætta er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.

    Í Vegleiðing um føroyskt er yvirlit yvir bókaheildina, frágreiðing um lærugreinahugsan…

  • Nem í sætta - Næmingabók
    Nem í sætta - Næmingabók

    Bókin er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

    • At spegla sær leggur dent á tekstir, sum snúgva seg um at síggja seg sjálva/n úr ymiskum og nýggjum sjónarhornum.
    • Í…
  • Evropa - Laminerað veggjakort

    Veggjakortið ”Evropa” (Nám 2021) er eitt hæddarkort, sum er í  stødd 1:5 000 000 (113 x 93 cm). Kortið er umsett úr enskum.

    Eins og heimskortið hjá Námi, ”Heimurin”, er Evropakortið umsett úr enskum við støði í kortum hjá Collins Bartholomew, ið er heimsins elsta…

  • Søgur um ull

    Søgur um ull tvinnar søguna um føroysku ullarmentanina saman við altjóða ullarmentan og gevur innlit í tann leiklut, ullin hevur havt mentanarliga, samfelagsliga og søguliga í Føroyum. Stuttu søgurnar eru persónligar hendingar, sum hava sett…

  • HetjaFO

    Ætlanin við tilfarinum HetjaFO er at geva næmingunum ástøðiliga og empiriska vitan um sálarfrøðiligar faktorar, sum ávirka, hvussu vit bera okkum at ímóti hvørjum øðrum. Bæði tá ið vit fremja hetjugerðir, og tá ið vit skaða hvønn annan ella bara lata standa til. Fyri at røkka…

  • Føroysk mállæra 3

    Henda bókin er triðja bind í røðini Føroysk mállæra 1-3, har fyrsta bind er um kyn, orðmyndan og bending, og annað bind um syntaks. Bókin er sett fram soleiðis, at tað ikki er neyðugt hjá lesaranum at hava stórvegis teoretiskan kunnleika um málvísindi. Hon…

  • Uppskriftir í handarbeiði

    PDF-skjøl við uppskriftum í handarbeiði. M.a. kanst tú binda ein bólt, gera ein breyðserviett, brodera eitt bókamerki og gera eina sloyfu.

  • Støddfrøðihjálpin Rasmus

    Netforritið er lagað til innskúling, miðdeild og framhaldsdeild í fólkaskúlanum, men kann eisini verða brúkt í miðnámi. Forritið kann verða brúkt bæði í skúlanum og heima við hús.

    Støddfrøðihjálpin er ókeypis at brúka hjá øllum. 

  • Videonám

    Videonám

    Netútgáva

    Videonám er ein síða har undirvísingarfilmar hjá Námi savnaðir í einum spælilista. Í vinstra bredda eru beinleiðis leinkjur til spælilistarnar í ymsu lærugreinunum á youtube.

    Tað er Pól Jespersen, fyrrverandi studentaskúlalærari, ritstjóri í Námi, sum…

  • Nótakoyrikort 1

    Nótaoyrikortið miðjar ímóti: at næmingar læra hvussu nótaskipanin er uppbygd, hvussu nótarnir eita, hvar teir liggja á nótalinjum, á klaverinum í G-lykil og í F-lykil.

    Í frálæruni verður keyboard brúkt við 5 oktavum, sum næmingarnir læra at spæla…

  • Myndaorðabók

    MYNDAORÐABÓKIN er ætlað børnum, ungum og vaksnum við ymiskum fortreytum. Teir ymisku partarnir í forritinum styrkja um førleikarnar innan mál og KT.

    Í myndaorðabókini ber til at arbeiða við 60 ymiskum síðum við teksti, mynd og ljóði. Á hvørjari síðu eru 12 ymisk…

  • Lexin - Myndatema

    Lexin - Myndatema

    Samvirkin netútgáva

    Lexin myndatema er fleirmálsligt netforrit við samvirknum ljóð- og myndaorðabókatilfari, sum er ætlað at stuðla undir innlæringina í føroyskum hjá fólki við øðrum móðurmáli.

    Lexin er eisini hent hjá føroyingum, sum vilja læra seg okkurt av útlendsku málunum í…

  • Hey Ruby - Ævintýr í kotum

    Forritarin Linda Luikas hevur skrivað eina røð av barnabókum um smágentuna Ruby, sum fer á ævintýrferð í gandakendu tøknini.

    At skilja tøknina ígjøgnum spæl, hugflog og skapandi menning er grundarsteinurin í bókunum hjá Lindu. Hey Ruby er fyrsta bók í røðíni, og hóast…

  • Desibella og stutta røddin

    Isabella dámar so væl at tosa hart, at øll kalla hana Desibella. Í bókini lærir Isabella at brúka rætta ræddarstyrki til rætt høvi. Talan er um 5 ræddastyrkir, stutta rødd, teskirødd, prátirødd, røðurødd og útirødd.

    Tað verður rættiliga stuttligt at læra, hvussu og…

  • Muðurin er eitt gosfjall

    Í bókini lærir Levi at hava tamarhald á sínum tonkum og orðum og ikki at bróta av og órógva.

    Muðurin er eitt gosfjall fæst á ein innlivandi hátt við óvanan at bróta av, og børnini læra ein stuttligan máta at hava tamarhald á sínum mongu tonkum og orðum. Søgan…

  • Stóra tabell

    Plakat við stóru tabell

  • Lítla tabell

    Plakat við lítlu tabell

  • Týskt mállæruhjól

    Týska Mállæruhjólið er ætlað øllum næmingum, sum læra týskt

    Útgávan er eitt trífaldað hjól. Ætlanin við útgávuni er at geva næmingum upplýsingar um týska mállæru at hava við hondina. Hetta er ein praktisk loysn, sum lættir munandi um skrivliga arbeiði, nú tað…