Skip to main content

Útgávuyvirlit

Bókin um mínar styrkir, 4. - 6. fl

Um útgávuna: Bókin um mínar styrkir er einnýtslutilfar til næmingin. Í bókini eru 15 venjingar, harav summar eru knýttar at styrkispælinum til 11 ár og eldri. Tær flestu venjingarnar eru gjørdar…

Bókin um mínar styrkir, 1. - 3. fl

Bókin um mínar styrkir er einnýtslutilfar til næmingin. Í bókini eru 17 venjingar, harav summar eru knýttar at styrkispælinum 6-10 ár. Tær flestu venjingarnar eru…

Bókin um mínar styrkir, hádeild og miðnám

Bókin um mínar styrkir er einnýtslutilfar til næmingin. Í bókini eru 14 venjingar, harav summar eru knýttar…

Bókin um mínar styrkir, styrkispælið 11 ár og eldri

Styrkispælið, 11 ár og eldri er eitt borðspæl til eldru børnini og er knýtt at Bókin um mínar styrkir. Nakrar av uppgávunum í bókini eru gjørdar…

Bókin um mínar styrkir, styrkispælið 6-10 ár

Styrkispælið, 6-10 ár er eitt borðspæl til yngru børnini og er knýtt at Bókin um mínar styrkir. Nakrar av uppgávunum í bókini eru gjørdar til styrkispælið, men tað ber…

Bókin um mínar styrkir, 4. - 6. fl

Um útgávuna: Læraravegleiðingin til Bókin um mínar styrkir er býtt upp í tvey, í fyrri parti er eitt…

Bókin um mínar styrkir, 1. - 3. fl

Læraravegleiðingin til Bókin um mínar styrkir er býtt upp í tvey, í fyrri parti er eitt sindur um positiva sálarfrøði, tær 24 styrkirnar…

Bókin um mínar styrkir, hádeild og miðnám

Læraravegleiðingin til Bókin um mínar styrkir er býtt upp í tvey, í fyrri parti er eitt sindur um positiva sálarfrøði, tær 24 styrkirnar…

Dropar 8

Lesibók til 8. flokk
Dropar 8

Dropar 8 er onnur bók í bókaheildini til føroyskt í hádeild. Í bókini finnur tú dropar av skaldskapi, vit hava á føroyskum, og sum ritstjórnin hevur mett vera hóskandi til 8. floks næmingar.…

Føroyakort 1:200 000

Føroyar 1:200 000
Føroyakort 1:200 000

Nýtt Føroyakort

Kortfrøðingurin á Umhvørvisstovuni, Hans Olof Engberg, hevur teknað nýtt Føroyakort, sum Nám gevur út.

Kortið, sum Umhvørvisstovan hevur ment saman…

Hey! Føroyar – land og fólk

Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál. Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið…

Hey! - Matur og mentan

Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

Heftið snýr seg um føroyskan mat í sambandi við…

Hey! - Høgtíðir og merkisdagar

Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

Hetta heftið snýr seg um serstakar dagar, høgtíðir,…

Støddfrøði 8 - Uppgávubók

Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans
Støddfrøði 8 - Uppgávubók

Støddfrøði 8 - Uppgávubók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki.

Støddfrøði 8 fevnir um:

Søga 6 - Læraravegleiðing

spírar til nútíðarsamfelagið
Søga 6 - Læraravegleiðing

Læraravegleiðingin til Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið, er eins og næmingabókin býtt upp í 6 høvuðspartar, umframt 5 smærri partar um søguligar persónar, og hava partarnir sama…

Støddfrøði 8 - Grundbók

Støddfrøði til hádeild fólkaskúlans
Støddfrøði 8 - Grundbók

Støddfrøði 8 - grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 8. flokki.

Støddfrøði 8 fevnir um:

Punktum

Mállæra til hádeild
Punktum

Punktum er ein handbók, sum fyrst og fremst er ætlað mállæruundirvísingini í hádeild. Hon er ein grundbók, sum tú brúkar frá 7. flokki og restina av fólkaskúlaárunum. Endamálið er at arbeiða við…

Dropar 7

Lesibók til 7. flokk
Dropar 7

Dropar er lesibók ætlað sjeynda flokki. Hetta er fyrsta bók av trimum lesibókum, sum eru ætlaðar teimum trimum stigunum í hádeild. Í bókini finnur tú dropar av skaldskapi, vit hava á føroyskum, og…

Hey! - Á ferð i Føroyum

Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+.

Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið…

Gaia 6 - Arbeiðsbók

Náttúra og tøkni
Gaia 6 - Arbeiðsbók

Náttúra og tøkni til miðdeild
 
Gaia 6, arbeiðsbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 6. flokki.

Gaia 4-6 fevnir…

Gaia 6 - Grundbók

Náttúra og tøkni
Gaia 6 - Grundbók

Náttúra og tøkni til miðdeild
 
Gaia 6, grundbók er partur av bókaheild til undirvísingina í náttúru og tøkni í 6. flokki.

Gaia 4-6 fevnir um:

Lestrarmenning

Sjey kapitlar eru í bókini. 1) Nýggj á miðnámi, 2) Lestrar- og arbeiðshættir, 3)…

Cooperative Learning-plakatir

Funktionelt prýði til skúlarnar. 10 plakatir við Cooperative Learning strukturum, ið eru karmar uttan innihald og tískil vælegnaðir til øll fak - serliga…

Søga 6 - Næmingabók

spírar til nútíðarsamfelagið
Søga 6 - Næmingabók
Søga 6 - Næmingabók

Í bókini er dentur lagdur á at greiða frá søguni um, hvussu fólkaræði spretti og vaks til tað, sum tað er í dag. Sum heild er dentur lagdur á tann týdning, sum lógir og rættarskipan hava havt upp…

Trap The Faroe Islands

Trap Føroyar lýsir føroysku náttúruna og landslagið, søgu, mentan, samfelags- og vinnulív umframt býirnar og bygdirnar. 71 granskarar og serfrøðingar – teir flestu føroyskir - eru komnir við sínum…

Trap Føroyar

Trap Føroyar lýsir føroysku náttúruna og landslagið, søgu, mentan, samfelags- og vinnulív umframt býirnar og bygdirnar. 71 granskarar og serfrøðingar – teir flestu føroyskir - eru komnir við sínum…

Fólkaræði

- hvat, hví og hvussu
Fólkaræði
Fólkaræði

Fólkaræði er eitt stórt og fjølbroytt evni, ið er átrokandi at viðgera í hesum tíðum. Eftir at Berlinmúrurin fall í 1989, gekk fólkaræðið sína sigursgongd kring heimin, men seinastu áratíggjuni…

Føroysk samfelagsfrøði B - sBók

"Føroysk samfelagsfrøði – B-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er…

Føroysk samfelagsfrøði B - Pappírsútgáva

"Føroysk samfelagsfrøði – B-stig" er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er…

Religión til miðnám - sBók

Religión til miðnám fevnir um hesi øki:

  • Allýsingar av religión, ástøði um religión og lýsing av háttaløgum í vísindaligu greinunum antropologi, kanningararbeiði á staðnum, flokking,…
  • Svøríki
    Svøríki

    Svøríki

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvinna, fiskiskapur og námsvinna hava ikki so nógv at siga sum áður. Hátøkniligi ídnaðurin flytur vørur um allan heim, alt, ið hugsast kann. 3 sjónbond um Svøríki kunnu…

  • Finnland
    Finnland

    Finnland

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, vinnuna og stjórnina.

    4 sjónbond við evnum úr Finnlandi kunnu lænast frá LMS.

    Bóka- og sjónvarpsrøðina Vit í Norðurlondum hevur Føroya Skúlabókagrunnur…

  • Noreg
    Noreg

    Noreg

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru ferðavinnan og ferðasambandið so góð, at fólk flytur ikki burtur. Alt gongur so skjótt í Stavangri, tað hevur oljan gjørt; men hetta kann fara líka so skjótt, sum tað…

  • Perbók
    Perbók

    Perbók

    Lesibók við avmarkaðum orðatilfari

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er lesibók til byrjanarlesing, ið nú kemur út…

  • Eg skrivi 3
    Eg skrivi 3

    Eg skrivi 3

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.

    Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

    Á hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir,…

  • Minusbók
    Minusbók

    Minusbók

    Vit rokna

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Minusbókin er ætlað sum ískoytistilfar í…

  • Fiskimenn
    Fiskimenn

    Fiskimenn

    Skaldsøga. Skúlaútgáva

    Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum bókmentaáhugaðum fólki í landinum.

    Skaldsøgan Fiskimenn er realistisk og…

  • Streymviðurskifti
    Streymviðurskifti

    Streymviðurskifti

    í Leirvíksfirði og Kalsoyarfirði

    Bókin er ætlað at leiðbeina skip og bátar, ið sigla Leirvíksfjørð og Kalsoyarfjørð, undir teim ymisku viðurskiftum, ið kunnu standast av óveðri ella skiftandi streymi. Víst verður, hvussu høvuðsstreymarnir og afturundirgerðirnar reka í báðum firðunum, og hvussu siglast skal…

  • Hervør, Høgni og hini - Grundbók
    Hervør, Høgni og hini - Grundbók

    Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á heimligt umhvørvi.

    Bókin er um Hervør og Høgna og floksfelagar teirra,…

  • Heimsins lond
    Heimsins lond

    Heimsins lond

    Landaalfrøði

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er býtt sundur í heimspartar. Fyrst í hvørjum…

  • Søgualfrøði
    Søgualfrøði

    Søgualfrøðin lýsir heimssøguna frá byrjan til okkara dagar. Bókin er býtt sundur í fimm øki: Afrika, Ásia, Evropa, Amerika og so Avstralia og Kyrrahavsoyggjar.

    Aftast í bókini er sjálvstøðugt yvirlit yvir søgu Føroya. Kári Jespersen, cand. mag. í søgu, hevur verið…

  • Frumsagnir
    Frumsagnir

    Frumsagnir

    Alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndum

    Orðið frumsøgn er úr grikska orðinum Mythos og kann merkja frásøgn, orð ella ætlan. Allar frumsagnir lýsa fyrst, hvussu heimurin var til. Sagnirnar í hesari bókini eru bara ein lítil partur av gudasøgunum í heiminum, og meira er gjørt burturúr hjá summum fólkasløgum, kanska…

  • Matur í myndum
    Matur í myndum

    Matur í myndum

    - kókibókin til tey smáu

    Matur í myndum er ein øðrvísi og stuttlig kókibók, har allar uppskriftirnar eru í litmyndum við so lítið av teksti, sum gjørligt. Flestum børnum dámar væl at gera mat, uttan at tey vaksnu blanda seg ov nógv uppí, men tað kann vera trupult hjá teimum at lesa uppskriftirnar,…

  • Alisfrøði og evnafrøði 3 - Næmingabók
    Alisfrøði og evnafrøði 3 - Næmingabók

    Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á grundbókini er dentur lagdur á stuttar og greiðar tekstir. Høvuðsevnini eru sveiggj, aldur og elektroniskar hentleikar, evnafrøðilig framleiðsla og dálking, elveiting í samfelagnum og atom og geisling. Ymsar viðkomandi…

  • Á veg í barnagarð
    Á veg í barnagarð

    Á veg í barnagarð

    Anna Lisa, Ári og Klæni í ferðsluni

    Bókin er um tey bæði Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er ein rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman. Ætlanin við bókini er, at barnið skal læra at ansa sær í ferðsluni og at birta í kjak millum foreldur og barn um evnið. Á bókini verður…

  • Ein biltúrur
    Ein biltúrur

    Ein biltúrur

    Anna Lisa, Ári og Klæni í ferðsluni

    Bókin er um tey bæði, Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman. Ætlanin við bókini er, at barnið skal læra at ansa sær í ferðsluni og at birta í kjak millum foreldur og barn um evnið. Í bókini verður…

  • Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 1
    Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 1

    Arbeiðsheftið er tætt knýtt at lesibókini og er gjørt soleiðis, at næmingarnir í mest møguligan mun eru førir fyri at loysa uppgávurnar sjálvir.

  • Alisfrøði og evnafrøði 3 - Arbeiðsbók
    Alisfrøði og evnafrøði 3 - Arbeiðsbók

    Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á arbeiðsbókini eru 56 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum skulu lætta um innlæringina. Harumframt eru uppgávur at arbeiða við heima ella í skúlanum.

  • Alisfrøði og evnafrøði 3 - Lærarabók
    Alisfrøði og evnafrøði 3 - Lærarabók

    Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi royndunum, ella at ávíst evni er gjølligari viðgjørt. Harumframt eru smáar uppgávur og støðuroyndir til læraran at fjølrita.…

  • Fyriskipan. Uppgávur
    Fyriskipan. Uppgávur

    Fyriskipan. Uppgávur

    Virkisbúskapur

    Heftið er partur av røðini virkisbúskapi, sum er ætlað undirvísing í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum, men eisini til sjálvlestur hjá teimum, ið hava áhuga fyri virkisbúskapi. Fyriskipan er onnur bókin í røðini um virkisbúskap á B stigi eftir Olav Absalonsen og Heðin…

  • Norðurlond
    Norðurlond

    Norðurlond

    Veggjakort

    Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 2 mió.

    Kortið er umhvørviskort. Harumframt er havbotnsrelieff við. Føroyska sjómarkið við føroysku fiskigrunnunum er við, umframt grunnar aðrastaðni.Tey 8 norðurlendsku fløggini eru prentað niðast á kortinum.

  • Heimurin
    Heimurin

    Heimurin

    Veggjakort

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 25…

  • Evropa
    Evropa

    Evropa

    Veggjakort

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Veggjastødd 120 x 160 cm. Lutfall 1 : 2…

  • Venus fyri Sólini
    Venus fyri Sólini

    Stødd 60 x 42 cm.

    8. juni í 2004 kl. 06:00 – 12:20 stóð Venus fyri Sólini. Hetta fyribrigdið var seinast at síggja í 1882. At taka myndir, sum hesar, av fyribrigdinum í síni heild, fer ikki at bera til aftur í Føroyum fyrr enn 11. juni í 2247. Myndirnar vórðu tiknar í…

  • Skygni 9 - Læraramappa
    Skygni 9 - Læraramappa

    Hetta er læraraleiðbeiningin til 2. útgáva av Skygni 9. Læraramappan er eitt ringbind, har leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar eru at finna.

  • Virkið. Uppgávur
    Virkið. Uppgávur

    Virkið. Uppgávur

    Virkisbúskapur

    Hetta er uppgávuhefti eftir Heðin Samuelsen til bókina Virkið. Heftið er partur av røðini í virkisbúskapi, sum er ætlað til undirvísing í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum, men eisini til sjálvlestur hjá teimum, ið hava áhuga fyri virkisbúskapi.

    Virkið er fyrsta…

  • Heimurin
    Heimurin

    Heimurin

    Myndatalva

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Heimurin er heimskort við nøvnum á londum,…

  • Bein og vøddar
    Bein og vøddar

    Bein og vøddar

    Myndatalva

    Bein og vøddar lýsir bein og vøddar í kroppi okkara.

    Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.

     

  • Sólskipanin
    Sólskipanin

    Sólskipanin

    Myndatalva

    Sólskipanin greiðir frá gongustjørnunum í okkara sólskipan og ferð teirra kring sólina.

    Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.

     

  • Grót og steinsløg
    Grót og steinsløg

    Myndatalva, ið vísir myndir av kendum steinsløgum. Talvan er 52x76 cm til støddar, plastaðar og tí haldgóðar.