Skip to main content

Fólkaskúli

Kettan, sum hvarv

Lætt lesing 3
Kettan, sum hvarv
Kettan, sum hvarv

Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tríggir firvaldar fóru á flog
Tríggir firvaldar fóru á flog

Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Tann lítli murturin, sum vildi spæla
Tann lítli murturin, sum vildi spæla

Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Ein kaka og ein drongur
Ein kaka og ein drongur

Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

Luthers Katekismus
Luthers Katekismus

Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr.…

Lesibók til 8. skúlaár
Lesibók til 8. skúlaár

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, sagnir, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Við tøkk fyri ljós og dag, Vælsignaður av stjørnum, Børn vóru tey so ung, Gev ljóð mín glaða…

Lesibók 3

til triðja real
Lesibók 3
Lesibók 3

Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, orðtøk, sagnir, ævintýr o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Fólkið. sjúrður vann á orminum, At lesa er at hugsa, Kvæði um sjálvan meg, Mangan dvaldi eg við…

Grønland, Føroyar og Ísland
Grønland, Føroyar og Ísland

Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í…

Vit í Norðurlondum

Arbeiðsbók - til lærara og næming
Vit í Norðurlondum
Vit í Norðurlondum

Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond nú. Í arbeiðsbókini eru uppskot til næmingaarbeiði við sjónbondum, kortum, tekstum, hagtølum og…

Skygni 9 - Næmingabók
Skygni 9 - Næmingabók

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið Skygni 9. Støddfrøði út av nýggjum. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 9. Í bókini verða sjey høvuðsevni…

Danmørk

Vit í Norðurlondum
Danmørk
Danmørk

Á hesum hefti verður sagt frá um Danmørk. Um hvussu tilfeingið í náttúruni verður nýtt, hvussu fólk liva, og um hvussu samfelagið er skipað í trimum plássum í Danmørk. Aftast í heftinum er lítil…

Svøríki

Vit í Norðurlondum
Svøríki
Svøríki

Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvinna, fiskiskapur og námsvinna hava ikki so nógv at siga sum áður. Hátøkniligi…

Finnland

Vit í Norðurlondum
Finnland
Finnland

Heftið vísir, hvat finnlendingar halda um land sítt. Aftast í heftinum er stutt alfrøði um finsku náttúruna, vinnuna og stjórnina.

4 sjónbond við evnum úr Finnlandi kunnu lænast frá…

Noreg

Vit í Norðurlondum
Noreg
Noreg

Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru ferðavinnan og ferðasambandið so góð, at fólk flytur ikki burtur. Alt gongur so skjótt…

Perbók

Lesibók við avmarkaðum orðatilfari
Perbók
Perbók

<span&hellip;

Eg skrivi 3

Skrivligt føroyskt til miðdeild
Eg skrivi 3
Eg skrivi 3

Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.

Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

Á…

Minusbók

Vit rokna
Minusbók
Minusbók

<span&hellip;

Fiskimenn

Skaldsøga. Skúlaútgáva
Fiskimenn
Fiskimenn

Henda útgávan av skaldsøguni Fiskimonnum er í fyrstu syftu ein skúlaútgáva. Men samstundis er skaldsøgan við inngangi sínum, sínum viðmerkingum, tekningum og sínum ávísingum ein fongur hjá øllum…

Hervør, Høgni og hini - Grundbók
Hervør, Høgni og hini - Grundbók

Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á…

  • Náttúra og tøkni 1 - Arbeiðsbók
    Náttúra og tøkni 1 - Arbeiðsbók

    Hetta er arbeiðsbók til grundbókina, Náttúra og tøkni 1. Greiðar tekningar og stuttur tekstur siga næmingunum frá, hvussu royndirnar skulu gerast. Pláss er at skriva úrslit av royndunum í arbeiðsbókini. Amboð til royndirnar kunnu keypast frá Bókamiðsøluni.

  • Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

    Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.

    Við støði í heimligu náttúruni skulu næmingar við egnum royndum sleppa at eygleiða og kanna lívfrøðilig, landafrøðilig og…

  • Orðaskyn
    Orðaskyn

    Orðaskyn

    Mín fyrsta orðabók

    Bókin er fyrst og fremst ætlað næmingum í miðdeild fólkaskúlans, so teir tíðliga kunnu venja seg at nýta orðabøkur. Í bókini eru eini 3.000 orð og einar 450 myndir. Navnorð, sagnorð og lýsingarorð eru bend, og øll orðini verða lýst í setningum. Orðaskyn er eisini hent hjá…

  • Oyðimørkin veksur
    Oyðimørkin veksur

    Í bókini Oyðimørkin veksur verður greitt frá gongdini í Afrika frá fyrstu menniskjuni til okkara tíð. Kanska hevði eingin hungursneyð verið í Afrika í dag, um rættstundis varð byrjað við fyribyrgjandi tiltøkum. Á hvørjum ári verður eitt øki av góðari landbúnaðarjørð, 50 ferðir…

  • Revur og bjørn
    Revur og bjørn

    Ævintýrið um revin og bjørnina, sum hildu hús saman. Tey áttu eina tunnu av smøri, sum tey ætlaðu at eta fyrsta jóladag. Men so fór revurin at brellast. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar til bókina fæst á…

  • Revurin, krákan og mýrisnípan
    Revurin, krákan og mýrisnípan

    Ævintýr um, hvussu mýrisnípan lærir krákuna at verja seg fyri revinum, men revurin er snildari enn so. Bókin kann nýtast í frílesingini og til evnislesnað.

  • Rætt og rangt
    Rætt og rangt

    Rætt og rangt

    Mannarættindalæra á grundstøði

    Bókin greiðir frá grundreglunum um mannarættindi. Dentur verður lagdur á at kunna um, hvørji grundleggjandi moralsk hugtøk í veruleikanum hava elvt til, at Heimskunngerðin um mannarættindi kom í lag, og hvørja ávirkan hon higartil hevur havt. Bókin byrjar við hendingum, sum…

  • Rættskriving
    Rættskriving

    Rættskriving

    Fyrri partur

    Bókin er soleiðis skipað, at í mesta lagi annar hvør tími er fyrisøgn, og annar hvør tími gevur næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Aðrar uppgávur krevja stuðul frá lærara og kunnu nýtast bæði sum samrøður og í skrivligum arbeiði. Aftast í bókini eru staviorðalisti…

  • Rættskriving
    Rættskriving

    Rættskriving

    Annar partur

    Bókin er framhald av Rættskriving - Fyrri partur. Bókin er soleiðis skipað, at í mesta lagi annar hvør tími er fyrisøgn, og annar hvør tími gevur næmingunum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Summar uppgávur krevja stuðul frá lærara og kunnu nýtast bæði sum samrøður og í…

  • Rættskriving
    Rættskriving

    Rættskriving

    Triði partur

    Bókin byggir, eins og áður útgivnu partarnir, á bókina Føroysk rættskriving, 4. skúlaár eftir Jeffrei Henriksen. Bókin er ætlað miðdeild fólkaskúlans. Dentur er lagdur á at geva miðvísa undirvísing í mállæru og føroyskari rættskriving við denti á tey staviorð og á tær…

  • Samfelagsfrøði 1
    Samfelagsfrøði 1

    Samfelagsfrøði 1

    Tú og samfelagið

    Bókin viðger evni sum: Einstaklingurin og samfelagið, Familja og uppaling, Fjølmiðlar og ávirkan, Politiska skipanin og fólkaræði, Politiskar lærur og lívsvirði, Vælferðarhugtakið og politiskar áskoðanir, Átrúnaður og samfelag, Kriminalitetur og ungdómur og Rættur og skylda.…

  • Samfelagsfrøði 2
    Samfelagsfrøði 2

    Samfelagsfrøði 2

    Tilfeingi og búskapur

    Bókin hevur fingið undirheitið Tilfeingi og búskapur, tí ein drúgvur partur av bókini er um náttúrutilfeingið í sjónum. Hesin partur kundi hóskandi verið tikin upp í lærugreinini lívfrøði. Bókin roynir á lættfatiligan hátt at lýsa allar tættir í búskapinum, og tí er hon væl…

  • Skriva týskt 1
    Skriva týskt 1

    Hetta er ein nýggj og økt útgáva av tí grundleggjandi undirvísingarbókini eftir André Niclasen lærara, sum er ætlað næmingum, ið hava ongan ella næstan ongan forkunnleika í týskum. Hon er tí væl hóskandi til byrjanarundirvísingina í týskum í fólkaskúlanum fyrst og fremst, men…

  • Stóra Katekismus
    Stóra Katekismus

    Í bókini roynir Luther at leggja fram eina toluliga heilskapaða heildarframløgu av kristindómsuppfatan sínari. Sjálv bókin er skipað í 5 partar: Tey tíggju boðini, Um trúnna, Faðirvár, Um dópin og Um altarsins sakramenti. Aftast í bókini er Lítla Katekismus í týðing J. Dahls…

  • Søga okkara 1
    Søga okkara 1

    Bókin er ætlað at brúka fyrst í miðdeildini. Hon viðger Føroya søgu frá elstu tíðum til út ímóti trúbótini. Aftast í hvørjum petti eru nakrar leiðbeinandi arbeiðsuppgávur, ið kunnu broytast, sum lærarin sjálvur vil.

  • Søga okkara 2
    Søga okkara 2

    Søga okkara 2

    Frá trúbótini til okkara dagar

    Søga okkara 2 eftir Christian Høj í broyttari útgávu. Nýggja tilfarið og dagføringarnar hava Jens Christian Carlsson og Jørgin M. Árnason við ÿlvsá, lærarar, skrivað. Søga okkara 2 viðger søgu okkara frá trúbótini til okkara dagar. Edward Fuglø hevur, so søguliga neyvt sum…

  • Søga okkara 2 - Arbeiðshefti
    Søga okkara 2 - Arbeiðshefti

    ÿtlanin við arbeiðsheftinum er at arbeiða meira við teimum evnum, ið næmingurin hevur verið ígjøgnum í søgubókini. Hvør táttur er skipaður við spurningum og kjak- og verkevnum. Næmingurin finnur beinleiðis svar í bókini til spurningarnar. Spurningarnir eru settir soleiðis, at…

  • Søgan um eplið
    Søgan um eplið

    Bókin er fakbók við rættiliga nógvum myndum. Hon byrjar fyri mongum túsund árum síðani í Andesfjøllunum, haðani jarðeplið kemur. So verður greitt frá, hvussu eplini við spaniólum komu til Evropa og síðan út um allan heimin. Eisini verður sagt frá, hvussu ringt tað var at fáa…

  • Søgan um hini
    Søgan um hini

    Bókin er lýsing av einum parti av Føroya fólki, ið lítið og einki hevur verið skrivað um: tey brekaðu. Søgan um hini er givin út í samstarvi við M.B.F. og fevnir um tíðina frá aldarmótinum til 1981, ið var Ár teirra brekaðu. Hon er um andveik, sinnissjúk, epileptikarar,…

  • Símunartáttur
    Símunartáttur

    Greitt verður fyrst frá um føroyska táttayrking. Innihaldið í Símunartátti, sum Janus við Gjónna yrkti, verður viðgjørt. Síðani verður samanbering gjørd millum Símunartátt og Púkaljómur, sum Jens Chr. Djurhuus yrkti. Púkaljómur er kveikjari til Símunartátt.

  • Tekn til børn
    Tekn til børn

    Tekn til børn er ætlað børnum, foreldrum og pedagogum og øllum teimum, sum tørvar eina bók við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu hava samskifti við fólk, ið eru tunghoyrd ella eru deyv. Men bókina kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið…

  • Tekn til børn
    Tekn til børn

    Fløgan er ein góður námsfrøðiligur stuðul til orðabókina. Øll teknini í orðabókini eru við. Til ber at blaða í orðunum, seta orð saman, gera setningar úr orðalistanum og arbeiða við evnum. Brúkarin fær í einum spæli høvi at royna sín førleika. Orð og setningar kunnu prentast…

  • Torbjørg og kúgvin
    Torbjørg og kúgvin

    Søgan um smágentuna Torbjørg, sum so fegin vil hava eina kúgv, men hon veit ikki, hvaðani hon skal fáa hana. Kári, vinmaður hennara, heldur, at ein gravkúgv er nógv betri. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar til bókina fæst…

  • Tættir úr Føroya kirkjusøgu
    Tættir úr Føroya kirkjusøgu

    Ein roynd at lýsa Føroya kirkjusøgu frá elstu tíðum og fram í 20. øld. Bókin er skipað soleiðis, at tíðarskeiðið undan trúbótini fyrst verður viðgjørt, síðani verður trúbótin og tíðin eftir hana viðgjørd.

    Greitt verður frá heimalestri, lestri í kirkju, prædiku og…

  • Tónlæra 1 - Læraravegleiðing
    Tónlæra 1 - Læraravegleiðing

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Fløgan er sostatt eingin konsertfløga at lurta…

  • Tónlæra 1
    Tónlæra 1

    Tónlæra 1

    Næmingahefti

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Best er, um næmingaheftið verður brúkt sum…

  • Tónlæra 2 -Læraravegleiðing
    Tónlæra 2 -Læraravegleiðing

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Í læraravegleiðingini eru uppskot til einføld…

  • Tónlæra 2
    Tónlæra 2

    Tónlæra 2

    Næmingahefti

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Tónlæra 2 er ætlað 2. flokki (kanska 3. við) og…

  • Tónlæra 3 - Læraravegleiðing
    Tónlæra 3 - Læraravegleiðing

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Í læraravegleiðingini eru uppskot til einføld…

  • Tónlæra 3
    Tónlæra 3

    Tónlæra 3

    Næmingahefti

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Tónlæra 3 er ætlað 3. flokki (kanska 4. við) og…