Skip to main content

Fólkaskúli

Annika í Dímun
Annika í Dímun

Henda nýskrivaða søgan byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun.

Hon var søkt á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett fyri at hava beint fyri dímunarbóndanum.

Mia verður njósnari
Mia verður njósnari

-Skulu vit spæla? spyr Mia. - Nei, sigur Tórur. Mia skilir einki.

Men tá ið hon verður Njósnara-Mia, skilir hin ALT!

Reyður krabbi - triðja torleikastig

Anton hevur lím undir skónum
Anton hevur lím undir skónum

Kom upp í træið! Vinirnir hjá Antoni sita ovast í trænum.

Anton vil fegin upp hagar, men hann torir ikki. Hann hevur fingið lím undir skógvarnar.

Vandamikil dýr
Vandamikil dýr

Hvussu loypur krokodilla á? Hví berjast áarross? Og hvussu drepur eiturkoppur fong sín?

Í hesi bókini finnur tú svarini og fært nógva aðra spennandi vitan um vill og vandamikil dýr. Dýr…

Tunnilin
Tunnilin

Elsa og tey koyra í bili. Tey koyra inn í ein tunnil.

Nær endar hann? So steðgar bilurin

Messi
Messi

91 mál. So nógv mál skoraði Messi í 2012. Tað er heimsmet.

Les um málini hjá Messi og um Messi sum barn. Og fá at vita, hvussu nógv reyð kort Messi hevur fingið.

Hvítabjørnin
Hvítabjørnin

Hvítabjørnin er størsta ránsdjór, sum livir á landi. Hon heldur til í Arktis.

Í bókini kanst tú lesa um veiðu, ungar og kendar hvítabjarnir. Les eisini um, hví tann stóra hvítabjørnin er…

Safaripápi
Safaripápi

Pápi Idu og Eli dámar so væl tey villu dýrini. Nú skal øll familjan á safari í Afrika!

Tað kundi verið ein góður túrur - um bara pápin ikki var so býttliga djarvur. Áðrenn tey vita av,…

Ronaldo
Ronaldo

Ronaldo er ein av heimsins bestu fótbóltspælarum. Fótbólturin hevur gjørt hann ríkan.

Men visti tú, at hann fekk skurðviðgerð í hjarta sum smádrongur? Les um Ronaldo, málini og lívið uttan…

Læst
Læst

Stóribeiggin larmar, og Inga vil hava frið at lesa. Hon fer við blaðnum inn á vesið.

Endiliga kann hon lesa í frið. Men so sløkkir stóribeiggin ljósið. Og Inga fær ikki vesihurðina upp…

Við fullari ferð
Við fullari ferð

Eirikur setur seg á sletuna.Hann setir frá við beinunum og fer av stað.

Við fullari ferð. Hann má blunda. So rakar hann okkurt. Okkurt, sum ýlir og fer upp í loft, áðrenn tað dettur niður…

Atli noyðist at lesa hart
Atli noyðist at lesa hart

Atli heldur næstan alt vera ræðuligt.

Serliga at tosa hart fyri flokkinum um royðrina. Tað skal hann næsta fríggjadag. Men meira Atli veit um royðrina, djarvari verður hann.

Lilla…

Rætt ella skeivt
Rætt ella skeivt

19 meir og minni ósannlíkar søgur.

Tað, sum ljóðar veruligt, kann vera fullkomiliga skeivt. Í bókini fært tú meira at vita um millum annað víkingar, fyrra heimsbardaga og olympisku…

Skúlating stinka
Skúlating stinka

Stina gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating.

Alt er í lagi, tá hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Pápin er í London, og…

Skúlaspøkilsi
Skúlaspøkilsi

Tey siga, at tað spøkir i skúlanum. Alda ætlar at prógva, at tað passar ikki.

Tá ið flokkurin skal sova í skúlanum, lokkar hon Gudný við sær oman í ta stongdu gongina. Tað skuldi hon…

Teseus 4 - Tey svørtu seglini
Teseus 4 - Tey svørtu seglini

Ægeus ristir syrgin við høvdinum.Eg fái ikki frið á mær, fyrr enn tú ert aftur her.

Eg fari at sita úti á klettunum hvønn dag og bíða. Erebos fer at vera eygu míni. Hann fer at siga mær…

Teseus 3 - Óreina ætlanin hjá Medeu
Teseus 3 - Óreina ætlanin hjá Medeu

Ja, men tað man Teseus fara at klára. Tú sigur hann vera ein raskan stríðsmann? Nú er røddin á Medeu aftur spotsk.

Men ein sovorðin hetja er hann kanska ikki? Linos skundar sær inn aftur í…

Teseus 2- Kongssonurin
Teseus 2- Kongssonurin

Teseus fer út á sandin. Hinumegin stendur Arion. Vøddarnir eru sum tog undir húðini.

Hann hyggur vanvirðisligaat Teseusi. Latið dystin byrja, sigur kongurin.

Ein móti øllum!

K fyri Karin 5
Ein móti øllum!
Ein móti øllum!

Malja sleppur ikki inn í holuna hjá dreingjunum. Teir siga, at hon luktar.

Karin heldur dreingirnar vera óreinar. Hon heldur tað verða synd í Malju. Men so ger Malja nakað býtt. Nú veit…

Sova hjá Malju

K fyri Karin 4
Sova hjá Malju
Sova hjá Malju

Ria og Julia skulu sova hjá Malju. Karin sleppur ikki, tí hon er sjúk.

Hon sleppur heldur ikki at skreiða. Og tá ið hon endiliga verður frísk, er kavin farin. Men fer hon so at sleppa at…

Mussa meg nú!

K fyri Karin 3
Mussa meg nú!
Mussa meg nú!

Karin og vinkonurnar spæla mussispæl saman við dreingjunum í pútirúminum. Karin vil fegin mussa Leiv, men ikki fríggja, soleiðis sum Julia ger.

Skulu vit ganga saman?
Skulu vit ganga saman?

Karin erforelskað í Búgva. Hon hevur keypt honum eina gávu. Ein dagin fær hon eitt sms frá Búgva.

Hann spyr, um tey skulu ganga saman. Karin verður glað. Men so fær Ria eitt sms við sama…

Trapputrinus
Trapputrinus

Í bókini eru 17 fitt, smá rím: Mánaferðin hjá Lítluni - Allir seyðamenn í Hesti - Veltipetur - Knút - Trapputrinis og mong onnur skemtilig rím.

Teseus 1- Tey trý portrini
Teseus 1- Tey trý portrini

Í gráu skýmingini hoyrir Teseus hin villa láturin. Barnið fer at skelva av ljóðinum.

Teseus reisist og fer út. Eitt hart ljóð fær hann at hyggja aftur um seg.Aftan fyri hann stendur hin…

At leita eftir morðslóðum
At leita eftir morðslóðum

Ótrúlig gransking av brotsverkum - Hvussu krógvaðar slóðir avdúka sannleikan

Prógv í hundraðtali finnast á gerningsstøðum. Nøkur eru greið og sjálvsøgd so sum fótaspor í kavanum ella ein…

Nelson Mandela
Nelson Mandela

Hvussu kann mest eftirlýsti persónur í einum landi gerast størsti leiðari tess?

Les ótrúligu søguna um Nelson Mandela og lívlanga stríð hansara fyri frælsi.

Djór í kríggi
Djór í kríggi

Frá rossum og fílum, sum flyta hermenn, til hundar, sum verða sendir úr flogførum,og delfinir, sum leita eftir minum; djór hava altíð havt ein týðandi leiklut, tá ið kríggj er.

Søgur…

Rændur
Rændur

Farbróður David Balfour, tann óreini og grammi Ebenezer Balfour, selur David sum træl og vónar harvið at vera sloppin undan honum fyri allar tíðir.

Men David fær hjálp frá Alan Breck, ið…

Tórstein og heimsins longsta snor
Tórstein og heimsins longsta snor

Strutsurin verður so hugtikin av snorinum, at hann fer til gongu at vita, hvat fjalir seg við endan á snorinum.

Og tað, hann kemur fram á, er sera hugtakandi!

Maggi torir
Maggi torir

Tað besta, Maggi veit, er at sparka bólt.

Hann droymir um at gerast eins góður fótbóltsspælari og teir bestu í heiminum, Zlatan sum oftast, men viðhvørt eisini Messi og Ronaldo. Maggi…

  • Heimurin 5
    Heimurin 5

    Heimurin 5

    Heimurin í hagtølum og evnum

    Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins lond. Vinnur. Landbúnað. Ádnað. Uttanríkishandil. Búskap.

    Kunningarnar í…

  • Heimurin 6
    Heimurin 6

    Heimurin 6

    Ídnaðarlond og menningarlond

    Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Ídnaðarlond og menningarlond verða lýst, og londini Belgia, Gana og Føroyar verða viðgjørd í hesum sambandi. Evnini heimsins fólkavøkstur, miðallívsævi, gjaldoyra,…

  • Heimurin 7
    Heimurin 7

    Heimurin 7

    Veðurlag og gróðurbelti

    Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning. Fylgjandi evni verða viðgjørd: Veðurlag og gróðurbelti: veðurlag, lufttrýst og vindur, lágtrýst, ið flyta seg, sólvindur og monsunur, havstreymar, avfall,…

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð

    Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð. Svarlisti

    Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

  • Hond Fatimu
    Hond Fatimu

    Fatima býr í Marokko. Trúgvin í Marokko nevnist islam. Profeturin Muhammed stovnaði islam í 7. øld. Mong børn í Marokko byrja í einum koranskúla, tá ið tey eru 4-5 ára gomul. Bókin er um dagliga lívið í tí lítlu bygdini, har Fatima býr. Aftast í bókini eru tvær síður við…

  • Hvar er Flekk?
    Hvar er Flekk?

    Fyri skjótt fimtan árum síðani fór forlagið Nýlendið við Jákupi í Skemmuni at geva út bøkurnar um hundin Flekk, sum bretin Eric Hill hevur skrivað og teknað. Fyrsta bókin Hvar er Flekk?, sum kom út í føroyskari týðing í 1986, hevur verið uppseld í nógv ár, men nú hevur so…

  • Hvat kostar matur og drekka

    Hvat kostar matur og drekka

    Um livikor føroyinga

    Metingin í bóklinginum er gjørd við støði í norðurlendskum kosttilráðingum. Hjá fakfeløgum og samfelagnum sum heild er neyðugt at fáa kannað, hvat heilsugóður kostur er. Ein dagskostur, sum nøktar tørvin til orku og til føðsluevni, sum mannakroppurin hevur fyri neyðini, er…

  • Livikor føroyinga

    Livikor føroyinga

    Vitalskanning. 1989 samanborið við 1994

    Fólk siga frá egnum gerandisdegi. Viðtalskanningin er gjørd til tess at fáa nærri upplýsingar um, hvussu ymiskar familjur liva undir ymiskum fortreytum. Í bókini siga fólk frá gerandisdegi sínum. Bókin kann nýtast í undirvísingini í samfelagsfrøðiligum evnum.

  • Hvítabjørnin
    Hvítabjørnin

    Hvítabjørnin

    - eitt lív við havið

    Á hesi bókini um hvítabjørnina lesa vit um útsjónd og lív, sansar og sjúkur, um hvølpin og um hvítabjarnir nú og fyrr.

  • Jim og ætt hansara
    Jim og ætt hansara

    Um tann 15 ára gamla Jim, sum, eftir at hann hevði búð 4 ár í Onglandi, í 1833 kom heimaftur til Eldlandið, har hann aftur hitti ætt sína. Bókin byggir á dagbók Darwins og hóskar væl til evnislesnað.

  • Jørðin
    Jørðin

    Jørðin

    Hvat gat eg sagt...

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Jørðin, ið Jens Petur Gaard týddi, sigur við…

  • Súgdýr
    Súgdýr

    Súgdýr

    Hvat gat eg sagt...

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Súgdýr, ið Harry Davidsen hevur týtt, hevur m.a.…

  • Jákup á Møn
    Jákup á Møn

    Bókin er sett upp sum ein teknirøð, har Óli Petersen hevur gjørt eina mynd til hvørt ørindi.Á innganginum til bókina verður stutt sagt frá um kvæði, tættir og føroyskan dans yvirhøvur, haraftrat verður greitt frá um Nólsoyar-Páll og Jákup á Møn. Saman við heftinum er eitt…

  • Jákup á Møn
    Jákup á Møn

    Jákup á Møn

    Arbeiðsuppgávur

    Arbeiðsheftið til Jákup á Møn.

  • Jákup á Møn
    Jákup á Møn

    Jákup á Møn

    Ljóðband

    Ljóðband. Martin Tórgarð kvøður Jákup á Møn.

  • Jómsvíkingar
    Jómsvíkingar

    Umframt kvæðið Jómsvíkingar, ið er prentað aftast í heftinum, verður í innganginum skrivað um Jómsvíkingasøgu og Jómsvíkingakvæði, og samanberingar verða gjørdar. Roynt verður eisini at greiða frá persónum og hendingum, soleiðis at tann, ið lesur kvæðið, skal fáa sum mest…

  • Kvæða- og vísuskrá
    Kvæða- og vísuskrá

    Á skránni er yvirlit yvir meginpartin av tí, ið komið er á prent, og sum kvøðið hevur verið í Føroyum. Skráin er skipað eftir heiti ella byrjunarreglu, stundum báðum, og víst verður til, hvar kvæðini og vísurnar eru at finna, og eisini til løg og niðurløg. Kvæða- og…

  • Keldan
    Keldan

    Keldan

    Heimstaðarlæra 1. skúlaár

    Bókin er ætlað heimstaðarlæru á byrjanarstigi. Nógv av tilfarinum kann viðgerast sum prát millum lærara og næmingar. Hugsanin er, at hvør blaðsíða skal birta upp undir samtalu. Aftaná kann so hvør næmingur tekna, skriva ella klippa út.

  • Áin
    Áin

    Áin

    Heimstaðarlæra 2. skúlaár

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er ætlað greinini heimstaðarlæru á…

  • Vatnið
    Vatnið

    Vatnið

    Heimstaðarlæra 3. skúlaár

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er tann triðja í røðini, og er, eins og…

  • Kirkjukunnleiki
    Kirkjukunnleiki

    Kirkjukunnleiki

    Arbeiðsbók

    Kirkjukunnleiki – Arbeiðsbók er einnýtisbók og ætlað eldru flokkunum í fólkaskúlanum. Kristnifrálæran í føroyska fólkaskúlanum fevnir eftir lesiætlanini eisini um kirkjukunnleika, kirkjubygningar og kirkjusiðir, og henda arbeiðsbók er ætlað at vera stuðul í undirvísingini í…

  • Lesið og lærið - Ljóðband
    Lesið og lærið - Ljóðband

    Eitt ljóðband er til hvørja bók. Tó eru ikki allir tekstir festir á band, men eitt stórt og fjølbroytt úrval. Øll fimm bondini eru í einari mappu. Á mappuni er eisini eitt hefti við fullfíggjaðum innihaldsyvirliti, ið ger tað lætt at brúka bondini.

  • Lesið og lærið - Lærarabók
    Lesið og lærið - Lærarabók

    Í lærarabókini fær lærarin nógvar bæði hentar og neyðturviligar upplýsingar. Fyrst verður greitt eitt sindur frá um bókmentafrálæru. Síðan er ein gjøgnumgongd av hvørjum tekstasavni sær, um bygnaðin, høvuðsevnið og uppskot til arbeiðshættir. Harnæst verða skaldskaparsløgini…

  • Gott komi í barnið, mær er fingið at goyma - Tekstasavn
    Gott komi í barnið, mær er fingið at goyma - Tekstasavn

    Í bókarøðini LESIÐ og LÆRIÐ eru 5 tekstasøvn við orðatýðingum og bókmentaskrá, 5 uppgávuhefti (eitt til hvørt tekstasavnið), ein lærarabók og ljóðband. Henda røðin er løgd til rættis við tí fyri eyga, at næmingar og lærarar fáa høvi at fara í dýpdina við fimm høvuðsevnum. Heitið…

  • Gott komi í barnið, mær er fingið at goyma - Uppgávuhefti
    Gott komi í barnið, mær er fingið at goyma - Uppgávuhefti

    Til hvørt tekstasavnið er uppgávuhefti til næmingin at nýta. Hetta eru sonevnd einnýtishefti, og eru tey ætlað at geva næmingum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Flestu uppgávurnar royna at fáa næmingarnar at fara djúpari í tekstin og at fáast við bókmentalig hugtøk tekstunum…

  • Bráð er barna lund - Tekstasavn
    Bráð er barna lund - Tekstasavn

    Á bókarøðini LESIÐ og LÆRIÐ eru 5 tekstasøvn við orðatýðingum og bókmentaskrá, 5 uppgávuhefti (eitt til hvørt tekstasavnið), ein lærarabók og ljóðband. Henda røðin er løgd til rættis við tí fyri eyga, at næmingar og lærarar fáa høvi at fara í dýpdina við fimm høvuðsevnum.…

  • Bráð er barna lund - Uppgávuhefti
    Bráð er barna lund - Uppgávuhefti

    Bráð er barna lund - Uppgávuhefti

    Lesið og lærið 2. Arbeiðshefti

    Til hvørt tekstasavnið er uppgávuhefti til næmingin at nýta. Hetta eru sonevnd einnýtishefti, og eru tey ætlað at geva næmingum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Flestu uppgávurnar royna at fáa næmingarnar at fara djúpari í tekstin og at fáast við bókmentalig hugtøk tekstunum…

  • Fólk og dýr - Tekstasavn
    Fólk og dýr - Tekstasavn

    Fólk og dýr - Tekstasavn

    Lesið og lærið 3

    Á bókarøðini LESIÐ og LÆRIÐ eru 5 tekstasøvn við orðatýðingum og bókmentaskrá, 5 uppgávuhefti (eitt til hvørt tekstasavnið), ein lærarabók og ljóðband. Henda røðin er løgd til rættis við tí fyri eyga, at næmingar og lærarar fáa høvi at fara í dýpdina við fimm høvuðsevnum.…

  • Fólk og dýr - Uppgávuhefti
    Fólk og dýr - Uppgávuhefti

    Fólk og dýr - Uppgávuhefti

    Lesið og lærið 3. Arbeiðshefti

    Til hvørt tekstasavnið er uppgávuhefti til næmingin at nýta. Hetta eru sonevnd einnýtishefti, og eru tey ætlað at geva næmingum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Flestu uppgávurnar royna at fáa næmingarnar at fara djúpari í tekstin og at fáast við bókmentalig hugtøk tekstunum…