Skip to main content
06.09.2024

Nýggj undirvísingargongd um vatn er nú á…

Les meira
13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og…

Les meira
24.01.2024

Í summar gav Nám út uppslagsverkið Trap…

Les meira

Nýggjastu útgávur

Støddfrøði. Uppgávur til grundbók

Próvtøkuuppgávur 1991-96
Støddfrøði. Uppgávur til grundbók
Støddfrøði. Uppgávur til grundbók

Uppgávubókin er skift sundur í tríggjar partar. Fyrsti partur fevnir um uppgávur til teir einstøku kapitlarnar í grundbókini, annar partur er blandaðar uppgávur, og triði partur er royndaruppgávur…

Stjørnuskaldið undir Varða

Savn við tekstum og myndum eftir William Heinesen
Stjørnuskaldið undir Varða
Stjørnuskaldið undir Varða

Savn við yrkingum, stuttsøgum, greinum og myndum. Flestu tekstirnir í savninum hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum. Dentur er lagdur á, at tilfarið umboðar allar tættir í listarliga verki…

Streymviðurskifti

í Leirvíksfirði og Kalsoyarfirði
Streymviðurskifti
Streymviðurskifti

Bókin er ætlað at leiðbeina skip og bátar, ið sigla Leirvíksfjørð og Kalsoyarfjørð, undir teim ymisku viðurskiftum, ið kunnu standast av óveðri ella skiftandi streymi. Víst verður, hvussu…

Tað nýggja Atlantis

Vísindaskaldskapur
Tað nýggja Atlantis
Tað nýggja Atlantis

Tað nýggja Atlantis er úrval av vísindaskaldskapí (science fiction) á føroyskum.

Í savninum eru 15 stuttsøgur eftir høvundar sum Ray Bradbury, Isaac Bashevis Singer,

H. G. Wells,…

Talvur til studentaskúla og HF
Talvur til studentaskúla og HF

Talvurnar eru binomialtalvur, normalbýtistalvur, annuitetstalvur, bæði samansparing og lán, og logaritmutalvur. Heilt stutt verður greitt frá innihaldinum í talvunum. Skúlafyrisitingin hevur…

Tættir úr Føroya kirkjusøgu
Tættir úr Føroya kirkjusøgu

Ein roynd at lýsa Føroya kirkjusøgu frá elstu tíðum og fram í 20. øld. Bókin er skipað soleiðis, at tíðarskeiðið undan trúbótini fyrst verður viðgjørt, síðani verður trúbótin og tíðin eftir hana…

Tú alfagra land mítt

- tjóðsangurin og søga hansara
Tú alfagra land mítt
Tú alfagra land mítt

Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar um tjóðsangin í 100 ár.

Tilfarið er einans teldutøkt.

The Entrance

Byrjanarsavn
The Entrance
The Entrance

The Entrance er ætlað sum byrjanarbók í enskum í studentaskúla og HF. Bókin hevur stuttar yrkistekstir um áhugaverd evni og stuttsøgur, ið kunnu fremja bæði vanliga samrøðu og bókmentaliga…

Tit bygdu hetta land

Arbeiðsmarknaðurin
Tit bygdu hetta land
Tit bygdu hetta land

Bókin viðger arbeiðsmarknaðin í søguligum baksýni og hugleiðir um, hvussu arbeiðsmarknaðurin fer at síggja út í framtíðini. Í einum ástøðiligum grundarlag viðger hon einstøku verkafeløgini og…

Traditional music in the Faroe Islands

Kvæði, vísur, tættir, kingosálmar og skjaldur
Traditional music in the Faroe Islands
Traditional music in the Faroe Islands

<span&hellip;

Um Bíbliu okkara
Um Bíbliu okkara

Um Bíbliu okkara er handbók, sum gevur frágreiðing um allar bøkurnar í Bíbliuni, bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti. Bergur Debes Joensen hevur skrivað partin um føroyskar…

Virkið. Uppgávur

Virkisbúskapur
Virkið. Uppgávur
Virkið. Uppgávur

Hetta er uppgávuhefti eftir Heðin Samuelsen til bókina Virkið. Heftið er partur av røðini í virkisbúskapi, sum er ætlað til undirvísing í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum, men eisini til…

Føroyinga søga
Føroyinga søga

Føroyingasøga er skrivað í Íslandi, ið hvussu er ikki seinni enn um ár 1200. Søgan er ikki varðveitt í heilum líki, men í pørtum í ymsum handritum, mesti parturin í Flatoyarbók, men eisini í…

Heimsatlas
Heimsatlas

Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

Um Evropa verður farið til…

Oyrað

Myndatalva
Oyrað
Oyrað

Myndatalva av Oyranum við stuttari kunnandi frágreiðing og føroyskum heitum.

Sjey myndatalvur í røðini eru komnar út. Tær eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur,…

Sodningarleiðin
Sodningarleiðin

Myndatalvan lýsir sodningarleiðina við stuttari kunnandi frágreiðing og við føroyskum heitum.

Sjey talvur eru komnar út í røðini. Tær eru 52 x 76 cm til støddar. Tær eru plastaðar og tí…

Venus fyri Sólini
Venus fyri Sólini

Stødd 60 x 42 cm.

8. juni í 2004 kl. 06:00 – 12:20 stóð Venus fyri Sólini. Hetta fyribrigdið var seinast at síggja í 1882. At taka myndir, sum hesar, av fyribrigdinum í síni heild, fer…

Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

Táttur, Vísa, Kirkjusangur, Kvæði, Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga
Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

Fløgan og ljóðbandið Alfagurt ljóðar mín tunga er eitt savn av tí tónleiki, sum hevur livað í fólkinum í øldir. Á fløguni og ljóðbandinum eru ein táttur, Fruntatáttur, ein vísa, Brúnsveinsvísa,…

Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur,Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband
Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

<span&hellip;

Alfagurt ljóðar mín tunga

Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur, Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga
Alfagurt ljóðar mín tunga

<span&hellip;

Um livikor føroyinga

Arbeiðshefti 2
Um livikor føroyinga

Endamálið við at gera arbeiðsspurningar til frágreiðingina Um livikor føroyinga er m.a. hetta: - at næmingar og onnur áhugað fáa eina tilvitan um, hvussu livikorini við støði í inntøkuviðurskiftum…

Um livikor føroyinga

Arbeiðshefti 1
Um livikor føroyinga

Jens Petur Gaard og Edvard Olsen hava lagt arbeiðsheftið til framhaldsdeildina til rættis. Víst verður á, at sambært lesiætlan fólkaskúlans er ein tílík livikorskanning gott og viðkomandi tilfar í…

Um livikor føroyinga

Í hesi frágreiðing verða fíggjarviðurskiftini lýst út frá skattaskrásetingum fyri árini 1989 og 1993. 1989 var árið, har allar lønarútgjaldingarnar tilsamans vóru í hæddini. Ein samanbering millum…

  • Fuglar í Norðurhøvum
    Fuglar í Norðurhøvum

    Bókin er um fuglin í Føroyum, Áslandi, Hetlandi, Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjunum (Hebridunum). Hon er handbók, sum er ætlað at hava hjá sær at greina fugl eftir. Nøvnini á teimum fuglunum, sum eru sæddir í Norðuratlantshavi, 466 í tali, eru dagførd at 1. juni 1990. Einar…

  • Grót og steinar í Føroyum
    Grót og steinar í Føroyum

    Myndatalvan Grót og steinar í Føroyum er gjørd í samstarvi við Jarðfeingi. Við lýsandi myndum vísir hon tey vanligastu grót- og steinsløgini í Føroyum. Høvuðsbólkarnir eru: Basalt, kvartssteinar, soðsteinar, kol og legugrýti.

    Myndatalvan er 52 x 76 cm til støddar.

  • Grót og steinsløg
    Grót og steinsløg

    Myndatalva, ið vísir myndir av kendum steinsløgum. Talvan er 52x76 cm til støddar, plastaðar og tí haldgóðar.

  • Heimurin
    Heimurin

    Heimurin

    Veggjakort

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 25…

  • Heimurin
    Heimurin

    Heimurin

    Myndatalva

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Heimurin er heimskort við nøvnum á londum,…

  • Hon kysti hann
    Hon kysti hann

    Hon kysti hann

    Savn av ástaryrkingum

    Úrvalssavn av føroyskum ástaryrkingum frá Jóannesi Patursson til Jóannes Nielsen. Brot úr nøkrum kvæðum verða eisini tikin við.

  • Hugin og minnið
    Hugin og minnið

    Hugin og minnið

    - eitt sindur um mál og hugsunarhátt í norrønari t

    Tekstirnir eru ætlaðir at geva ein varhuga av norðbúgvanna trúgv, lýsa teirra gudar og teirra fornu siðir til eitt vist. Málsligi parturin er ætlaður at geva næmingunum ein varhuga av norrønum máli, og hvussu ljóðini í høvuðsheitum eru broytt til føroyskt.

  • Hvat kostar matur og drekka

    Hvat kostar matur og drekka

    Um livikor føroyinga

    Metingin í bóklinginum er gjørd við støði í norðurlendskum kosttilráðingum. Hjá fakfeløgum og samfelagnum sum heild er neyðugt at fáa kannað, hvat heilsugóður kostur er. Ein dagskostur, sum nøktar tørvin til orku og til føðsluevni, sum mannakroppurin hevur fyri neyðini, er…

  • Káin og Ábel - Næmingabók
    Káin og Ábel - Næmingabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Næmingabókin hevur 7 høvuðsevni, ið øll viðgera…

  • Káin og Ábel - Lærarabók
    Káin og Ábel - Lærarabók

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Marjun Bæk og Karolina Matras hava gjørt…

  • Káin og Ábel - Grundbók
    Káin og Ábel - Grundbók

    Káin og Ábel - Grundbók

    - ein mýta um tveir brøður

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er nýtt og fjølbroytt tilfar til…

  • Káin og Ábel - Glærir
    Káin og Ábel - Glærir

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Glærusavnið er ein mappa við 13 glærum í litum av…

  • Kærleikssøga aldarinnar
    Kærleikssøga aldarinnar

    Kærleikssøga aldarinnar er sjálvævisøgulig og viðger hjúnalag Märtu Tikkanens við listarmannin Henrik Tikkanen. Savnið er eitt úrval av yrkingum úr Kærleikssøga aldarinnar, sum kom út á svenskum í 1976. Yrkingasavnið viðger trupulleikarnar í eini familju, har maðurin er…

  • Kvæða- og vísuskrá
    Kvæða- og vísuskrá

    Á skránni er yvirlit yvir meginpartin av tí, ið komið er á prent, og sum kvøðið hevur verið í Føroyum. Skráin er skipað eftir heiti ella byrjunarreglu, stundum báðum, og víst verður til, hvar kvæðini og vísurnar eru at finna, og eisini til løg og niðurløg. Kvæða- og…

  • Kveikt og kannað
    Kveikt og kannað

    Á innganginum lýsir Hanus Andreassen yrkjaran, kritikaran og málfrøðingin Rikard Long. Bókin, ið er eitt úrvalssavn av tí, Rikard Long avrikaði, er skipað í hesar partar: Yrkingar, Kafeið, Um bókmentir, Um mál, Brot úr Brandans søgu, Um og eftir Ludvig Holberg, Týðingar av…

  • Livikor føroyinga

    Livikor føroyinga

    Vitalskanning. 1989 samanborið við 1994

    Fólk siga frá egnum gerandisdegi. Viðtalskanningin er gjørd til tess at fáa nærri upplýsingar um, hvussu ymiskar familjur liva undir ymiskum fortreytum. Í bókini siga fólk frá gerandisdegi sínum. Bókin kann nýtast í undirvísingini í samfelagsfrøðiligum evnum.

  • Mállæra
    Mállæra

    Mállæran er skipað í tríggjar høvuðspartar, sum vanligt hevur verið í mállæruskriving: ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Fremst í bókini er eitt sindur um málsøgu og orðasmíð, reglur um teknseting, orðasundurbýti, byrjanarbókstavir, ein listi er við…

  • Mekanikkur 1
    Mekanikkur 1

    Mekanikkur 1

    Almenn alisfrøði

    Mekanikkur I viðger tættir sum: 1. Mál, mát og vekt, 2. Rørslulæru, 3. Kraft og kraftlógir, 4. Arbeiði og orku, 5. Trýst, 6. Mýlaástøði, 7. Hita, 8. Gasslógirnar og 9. Varmalæru. Aftast í hvørjum kapitli eru uppgávur. Í bókini er eitt uppískoyti við ymsum eindum og yvirlitum…

  • Mekanikkur 2
    Mekanikkur 2

    Mekanikkur 2

    Almenn alisfrøði

    Í Mekanikki 2 verða viðgjørdir tættir sum: Orka, Aldur, Rørsla, Harmonisk rørsla, Gnígging, Samvorðið kraftfelt, Rørsla í miðsóknum kraftfelti, Impulsur, Bitlaskipanir, Snaring og Impulsmoment. Aftast í hvørjum kapitli eru uppgávur. Í bókini eru uppískoyti við m.ø. ymsum…

  • Men lívið lær
    Men lívið lær

    Hetta er ein skúlaútgáva av skaldsøguni Men lívið lær eftir Heðin Brú. Skaldsøgan er ein virðismikil lýsing av broytingartíðini um aldarskiftið 18. – 19. øld, tá føroyingurin m.a. tveitti av sær bátsbandið og steig úr miðøld út í eina ljósari tíð. Bergljót av Skarði hevur…

  • Norðurlond
    Norðurlond

    Norðurlond

    Veggjakort

    Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 2 mió.

    Kortið er umhvørviskort. Harumframt er havbotnsrelieff við. Føroyska sjómarkið við føroysku fiskigrunnunum er við, umframt grunnar aðrastaðni.Tey 8 norðurlendsku fløggini eru prentað niðast á kortinum.

  • Othello
    Othello

    Sjónleikurin er í fimm tættum og er ein tíðarleysur leikur um kærleika og óndskap, góðtrúni og øvundsjúku. Aftast í bókini eru brot um nøkur av evnunum í sjónleikinum, um uppruna og bygnað og viðmerkingar til tættirnar.

  • Relativitetsástøði
    Relativitetsástøði

    Um aldaskiftið 1900 var granskarum greitt, at klassisk alisfrøði var komin til eitt vegamót. Tvær skakandi kollveltingar, sum síðan hava merkt alisfrøðina, vóru á veg. Tann fyrra var relativitetsástøðið, og hin seinna var kvantulæran.
    Bókin er ætlað sum serevnalesnaður…

  • Sólskipanin
    Sólskipanin

    Sólskipanin

    Myndatalva

    Sólskipanin greiðir frá gongustjørnunum í okkara sólskipan og ferð teirra kring sólina.

    Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.

     

  • Søga Týsklands 1918-1939
    Søga Týsklands 1918-1939

    Bókin er eitt keldusavn, ið lýsir tíðarskeiðið, frá tí at fyrra heimskríggj endaði í 1918 og til seinna heimskríggj brast á í 1939. Keldurnar eru fjølbroyttar og ymiskar, t.d. friðarsáttmálar, verju- og samgongusáttmálar, lógir, fundarfrásagnir, røður, hugleiðingar, brot úr…

  • Søgan um hini
    Søgan um hini

    Bókin er lýsing av einum parti av Føroya fólki, ið lítið og einki hevur verið skrivað um: tey brekaðu. Søgan um hini er givin út í samstarvi við M.B.F. og fevnir um tíðina frá aldarmótinum til 1981, ið var Ár teirra brekaðu. Hon er um andveik, sinnissjúk, epileptikarar,…

  • Søgufrøði
    Søgufrøði

    Søgufrøði

    Kelduviðgerð og háttaløg

    Bókin byrjar við tveimum táttum um, hvat søga er, og hvat endamálið er við søgu. Hví er søga so týðandi fak, hvørji eyðkenni hevur hon, og hvat kann hon brúkast til? Tátturin um skrivligar keldur snýr seg um at greina og tolka keldur. Í kelduviðgerðini verður komið inn á…

  • Slóðir
    Slóðir

    Slóðir

    - Vit greina og túlka stuttsøgur

    Slóðir er grundbók í bókmentafrálæru í føroyskum á miðnámsstøði, men partar av bókini kunnu eisini verða nýttir í teimum hægstu flokkunum í framhaldsdeildini. Evnið er stuttsøgur og stuttsøgugreining. Í bókini eru 35 stuttsøgur, tær flestu eftir føroyskar rithøvundar. Roynt…

  • Stóra Katekismus
    Stóra Katekismus

    Í bókini roynir Luther at leggja fram eina toluliga heilskapaða heildarframløgu av kristindómsuppfatan sínari. Sjálv bókin er skipað í 5 partar: Tey tíggju boðini, Um trúnna, Faðirvár, Um dópin og Um altarsins sakramenti. Aftast í bókini er Lítla Katekismus í týðing J. Dahls…

  • Støddfrøði (miðnám)
    Støddfrøði (miðnám)

    Bókin fevnir um: Mongdir og tøl, Líkningar, Funksjónir, Hagtøl, Prosentrokning, Renturokning, Líkningarokning og Trigonometri. Aftast í bókini er ískoyti, har meira verður gjørt burtur úr ávísum evnum, yvirlit yvir tekn, leitorð og grikska stavraðið.

Securely manage your digital assets with the Phantom Wallet. It's fast, easy to use, and compatible with decentralized apps. Download Phantom Wallet now to get started!