Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Skriva týskt 1
Skriva týskt 1

Hetta er ein nýggj og økt útgáva av tí grundleggjandi undirvísingarbókini eftir André Niclasen lærara, sum er ætlað næmingum, ið hava ongan ella næstan ongan forkunnleika í týskum. Hon er tí væl…

Slóðir

- Vit greina og túlka stuttsøgur
Slóðir
Slóðir

Slóðir er grundbók í bókmentafrálæru í føroyskum á miðnámsstøði, men partar av bókini kunnu eisini verða nýttir í teimum hægstu flokkunum í framhaldsdeildini. Evnið er stuttsøgur og…

Talvur til studentaskúla og HF
Talvur til studentaskúla og HF

Talvurnar eru binomialtalvur, normalbýtistalvur, annuitetstalvur, bæði samansparing og lán, og logaritmutalvur. Heilt stutt verður greitt frá innihaldinum í talvunum. Skúlafyrisitingin hevur…

Stóra Katekismus
Stóra Katekismus

Í bókini roynir Luther at leggja fram eina toluliga heilskapaða heildarframløgu av kristindómsuppfatan sínari. Sjálv bókin er skipað í 5 partar: Tey tíggju boðini, Um trúnna, Faðirvár, Um dópin og…

Søga Týsklands 1918-1939
Søga Týsklands 1918-1939

Bókin er eitt keldusavn, ið lýsir tíðarskeiðið, frá tí at fyrra heimskríggj endaði í 1918 og til seinna heimskríggj brast á í 1939. Keldurnar eru fjølbroyttar og ymiskar, t.d. friðarsáttmálar,…

Stjørnuskaldið undir Varða

Savn við tekstum og myndum eftir William Heinesen
Stjørnuskaldið undir Varða
Stjørnuskaldið undir Varða

Savn við yrkingum, stuttsøgum, greinum og myndum. Flestu tekstirnir í savninum hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum. Dentur er lagdur á, at tilfarið umboðar allar tættir í listarliga verki…

Søga okkara 1
Søga okkara 1

Bókin er ætlað at brúka fyrst í miðdeildini. Hon viðger Føroya søgu frá elstu tíðum til út ímóti trúbótini. Aftast í hvørjum petti eru nakrar leiðbeinandi arbeiðsuppgávur, ið kunnu broytast, sum…

Søga okkara 2

Frá trúbótini til okkara dagar
Søga okkara 2
Søga okkara 2

Søga okkara 2 eftir Christian Høj í broyttari útgávu. Nýggja tilfarið og dagføringarnar hava Jens Christian Carlsson og Jørgin M. Árnason við ÿlvsá, lærarar, skrivað. Søga okkara 2 viðger søgu…

Søga okkara 2 - Arbeiðshefti
Søga okkara 2 - Arbeiðshefti

ÿtlanin við arbeiðsheftinum er at arbeiða meira við teimum evnum, ið næmingurin hevur verið ígjøgnum í søgubókini. Hvør táttur er skipaður við spurningum og kjak- og verkevnum. Næmingurin finnur…

Søgan um eplið
Søgan um eplið

Bókin er fakbók við rættiliga nógvum myndum. Hon byrjar fyri mongum túsund árum síðani í Andesfjøllunum, haðani jarðeplið kemur. So verður greitt frá, hvussu eplini við spaniólum komu til Evropa…

Søgan um hini
Søgan um hini

Bókin er lýsing av einum parti av Føroya fólki, ið lítið og einki hevur verið skrivað um: tey brekaðu. Søgan um hini er givin út í samstarvi við M.B.F. og fevnir um tíðina frá aldarmótinum til…

Søgufrøði

Kelduviðgerð og háttaløg
Søgufrøði
Søgufrøði

Bókin byrjar við tveimum táttum um, hvat søga er, og hvat endamálið er við søgu. Hví er søga so týðandi fak, hvørji eyðkenni hevur hon, og hvat kann hon brúkast til? Tátturin um skrivligar keldur…

Símunartáttur
Símunartáttur

Greitt verður fyrst frá um føroyska táttayrking. Innihaldið í Símunartátti, sum Janus við Gjónna yrkti, verður viðgjørt. Síðani verður samanbering gjørd millum Símunartátt og Púkaljómur, sum Jens…

Tekn til børn
Tekn til børn

Tekn til børn er ætlað børnum, foreldrum og pedagogum og øllum teimum, sum tørvar eina bók við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu hava samskifti við fólk, ið eru tunghoyrd ella eru deyv. Men…

Tekn til børn
Tekn til børn

Fløgan er ein góður námsfrøðiligur stuðul til orðabókina. Øll teknini í orðabókini eru við. Til ber at blaða í orðunum, seta orð saman, gera setningar úr orðalistanum og arbeiða við evnum.…

The Entrance

Byrjanarsavn
The Entrance
The Entrance

The Entrance er ætlað sum byrjanarbók í enskum í studentaskúla og HF. Bókin hevur stuttar yrkistekstir um áhugaverd evni og stuttsøgur, ið kunnu fremja bæði vanliga samrøðu og bókmentaliga…

Torbjørg og kúgvin
Torbjørg og kúgvin

Søgan um smágentuna Torbjørg, sum so fegin vil hava eina kúgv, men hon veit ikki, hvaðani hon skal fáa hana. Kári, vinmaður hennara, heldur, at ein gravkúgv er nógv betri. Bóklingurin kann nýtast…

Tættir úr Føroya kirkjusøgu
Tættir úr Føroya kirkjusøgu

Ein roynd at lýsa Føroya kirkjusøgu frá elstu tíðum og fram í 20. øld. Bókin er skipað soleiðis, at tíðarskeiðið undan trúbótini fyrst verður viðgjørt, síðani verður trúbótin og tíðin eftir hana…

Tá ið Karin fylti
Tá ið Karin fylti

Karin fyllir, og nógv børn koma í føðingardag hjá henni. Tey fáa kakao og kakur, og so fara tey at spæla. Fyrst dansa tey Tornurósa, og so fara tey at spæla útvarp. Bóklingurin kann nýtast í…

Tónlæra 1 - Læraravegleiðing
Tónlæra 1 - Læraravegleiðing

<span&hellip;

Tónlæra 1

Næmingahefti
Tónlæra 1
Tónlæra 1

<span&hellip;

Tónlæra 2 -Læraravegleiðing
Tónlæra 2 -Læraravegleiðing

<span&hellip;

Tónlæra 2

Næmingahefti
Tónlæra 2
Tónlæra 2

<span&hellip;

Tónlæra 3 - Læraravegleiðing
Tónlæra 3 - Læraravegleiðing

<span&hellip;

Tónlæra 3

Næmingahefti
Tónlæra 3
Tónlæra 3

<span&hellip;

Tónlæra 4 - Læraravegleiðing
Tónlæra 4 - Læraravegleiðing

<span&hellip;

Tónlæra 4

Namingahefti
Tónlæra 4
Tónlæra 4

<span&hellip;

Um Bíbliu okkara
Um Bíbliu okkara

Um Bíbliu okkara er handbók, sum gevur frágreiðing um allar bøkurnar í Bíbliuni, bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti. Bergur Debes Joensen hevur skrivað partin um føroyskar…

Um livikor føroyinga

Í hesi frágreiðing verða fíggjarviðurskiftini lýst út frá skattaskrásetingum fyri árini 1989 og 1993. 1989 var árið, har allar lønarútgjaldingarnar tilsamans vóru í hæddini. Ein samanbering millum…

Um livikor føroyinga

Arbeiðshefti 1
Um livikor føroyinga

Jens Petur Gaard og Edvard Olsen hava lagt arbeiðsheftið til framhaldsdeildina til rættis. Víst verður á, at sambært lesiætlan fólkaskúlans er ein tílík livikorskanning gott og viðkomandi tilfar í…

  • Jim og ætt hansara
    Jim og ætt hansara

    Um tann 15 ára gamla Jim, sum, eftir at hann hevði búð 4 ár í Onglandi, í 1833 kom heimaftur til Eldlandið, har hann aftur hitti ætt sína. Bókin byggir á dagbók Darwins og hóskar væl til evnislesnað.

  • Jørðin
    Jørðin

    Jørðin

    Hvat gat eg sagt...

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Jørðin, ið Jens Petur Gaard týddi, sigur við…

  • Súgdýr
    Súgdýr

    Súgdýr

    Hvat gat eg sagt...

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Súgdýr, ið Harry Davidsen hevur týtt, hevur m.a.…

  • Jákup á Møn
    Jákup á Møn

    Bókin er sett upp sum ein teknirøð, har Óli Petersen hevur gjørt eina mynd til hvørt ørindi.Á innganginum til bókina verður stutt sagt frá um kvæði, tættir og føroyskan dans yvirhøvur, haraftrat verður greitt frá um Nólsoyar-Páll og Jákup á Møn. Saman við heftinum er eitt…

  • Jákup á Møn
    Jákup á Møn

    Jákup á Møn

    Arbeiðsuppgávur

    Arbeiðsheftið til Jákup á Møn.

  • Jákup á Møn
    Jákup á Møn

    Jákup á Møn

    Ljóðband

    Ljóðband. Martin Tórgarð kvøður Jákup á Møn.

  • Jómsvíkingar
    Jómsvíkingar

    Umframt kvæðið Jómsvíkingar, ið er prentað aftast í heftinum, verður í innganginum skrivað um Jómsvíkingasøgu og Jómsvíkingakvæði, og samanberingar verða gjørdar. Roynt verður eisini at greiða frá persónum og hendingum, soleiðis at tann, ið lesur kvæðið, skal fáa sum mest…

  • Kvæða- og vísuskrá
    Kvæða- og vísuskrá

    Á skránni er yvirlit yvir meginpartin av tí, ið komið er á prent, og sum kvøðið hevur verið í Føroyum. Skráin er skipað eftir heiti ella byrjunarreglu, stundum báðum, og víst verður til, hvar kvæðini og vísurnar eru at finna, og eisini til løg og niðurløg. Kvæða- og…

  • Keldan
    Keldan

    Keldan

    Heimstaðarlæra 1. skúlaár

    Bókin er ætlað heimstaðarlæru á byrjanarstigi. Nógv av tilfarinum kann viðgerast sum prát millum lærara og næmingar. Hugsanin er, at hvør blaðsíða skal birta upp undir samtalu. Aftaná kann so hvør næmingur tekna, skriva ella klippa út.

  • Áin
    Áin

    Áin

    Heimstaðarlæra 2. skúlaár

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er ætlað greinini heimstaðarlæru á…

  • Vatnið
    Vatnið

    Vatnið

    Heimstaðarlæra 3. skúlaár

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er tann triðja í røðini, og er, eins og…

  • Kirkjukunnleiki
    Kirkjukunnleiki

    Kirkjukunnleiki

    Arbeiðsbók

    Kirkjukunnleiki – Arbeiðsbók er einnýtisbók og ætlað eldru flokkunum í fólkaskúlanum. Kristnifrálæran í føroyska fólkaskúlanum fevnir eftir lesiætlanini eisini um kirkjukunnleika, kirkjubygningar og kirkjusiðir, og henda arbeiðsbók er ætlað at vera stuðul í undirvísingini í…

  • Lesið og lærið - Ljóðband
    Lesið og lærið - Ljóðband

    Eitt ljóðband er til hvørja bók. Tó eru ikki allir tekstir festir á band, men eitt stórt og fjølbroytt úrval. Øll fimm bondini eru í einari mappu. Á mappuni er eisini eitt hefti við fullfíggjaðum innihaldsyvirliti, ið ger tað lætt at brúka bondini.

  • Lesið og lærið - Lærarabók
    Lesið og lærið - Lærarabók

    Í lærarabókini fær lærarin nógvar bæði hentar og neyðturviligar upplýsingar. Fyrst verður greitt eitt sindur frá um bókmentafrálæru. Síðan er ein gjøgnumgongd av hvørjum tekstasavni sær, um bygnaðin, høvuðsevnið og uppskot til arbeiðshættir. Harnæst verða skaldskaparsløgini…

  • Gott komi í barnið, mær er fingið at goyma - Tekstasavn
    Gott komi í barnið, mær er fingið at goyma - Tekstasavn

    Í bókarøðini LESIÐ og LÆRIÐ eru 5 tekstasøvn við orðatýðingum og bókmentaskrá, 5 uppgávuhefti (eitt til hvørt tekstasavnið), ein lærarabók og ljóðband. Henda røðin er løgd til rættis við tí fyri eyga, at næmingar og lærarar fáa høvi at fara í dýpdina við fimm høvuðsevnum. Heitið…

  • Gott komi í barnið, mær er fingið at goyma - Uppgávuhefti
    Gott komi í barnið, mær er fingið at goyma - Uppgávuhefti

    Til hvørt tekstasavnið er uppgávuhefti til næmingin at nýta. Hetta eru sonevnd einnýtishefti, og eru tey ætlað at geva næmingum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Flestu uppgávurnar royna at fáa næmingarnar at fara djúpari í tekstin og at fáast við bókmentalig hugtøk tekstunum…

  • Bráð er barna lund - Tekstasavn
    Bráð er barna lund - Tekstasavn

    Á bókarøðini LESIÐ og LÆRIÐ eru 5 tekstasøvn við orðatýðingum og bókmentaskrá, 5 uppgávuhefti (eitt til hvørt tekstasavnið), ein lærarabók og ljóðband. Henda røðin er løgd til rættis við tí fyri eyga, at næmingar og lærarar fáa høvi at fara í dýpdina við fimm høvuðsevnum.…

  • Bráð er barna lund - Uppgávuhefti
    Bráð er barna lund - Uppgávuhefti

    Bráð er barna lund - Uppgávuhefti

    Lesið og lærið 2. Arbeiðshefti

    Til hvørt tekstasavnið er uppgávuhefti til næmingin at nýta. Hetta eru sonevnd einnýtishefti, og eru tey ætlað at geva næmingum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Flestu uppgávurnar royna at fáa næmingarnar at fara djúpari í tekstin og at fáast við bókmentalig hugtøk tekstunum…

  • Fólk og dýr - Tekstasavn
    Fólk og dýr - Tekstasavn

    Fólk og dýr - Tekstasavn

    Lesið og lærið 3

    Á bókarøðini LESIÐ og LÆRIÐ eru 5 tekstasøvn við orðatýðingum og bókmentaskrá, 5 uppgávuhefti (eitt til hvørt tekstasavnið), ein lærarabók og ljóðband. Henda røðin er løgd til rættis við tí fyri eyga, at næmingar og lærarar fáa høvi at fara í dýpdina við fimm høvuðsevnum.…

  • Fólk og dýr - Uppgávuhefti
    Fólk og dýr - Uppgávuhefti

    Fólk og dýr - Uppgávuhefti

    Lesið og lærið 3. Arbeiðshefti

    Til hvørt tekstasavnið er uppgávuhefti til næmingin at nýta. Hetta eru sonevnd einnýtishefti, og eru tey ætlað at geva næmingum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Flestu uppgávurnar royna at fáa næmingarnar at fara djúpari í tekstin og at fáast við bókmentalig hugtøk tekstunum…

  • Slatur og svik - Tekstasavn
    Slatur og svik - Tekstasavn

    Slatur og svik - Tekstasavn

    Lesið og lærið 4

    Í bókarøðini LESIÐ og LÆRIÐ eru 5 tekstasøvn við orðatýðingum og bókmentaskrá, 5 uppgávuhefti (eitt til hvørt tekstasavnið), ein lærarabók og ljóðband. Henda røðin er løgd til rættis við tí fyri eyga, at næmingar og lærarar fáa høvi at fara í dýpdina við fimm høvuðsevnum.…

  • Slatur og svik - Uppgávuhefti
    Slatur og svik - Uppgávuhefti

    Slatur og svik - Uppgávuhefti

    Lesið og lærið 4. Arbeiðshefti

    Til hvørt tekstasavnið er uppgávuhefti til næmingin at nýta. Hetta eru sonevnd einnýtishefti, og eru tey ætlað at geva næmingum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Flestu uppgávurnar royna at fáa næmingarnar at fara djúpari í tekstin og at fáast við bókmentalig hugtøk…

  • Ferðing og ferðsla - Tekstasavn
    Ferðing og ferðsla - Tekstasavn

    Í bókarøðini LESIÐ og LÆRIÐeru 5 tekstasøvn við orðatýðingum og bókmentaskrá, 5 uppgávuhefti (eitt til hvørt tekstasavnið), ein lærarabók og ljóðband. Henda røðin er løgd til rættis við tí fyri eyga, at næmingar og lærarar fáa høvi at fara í dýpdina við fimm høvuðsevnum.…

  • Ferðing og ferðsla - Uppgávuhefti
    Ferðing og ferðsla - Uppgávuhefti

    Ferðing og ferðsla - Uppgávuhefti

    Lesið og lærið 5. Arbeiðshefti

    Til hvørt tekstasavnið er uppgávuhefti til næmingin at nýta. Hetta eru sonevnd einnýtishefti, og eru tey ætlað at geva næmingum møguleika at arbeiða sjálvstøðugt. Flestu uppgávurnar royna at fáa næmingarnar at fara djúpari í tekstin og at fáast við bókmentalig hugtøk tekstunum…

  • Kjølur á Nesi
    Kjølur á Nesi

    Søgn um ein bónda á Trøllanesi, sum æt Kjølur. Eina náttina droymdi hann, at tá ið hann og synirnir vóru á útróðri, kom ein stórur hvalur og gloypti bátinum. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað. Arbeiðstilfar til bókina fæst á Landsmiðstøðini.

  • Knávi
    Knávi

    Knávi

    Søgn

    Súsan í Jákupsstovu hevur myndskrýtt søgnina um hin tiltikna gandakallin í Suðuroy, Knáva. Mynd er á hvørjari opnu. Bókin kann nýtast í frílesingini ella til evnislesnað.

  • Kom og skriva 1 - Næmingabók
    Kom og skriva 1 - Næmingabók

    Bókin er ætlað næmingum, sum skulu byrja við ávegisskriving. Fimm høvuðspartar eru: At siga frá, At sansa og sveima, At skriva brøv, Snarskriving og Yrkingar. Hvør partur endar við einum skríni, sum tekur samanum tað, næmingarnir hava lært frammanundan. Myndirnar stuðla tekstin,…

  • Kom og skriva 1 - Lærarabók
    Kom og skriva 1 - Lærarabók

    Lærarabókin greiðir frá ávegisskrivingini, vísir hvussu bókin Kom og skriva 1 er skipað, og hevur annars uppskot til læraran, hvussu hann kann arbeiða.

  • Kom og skriva 1 - Skrivihefti
    Kom og skriva 1 - Skrivihefti

    Skrivihefti til Kom og skriva 1. Perman er tann sama sum á grundbókini. Støddin er tann sama sum á lærarabókini. Skriviheftið er 48 síður við breiðari margu og góðari linjufrástøðu. Ætlanin við skriviheftunum er, at lættari verður hjá næminginum at halda skil á heftum, ið skulu…

  • Kom og skriva 2 - Næmingabók
    Kom og skriva 2 - Næmingabók

    Kom og skriva 2 er framhald av Kom og skriva 1 og er ætlað undirvísingini í skrivligum føroyskum. Bøkurnar byggja á ávegisskriving, har skrivað verður við hugflogi og opnum sinni. Endamálið við ávegisskriving er við miðvísari venjing og leiðbeining at menna skrivigleðina og…