Skip to main content

Miðnám útgávur

Venus fyri Sólini
Venus fyri Sólini

Stødd 60 x 42 cm.

8. juni í 2004 kl. 06:00 – 12:20 stóð Venus fyri Sólini. Hetta fyribrigdið var seinast at síggja í 1882. At taka myndir, sum hesar, av fyribrigdinum í síni heild, fer…

Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

Táttur, Vísa, Kirkjusangur, Kvæði, Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga
Alfagurt ljóðar mín tunga. Fløga

Fløgan og ljóðbandið Alfagurt ljóðar mín tunga er eitt savn av tí tónleiki, sum hevur livað í fólkinum í øldir. Á fløguni og ljóðbandinum eru ein táttur, Fruntatáttur, ein vísa, Brúnsveinsvísa,…

Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur,Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband
Alfagurt ljóðar mín tunga. Ljóðband

<span&hellip;

Alfagurt ljóðar mín tunga

Kvæði, Vísa, Táttur, Kirkjusangur, Skjaldur
Alfagurt ljóðar mín tunga
Alfagurt ljóðar mín tunga

<span&hellip;

  • Fysiologi
    Fysiologi

    Fysiologi

    Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi

    Bókin er býtt upp í fýra høvuðspartar.

    Fyrsti partur er um grundleggjandi anatomi, har rørslukervið verður gjøgnumgingið í høvuðsheitum.

    Annar partur er ein gjøgnumgongd av grundleggjandi fysiologi og arbeiðsfysiologi. Hesir báðir partarnir eru ástøðiliga…

  • From where you are - Samvirkin ensk grundbók
    From where you are - Samvirkin ensk grundbók

    sBókin From where you areer ein samvirkin ensk grundbók við yrkistteksti og skaldskapi. Harumframt eru spurningar, upplestur við native speakers og sjónbandaupptøkur við serfrøðingum í ymsu evnunum.

    Teksturin hevur fimm yvirskipað…

  • Sponsk Mállæra
    Sponsk Mállæra

    Sponsk Mállæra er ein byrjanarmállæra upp til B-støði í miðnámsskúlunum.  Hon er skipað í paragraffir við frágreiðingum um málslig fyribrigdi, sum eru stuðlað við dømum á sponskum og føroyskum.  Bókin fevnir um 115 blaðsíður og hevur ongar myndir.  …

  • Marknaðarlæra (netútgáva)
    Marknaðarlæra (netútgáva)

    Nettøka útgávan av Marknaðarlæruni er ein endurskoðað og nakað broytt útgáva av Marknaðarlæruni, sum kom út í 2002.

    Útgávan, Marknaðarlæra, søla og tænasta, er ætlað næmingum, sum lesa marknaðarlæru á C-stigi á handilsskúlanum. Netútgávan kann eisini verða brúkt til…

  • Veðurlagsbroytingar
    Veðurlagsbroytingar

    Veðurlagsbroytingar

    Almenn bók um veðurlagsbroytingar

    Veðurlagið á jørðini er farið at broytast. Jørðin er hitnað, og vit vita nú við stórari vissu, at tað er av mannaávum. Vit kunnu eisini siga við stórari vissu, at veðurlags¬broytingarnar fara at halda fram og versna í komandi tíðum. Hesar broytingar stava frá tí, at vit…

  • Føroysk bókmentasøga 1

    Føroysk Bókmentasøga sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í fimm partar, miðøld, skynsemisøld, upplýsingarøld, romantikkur og…

  • Dagsins eyga
    Dagsins eyga

    Dagsins eyga

    Løg og satsir eftir Knút Olsen

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Løg og satsir eftir Knút Olsen.

    Ímillum…

  • Firvaldar
    Firvaldar

    Firvaldar

    155 ymiskir firvaldar í Føroyum

    Í bókini, sum lýsir allar 155 firvaldar, sum eru sæddir í Føroyum, er ein inngangur, har greitt verður alment frá firvaldum. Firvaldar hava fullfíggjaða umskapan frá eggi til ormveru, frá ormveru til reivveru og frá reivveru aftur til fullbornan firvald. Í innganginum verður…

  • Klípið
    Klípið

    Klípið

    Mállæruvenjingar í enskum til miðnámsskúlan

    Forlagið Ungu Føroyar gav útgávuna Klípið út

    Navnið Klípið er tikið úr grótlaðing. Bøgarðarnir, sum enn síggjast víða um í Føroyum, eru eitt tað vakrasta minnið, vit hava um forfedrar okkara. At hugsa sær tað arbeiði og tað…

  • Fíggjarstýring
    Fíggjarstýring

    Bókin Fíggjarstýring er ætlað næmingum, sum lesa virkisbúskap á hægsta miðnámsstigi á hægri handilsskúla. Bókin er hent hjá teimum, sum fara undir hægri lesnað í búskapi. Eisini er bókin hent hjá teimum, sum fáast við fíggjarstýring á virkjum og stovnum. Innihaldið er íløgur og…

  • Roknskaparfrøði
    Roknskaparfrøði

    Bókin Roknskaparfrøði er ætlað næmingum, ið lesa virkisbúskap. Bókin er hent hjá teimum, sum lesa HD ella annan framhaldslesnað. Eisini er bókin hent hjá grannskoðarum, roknskaparleiðarum og øllum teimum, sum fáast við roknskap.

     

    Í formælinum sigur høvundurin Finn…

  • Grindavísan - teknirøð
    Grindavísan - teknirøð

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hettar er ein nýggj og broytt útgáva, har serliga…

  • Føroyskur skattarættur (upprunaútgáva 2010)
    Føroyskur skattarættur (upprunaútgáva 2010)

    Bókin viðger øll evni um føroyskan skattarætt á einum almennum stigi eftir lóggávu og rættarvenju, sum var galdandi 1. januar í 2009. Bókin er ætlað at verða brúkt sum lærubók og sum handbók hjá grannskoðarum og advokatum, eins og hjá øllum, sum arbeiða við skattafakligum…

  • Lundafleyg
    Lundafleyg

    Lundafleyg

    ein fleygadagur í Nólsoy

    Bókin er eitt kærkomið siðsøguligt íkast til tað, sum er skjalfest um aldargamla føroyska veiðimentan. Við dømum úr fleygasiðvenju í Nólsoy lýsir hon føroyskt lundafleyg og tær umstøður. sum hava valdað í hundraðtals ár. Bókin viðger:

    Lundan

    Týdningin, sum fuglurin…

  • Teknmál
    Teknmál

    Fløgan er ætlað foreldrum, børnum, lærarum og pedagogum, teimum sum tørvar eina fløgu við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu samskifta við fólk, ið eru tunghoyrd ella deyv. Men fløguna kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið onkursvegna skulu…

  • GMDSS, SRC og ROC, VHF-lærubók, 2. útgáva

    GMDSS, SRC og ROC, VHF-lærubók, 2. útgáva

    Undirvísingartilfar til sjóvinnuskúlar

    GMDSS SRC og ROC VHF-lærubók er ætlað sum frálærubók hjá teimum, sum vilja útvega sær VHF- radiopróvbræv til at passa VHF-radioútbúnað umborð á bátum og skipum.

    Í bókini eru m.a. litmyndir av kortum, sum vísa VHF-útbreiðsluna í Føroyum, Íslandi, Noreg, Svalbard,…

  • Fiskaskipanin
    Fiskaskipanin

    Fiskaskipanin

    lýst við dømum við fiskinum á Føroyabanka

    Bókin lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hugt verður eftir innaru og uttaru eyðkennunum, við denti lagdur á tey uttaru eyðkennini; eyðkenni, ið síggjast við berum eygum.

    Bókin er ætlað undirvísingini í miðnámskúlunum og á Fróðskaparsetrinum og annars…

  • Fjølmiðlar
    Fjølmiðlar

    Fjølmiðlar er lærubók um miðlar og samskifti. Bókin er fyrst og fremst ætlað at verða brúkt í samfelagsfrøði í elstu flokkum fólkaskúlans og á miðnámsskúlum.

    Somuleiðis kann bókin brúkast í føroyskum og á miðlabreyt í 10. flokki. Bókin Fjølmiðlar, ið leggur dentin á…

  • Føroya náttúra. Undirvísingartilfar
    Føroya náttúra. Undirvísingartilfar

    Føroya náttúra. Undirvísingartilfar

    til lívfrøði í miðnámsskúlanum

    Hetta tilfarið er hugsað sum undirvísingartilfar til grundbókina Føroya Náttúra - lívfrøðiligt margfeldi. Hóast bókin Føroya Náttúra fyrst og fremst er ein bók, ið er ætlað til at lýsa Føroya náttúru fyri einum breiðum lesaraskara, so hevur tað frá byrjan verið ætlanin, at…

  • Fiskar undir Føroyum
    Fiskar undir Føroyum

    Fiskar undir Føroyum snýr seg um, hvørji fiskasløg eru við Føroyar, teirra føroyska navn og teirra vísindaliga navn, og eisini eru nøvnini, sum nøkur av grannalondunum brúka um ávísa fiskin, við í bókini. Mynd er av hvørjum fiskaslag, og sagt er frá um teirra útsjónd, hvussu…

  • Alisfrøði og evnafrøði - c stig

    Alisfrøði og evnafrøði - c stig

    til studentaskúla og hf-skeið

    Hettar er nýggj lærubók í alisfrøði og evnafrøði til studentaskúla og hf-skeið. Útgávan er ætlað til undirvísing á C-stigi, og kann eisini brúkast í teknisku skúlunum og í Fisivinnuskúlanum.

    Lærubókin inniheldur 10 høvuðsevni, ið eru í tráð við kunngerðirnar til…

  • Traditional music in the Faroe Islands
    Traditional music in the Faroe Islands

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Tónleikur hevur altíð verið týðandi táttur í lívi…

  • Støddfrøði
    Støddfrøði

    Støddfrøði

    Grundbók

    Bókin fevnir um: Mongdir og tøl, Líkningar, Funksjónir, Hagtøl, Prosentrokning, Renturokning, Líkningarokning og Trigonometri. Aftast í bókini er ískoyti, har meira verður gjørt burtur úr ávísum evnum, yvirlit yvir tekn, leitorð og grikska stavraðið.

  • Tit bygdu hetta land
    Tit bygdu hetta land

    Tit bygdu hetta land

    Arbeiðsmarknaðurin

    Bókin viðger arbeiðsmarknaðin í søguligum baksýni og hugleiðir um, hvussu arbeiðsmarknaðurin fer at síggja út í framtíðini. Í einum ástøðiligum grundarlag viðger hon einstøku verkafeløgini og bygnaðin á arbeiðsmarknaðinum.

    Alment verða lønarviðurskifti,…

  • The Entrance
    The Entrance

    The Entrance

    Byrjanarsavn

    The Entrance er ætlað sum byrjanarbók í enskum í studentaskúla og HF. Bókin hevur stuttar yrkistekstir um áhugaverd evni og stuttsøgur, ið kunnu fremja bæði vanliga samrøðu og bókmentaliga greining. Til hvønn tekst eru orðalisti og nógvar uppgávur til munnliga og skrivliga…

  • Stjørnuskaldið undir Varða
    Stjørnuskaldið undir Varða

    Stjørnuskaldið undir Varða

    Savn við tekstum og myndum eftir William Heinesen

    Savn við yrkingum, stuttsøgum, greinum og myndum. Flestu tekstirnir í savninum hava ikki áður verið útgivnir á føroyskum. Dentur er lagdur á, at tilfarið umboðar allar tættir í listarliga verki Williams. Tekstirnir eru í fullari longd. Bókin er býtt í trý evni: Fólk og…

  • Tað nýggja Atlantis
    Tað nýggja Atlantis

    Tað nýggja Atlantis

    Vísindaskaldskapur

    Tað nýggja Atlantis er úrval av vísindaskaldskapí (science fiction) á føroyskum.

    Í savninum eru 15 stuttsøgur eftir høvundar sum Ray Bradbury, Isaac Bashevis Singer,

    H. G. Wells, Graham Green o.a. Tær flestu stuttsøgurnar eru týddar fyri stuttum, og tær, ið…

  • Streymviðurskifti
    Streymviðurskifti

    Streymviðurskifti

    í Leirvíksfirði og Kalsoyarfirði

    Bókin er ætlað at leiðbeina skip og bátar, ið sigla Leirvíksfjørð og Kalsoyarfjørð, undir teim ymisku viðurskiftum, ið kunnu standast av óveðri ella skiftandi streymi. Víst verður, hvussu høvuðsstreymarnir og afturundirgerðirnar reka í báðum firðunum, og hvussu siglast skal…

  • Talvur til studentaskúla og HF
    Talvur til studentaskúla og HF

    Talvurnar eru binomialtalvur, normalbýtistalvur, annuitetstalvur, bæði samansparing og lán, og logaritmutalvur. Heilt stutt verður greitt frá innihaldinum í talvunum. Skúlafyrisitingin hevur góðkent talvurnar sum loyvd hjálparamboð til allar próvtøkur í støddfrøði í…

  • Støddfrøði. Uppgávur til grundbók
    Støddfrøði. Uppgávur til grundbók

    Støddfrøði. Uppgávur til grundbók

    Próvtøkuuppgávur 1991-96

    Uppgávubókin er skift sundur í tríggjar partar. Fyrsti partur fevnir um uppgávur til teir einstøku kapitlarnar í grundbókini, annar partur er blandaðar uppgávur, og triði partur er royndaruppgávur og próvtøkuppgávur til HF-skeiðini og málsligu deild studentaskúlans í…