Útgávuyvirlit
Á bókini verða endursagdar søgur úr Gamla Testamenti. Undir hvørjari yvirskrift stendur, hvar í Bíbliuni skrivað er um hetta brotið. Myndir og kort eru í bókini.
Søgurnar, sum eru úr bæði Gamla og Nýggja Testamenti, eru rættiliga langar og hóska tí væl at lesa fyri yngri børnum, og tær kunnu eisini nýtast í miðdeild fólkaskúlans.
Barnabíblia - 50 bíbliusøgur
Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava givið bókina út í felag. Á Barnabíbliuni eru 50 kendar bíbliusøgur úr Gamla- og Nýggja Testamenti, sum kendi danski presturin,…
Bókhald og ársroknskapur
Bókin er ein av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til lærugreinina virkisbúskap stig B í Hægri handilsútbúgving og í Fiskivinnuskúlanum. Innihaldið er skipað soleiðis, at tað gevur lesaranum…
Bókhald og ársroknskapur. Uppgávur
Hetta er uppgávuhefti til bókina Bókhald og ársroknskap, ið er ætlað til lærugreinina virkisbúskap stig B í hægri handilsútbúgving og í Fiskivinnuskúlanum. Innihaldið er skipað soleiðis, at tað gevur…
Virkið
Henda bókin er ein av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er Virkið ætlað lærugreinini virkisbúskapur í hægri…
Fyriskipan
Fyriskipan eftir Heðin Samuelsen, lærara í Føroya Handilsskúla í Havn, er tann seinasta bókin av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á…
Kostnaðarlæra
Henda bókin er tann triðja av fýra bókum í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er hon ætlað at nýta í undirvísingini í virkisbúskapi…
Kostnaðarlæra. Uppgávur
Hetta er uppgávuhefti til bókina Kostnaðarlæru, ið er ætlað til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er hon ætlað til undirvísing í virkisbúskapi í hægri…
Búskapur og roknskapur
Henda triðja útgáva er nógv broytt í mun til fyrstu og aðru útgávu, ið komu í 1990 og 1992. Bókin er ætlað til lærugreinina virkisbúskapur á C-stigi í handilsskúlanum og samsvarar við lesiætlanina í…
Búskapur og roknskapur
Henda triðja útgáva er nógv broytt í mun til fyrstu og aðru útgávu, ið komu í 1990 og 1992. Høvundarnir hava endurskoðað, økt og dagført bókina, og miðað hevur verið eftir at gera uppgávubókina…
Á bókini verða spurningar viðvíkjandi okkara røkt av náttúruni settir, við serligum atliti at djórarøkt. Nomið verður við, at tá ið djóraslag er týnt, er tað farið í søguna. Slagið kemur ongantíð…
Døgurðabókin - hin grøna
Bókin er ætlað undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum, men uppskriftirnar hóska eisini væl í dagliga húsarhaldinum. Rættirnir eru ódýrir og skjótir at gera. Á bókini eru 90 uppskriftir, sum…
Døgurðabókin - hin reyða
Bókin er ætlað undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum og er framhald av tí grønu Døgurðabókini. Á bókini eru góðar 100 uppskriftir, sum fevna um døgurðar, súpanir og omaná, umframt baking og…
Dýr og dorg - Næmingabók
Á bókini eru søgur og aðrir tekstir um dýr, sum børn kenna tey í sínum gerandisdegi. Nógv er at lesa, men børnini eiga eisini at sleppa at siga frá ymiskum, sum tey hava upplivað sjálv. Eisini…
Bókin minnir ikki sørt um Miu og Dia, sum í fleiri ár hevur verið brúkt í skúlanum sum lesibók í teimum yngstu flokkunum. Eitt eyðkennið er, at fá orð verða brúkt til at gera eina pinkulítla…
Eg skrivi 1
Eg skrivi 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt føroyskt til miðdeild fólkaskúlans. Hetta er fyrsta bók í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.…
Eg skrivi 2
Hetta er onnur bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Gunnvá Dam hevur skrivað og Edward Fuglø hevur teknað. Eg skrivi 1 kom út á sumri 2003.…
Bókin er um eina blinda gentu. Men hetta er eisini ein bók um, hvussu tað er at vera brekaður í einum umhvørvi, sum er fyri vanlig fólk. Á bókini eru nógvar fotomyndir og tekningar, ið saman við…
Bókin er um eitt jødiskt húski, ið livdi í Ísrael fyri 2000 árum síðani. Vit vita, at Jesus var føddur í Ísrael fyri umleið 2000 árum síðani. Fyri at skilja so nógv sum gjørligt av tí, sum Jesus…
Ein ferð inn í føroyskt
Ein kvistur spretti...
Á hesum savni av keldum til Føroya søgu er høvuðsdenturin lagdur á at lýsa framvøksturin av tjóðskaparkensluni og tjóðskaparrørsluni fram til nýggjan føroyskan sjálvstýrispolitikk og flokkaskipan…
Ellæra 1
Ellæra 1 viðger tættir sum: Streym og løðing, Elektrisk felt og potential, Mótstøðu og spenning og Elektromotoriska kraft í streymrásum. Á kapitlunum eru uppgávur, og aftast í bókini er uppískoyti…
Mekanikkur 1
Mekanikkur I viðger tættir sum: 1. Mál, mát og vekt, 2. Rørslulæru, 3. Kraft og kraftlógir, 4. Arbeiði og orku, 5. Trýst, 6. Mýlaástøði, 7. Hita, 8. Gasslógirnar og 9. Varmalæru. Aftast í hvørjum…
Mekanikkur 2
Í Mekanikki 2 verða viðgjørdir tættir sum: Orka, Aldur, Rørsla, Harmonisk rørsla, Gnígging, Samvorðið kraftfelt, Rørsla í miðsóknum kraftfelti, Impulsur, Bitlaskipanir, Snaring og Impulsmoment.…
Ensk mállæra viðger allar grundleggjandi mállærureglur og bendingar og vísir við dømum á munir og líkleikar millum enskt og føroyskt. Evnini í mállæruni eru viðgjørd soleiðis, at bókin lýkur krøvini…
Ensk mállæra - arbeiðsbók
Hetta er ein arbeiðsbók til bókina Ensk mállæra. Tað eru tær báðar Ása Hátún og Una Poulsen, lærarar, sum hava gjørt arbeiðsbókina. Bókin fylgir mállærunum Ensk mállæra og Lær teg enskt og fer…